Skip to main content

Tónlæra 1

Næmingahefti

Høvundur :

Hans Henning Christiansen,

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur 

Best er, um næmingaheftið verður brúkt sum einnýtisbók, tí gott er hjá yngstu næmingunum at sleppa at lita og at skriva í bøkurnar. Innihaldið í Tónlæru 1 og 2 er m.a. at smíða løg, leggja til rættis og at improvisera. Tónatilfarið, sum nýtt verður, er avmarkað, at løgini ikki skulu verða ov torfør at spæla. Við at nýta eitt avmarkað tónatilfar ber betur til at leggja dent á at arbeiða við klangi og dýnamikki, leggja løgini til rættis fyri tey ymisku ljóðførini og at improvisera. Á læraravegleiðingunum, sum eru til hvørt næmingahefti, eru arbeiðshættir og hugskot til hvørja næmingasíðu, og til Tónlæru 1, 2 og 3 eru fløgur við fylgispølum til allar venjingar og øll løgini. P-fakskipan Tónlæruheftini eru væl egnað í skúlum, har tónleikatímarnir eru skipaðir í p-fak. Tá hava næmingarnir í minni bólkum høvið at hava tónleik fleiri tímar um vikuna í eitt styttri tíðarskeið. Tá ber ikki so væl til at siga, á hvørjum floksstigi heftini eiga at verða nýtt. Byrjar p-fakskipanin í 3. flokki, so er bara at byrja við Tónlæru 1 (2) tá.

Tónlæra 1
Tónlæra 1