Skriva týskt 1
Hetta er ein nýggj og økt útgáva av tí grundleggjandi undirvísingarbókini eftir André Niclasen lærara, sum er ætlað næmingum, ið hava ongan ella næstan ongan forkunnleika í týskum. Hon er tí væl hóskandi til byrjanarundirvísingina í týskum í fólkaskúlanum fyrst og fremst, men kann eisini vera hent hjá áhugaðum sjálvlestrarfólki yvirhøvur, tá ið ræður um grundarlagið í teirri týsku mállæruni.
Tey ymsu økini í mállæruni verða viðgjørd við frágreiðing, innsetingardømum og umsetingum við tilhoyrandi glosum. Aftast í bókini eru yvirlit við sterkt bendum sagnorðum og tey vanligastu sambindingarorðini. Eisini er ein føroyskur/týskur og ein týskur/føroyskur orðalisti við í hesari útgávuni.