Sýni & Dýpi 3
Sýni & Dýpi 3 er triðja sBókaheild av trimum til lærugreinina føroyskt á miðnámi og er ætlað 3. ári í 3 ára A-stigi. Sýni og Dýpi 3 er upprunaliga givin út sum sBók, og alt, sum er í sBókini, er ikki við í pappírsútgávuni.
Bókin er í tveimum pørtum. Í fyrra partinum, Sýni 3, eru ástøði og kunning um mál, samskifti umframt mál- og bókmentasøga fram til umleið 1980. Í seinna partinum, Dýpi 3, er tekstasavn, sum er skipað eftir tíðarskeiðunum í bókmentasøguni í Sýni 3.
Úrvalið í pappírsbókini er grundað á eitt ynski frá lærarum um lættari at fáa yvirlit yvir innihaldið og at geva næmingum møguleika at lesa tekstir á pappíri. Vit hava tí valt at hava so nógvar tekstir – bæði ástøðiligar tekstir og skaldskap – við í pappírsútgávuni sum møguligt. Greiningarfrymlar, verkstovur og nógvar uppgávur og myndir eru hinvegin ikki við í pappírsútgávuni. Harumframt er alt samvirkið tilfar – samvirknar uppgávur, ljóðupptøkur og filmsbrot – ikki við í pappírsútgávuni. Í sBókini eru ástøðispartur og tekstasavn tvinnað saman við leinkjum, men hetta er heldur ikki við í pappírsútgávuni.
Av tí at pláss er ikki fyri øllum tilfarinum úr sBókini í pappírsútgávuni, eru ávísir partar strikaðir ella nógv styttir. Parturin "Próvtøkuvenjingar", sum m.a. er próvtøkufyrireiking, er ikki við í pappírsbókini. Fleiri tekstir úr Dýpi 3 eru heldur ikki við í pappírsútgávuni, m.a. allir tekstirnir í "Grund", og aðrir tekstir, sum ikki vóru skrivaðir í viðkomandi tíðarskeiði.
Sýni & Dýpi 3 er skrivað og sett saman sambært galdandi námsætlan í føroyskum á A-stigi. Partar av Sýni 3 eru týddir og tillagaðir úr norskum. Sólvá Jónsdóttir og Kirsten Brix hava ritstjórnað og valt tekstir. Dorit Hansen hevur samskipað útgávuna.
Bókin fæst bæði sum sBók og sum pappírsbók. Pappírsbókin kostar 278,- kr, og sBókin kostar úr 78,-
sBókin kann keypast her.