Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í triðja. Í mállærubókini eru mállæru-, rættskrivingar- orðabóka- og lesifatanaruppgávur.
Partarnir í mállærubókini hava somu heiti sum…
Læraravegleiðingin er ætlað læraranum fyri at geva honum yvirlit og stuðla honum, bæði yvirskipað og í dagligu fyrireikingini. Vegleiðingin er í tveimum pørtum, Lesifaklig vegleiðing og Vegleiðing…
Nem í triðja er bókaheild til føroyskt í 3. flokki. Bókaheildin fevnir um næmingabók, netbók og læraravegleiðing. Tilfarið er lagað til úr donskum. Gunnvá Dam hevur týtt og tillagað. Næmingabókin…
Um útgávuna Nem í triðja
Á kanningarferð
Nem í triðja er ein bók, sum tú fert at brúka í føroyskum. Í Nem í triðja fert tú at læra nógv nýtt. Tað fer heilt víst at verða stuttligt!
Ert tú forvitin?
Blaða so í bókini.
Vit nevna bøkur, sum verða brúktar í ávísum lærugreinum, fyri yrkisbøkur. Áðrenn tú byrjar at lesa eina yrkisbók, skalt tú blaða í henni. Hygg at forsíðu, baksíðu, innihaldsyvirliti og myndum.
Blaða í Nem í triðja
- Hvat heldur tú, at tú fert at læra?
Netbók
Netbókin talgild bók, sum er ríka við ljóði, uppgávum, filmsvegleiðingum, filmum, snildum og frymlum.
Far á kanningarferð í Nem í triðja - netbók, ibok.nam.fo
Hugabrot
Hugabrot merkir, at tú skalt steðga á og hugsa teg væl um, tí nú fert tú at læra okkurt nýtt. Hugabrotini eru øll samlað í orðafrágreiðingini aftast í bókini.
Á breddanum
Í bókini er ein rúgva av orðum. Tú kennir tey flestu frammanundan, men nøkur eru nýggj og ókend. Tað er altíð gott at arbeiða við serstøkum orðum í einum teksti, áðrenn tú lesur sjálvan tekstin. Serstøku orðini standa á breddanum niðast á síðuni.
Mál og eftirmetingar
Í Nem í triðja eru 7 partar. Hvør partur hevur týðilig mál, sum standa fremst í hvørjum parti. Her sært tú, hvat tú skalt læra í partinum. Tá ið parturin er liðugur, skalt tú eftirmeta. Tú skalt kanna eftir, um tú hevur rokkið málunum fyri partin.
Vónandi verður tað stuttligt og gevandi at arbeiða í Nem í triðja.