Tónlæra 2 -Læraravegleiðing
Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur
Í læraravegleiðingini eru uppskot til einføld fylgispøl til sangir/samanspæl. Fløgan við fylgispælið, ið er aftast í læraravegleiðingini, er ætlað lærarum, ið ikki eru so fermir á klaverinum, ella hon kann nýtast, tá lærarin heldur vil ganga um og hjálpa næmingunum, ímeðan teir spæla.
Fløgan er sostatt eingin konsertfløga at lurta eftir, men eitt hent amboð hjá læraranum. Dugir tú at spæla einfalt brúksklaver, spæl so undir, og nýt fløguna at seta teg inn í stílin og dámin á lagnum. Aftast í Tónlæru 2, læraravegleiðingini, eru dømi um møguleikar at improvisera, tá ið vit hava sang. Tónlæra 1, 2, 3 og 4 byggja á ta hugsan, at tað at arbeiða vitvíst og skapandi við tónleiki hevur stóran týdning fyri tónleikamenningina hjá næminginum, og at tónleikur fyrst og fremst er felagsíðkan – samanspæl. Ljóðførini, sum verða nýtt, eru rimaspøl, t.e. klokkuspøl, metalofonir og xylofonir, sum nógvir skúlar munnu eiga og eru annars ikki so kostnaðarmikil at keypa. Hvør næmingur skal helst hava sítt ljóðføri. Á Tónlæru 4 verða ljómborð og el-bassur tikin við í samanspælið.