Týskt 1
Skrivligt týskt til framhaldsdeild
Týskt 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt týskt til 8. flokk. Týskt 1 er uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum og er ætlað til fyrru hálvu av 8. flokki.
Í bókini eru grundleggjandi mállæruvenjingar í týskum, har dentur verður lagdur á navnorð úr gerandisdegnum og bendingarnar í nútíð og tátíð av sagnorðunum sein, haben og werden.
Í bókini eru ymiskar uppgávur, t.d. innsetingaruppgávur, umsetingar, krossorðagátur, villiniborgir og ymiskar orðagátur.
Til allar innsetingaruppgávur og umsetingar eru glosur á síðuni ella víst verður til glosur á øðrum síðum.
Jeanette Poulsen hevur myndprýtt. Umbrotið og prentað hava Vasti/Estra.