Skip to main content

Noreg

Vit í Norðurlondum

Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt í Stavangri, tað hevur oljan gjørt; men hetta kann fara líka so skjótt, sum tað kom. Fólkið er vant við, at tíðirnar skifta skjótt. Aftast í heftinum er yvirlit yvir náttúru, veðurlag, vinnulív og samband Noregs við umheimin.

3 sjónbond við evnum úr Noregi eru til láns á LMS.

Bóka- og sjónvarpsrøðina Vit í Norðurlondum hevur Føroya Skúlabókagrunnur givið út í samstarvi við hini Norðurlondini. Vit í Norðurlondum sigur frá, hvussu fólk lívbjarga sær í teimum sjey londunum, sum tilsamans eru Norðurlond. Vit fáa fjølbroytta mynd av náttúru, samfelagi og menning í nítiárunum. Sjónbond og næmingahefti vísa, hvussu ymiskt fólk liva í smábygdum, stórbygdum og býum. Vit í Norðurlondum er undirvísingartilfar í náttúru/tøkni, landalæru og samfelagslæru, so at næmingarnir síggja, hvussu samfelag teirra - sum onnur samfeløg - broytist, tí at t.d. samskifti og flutningur gera heimin hjá teimum minni. Vit í Norðurlondum er um ymisk rák uppi í tíðini: hátøkni verður meira brúkt, vinnubýtið broytist, fólk flyta av fjarløgdum støðum, nærbýlt verður í stórbýnum, hvussu náttúrutilfeingið verður brúkt og vansar at halda náttúrugrundarlagið. Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond. Tilsamans 14 sjónbond til bókarøðina Vit í Norðurlondum kunnu lænast frá LMS.

Noreg
Noreg