Nem í triðja - Næmingabók
Nem í triðja er bókaheild til føroyskt í 3. flokki. Bókaheildin fevnir um næmingabók, netbók og læraravegleiðing. Tilfarið er lagað til úr donskum. Gunnvá Dam hevur týtt og tillagað. Næmingabókin er í sjey pørtum,og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst. Bókaheildin byggir á eina heildaráskoðan, har næmingurin mennir tulkingarførleikar, samskiftisførleikar og sosialar førleikar. Dentur verður lagdur á fjølbroytna og virkisfýsna undirvísing.
Bókin er í sjey pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:
- Skógvarnir siga frá leggur dent á munnligu frásøgnina.
- Tað grumma leggur dent á grummu søguna – eina søgu við sereyðkennum.
- Filmurin kallar snýr seg um filmin sum serstakan miðil, har serligar snildir verða nýttar.
- Nýggj vitan leggur dent á at finna nýggja vitan í yrkisbókmentum og á netinum. Faklig lesing.
- Í Vit ríma er dentur lagdur á yrkingar og listasniðið í yrkingum.
- Orðafjas snýr seg um skapandi orðaspæl.
- Høvuðsevnið í Brýr er skaldskapur á mannamunni við serligum denti á sjónarhorn.
Í bókini eru hesi tekstsløg: Søgur og søgubrot, yrkingar, rím, skjaldur, fólka- og listævintýr, gátur, filmir og myndir.
Bókin fæst eisini sum i-bók (netbók). Netbókin er lík pappírsbókini. Síðutøl og uppseting er tann sama. Uppgávur, myndir, ljóð- og filmsbrot eru í netbókini, sum ikki eru at finna í pappírsbókini, tó kunnu allar uppgávur skrivast út.