Roknisangurin
Roknisangurin er ein stuttlig og øðrvísi yrking, sum lærir børnini at falda tey flestu tølini frá 1 til 10.
Til útgávuna eru:
Tekstur
Ljóðbrot
Sjónbandalag
Orð og løg eru smíða soleiðis, at hetta skal fanga børn í skúlaaldri. Tað ber til at taka brot úr yrkingini til ávísar næmingar og evni í undirvísingini. Fremsta endamálið er kortini at kveikja áhugan fyri rokning og at læra børnini truplu tabelltølini uttanat.
Ein heilur flokkur av lærarum spæla næmingar í sjónbandalagnum, og eitt skúlabarn yvirtekur læraraleiklutin. Sangurin varar í góðar fýra minuttir og er kryddraður við tekningum og djóramyndum, sum styrkja talfatanina hjá børnum.