Skip to main content

Sakarias og hini

Krabbabók

Høvundur :

Naja Marie Aidt,

Sakarias og hini er fyrsta av fimm bókum um drongin Sakarias, ið veksur upp saman við mammu síni og tveimum eldri beiggjum. Beiggjarnir arga Sakarias og siga, at hann líkist eini gentu. Men Sakarias heldur, at hann líkist mest sær sjálvum. Og hann er væl nøgdur at eita Sakarias, hóast omman heldur, at navnið er alt ov trupult at siga.

Naja Marie Aidt hevur skrivað. Hon er fødd í Grønlandi í 1963 og kom til Danmarkar sum sjey ára gomul. Fyrsta bók hennara var eitt yrkingasavn, ið kom út í 1991. Síðan hevur hon skrivað yrkingar, stuttsøgur, sangir, barnabøkur og filmshandrit. Yrkingar og søgur eru týddar til fleiri mál. Í 2008 fekk hon Norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri stuttsøgusavnið Bavian.

Anna Maria Reinert Jensen hevur týtt. Bókin er bólkað í 4. torleikastigi.

Sakarias og hini
Sakarias og hini