Tekstsløg og greiningarfrymlar (netútgáva)
Á síðuni verða ymisk tekstsløg lýst. Umframt eru greiningarfrymlar til ymisk tekstasløg.
Vanligt er at býta tekstir upp í tveir høvuðsbólkar: fagurbókmentir (eisini nevnt skaldskapur ella fiktión) og yrkisbókmentir (eisini nevnt fakta).
Um tú fert ein túr inn á eitt bókasavn, so sært tú, at hetta uppbýtið av bókmentunum eisini verður gjørt har. Fagurbókmentirnar standa fyri seg, flokkaðar eftir máli og í bókstavarað, og yrkisbókmentirnar standa fyri seg, talmerktar og flokkaðar eftir innihaldi.
Í stuttum kann sigast, at aðalmunurin á fagurbókmentum og yrkisbókmentum er tann, at fagurbókmentir eru tekstir, sum høvundar hava skapað úr egnum huga, og yrkisbókmentir snúgva seg um og lýsa veruleikan.