Trap The Faroe Islands
Trap Føroyar lýsir føroysku náttúruna og landslagið, søgu, mentan, samfelags- og vinnulív umframt býirnar og bygdirnar. 71 granskarar og serfrøðingar – teir flestu føroyskir - eru komnir við sínum íkasti til hesa bók, ið snýr seg um tað, ið hevur størst týdning, úr Mykinesi til Fugloyar og av Trøllanesi til Sumbiar.
Fá at vita um, hvussu oyggjarnar blivu til, fá innlit í ríka fuglalívið við lundum, havhestum og tjøldrum, og les um ríkidømið í havinum og fiskivinnuna, ið hevur alstóran týdning og fevnir um 90% av útflutninginum. Fá innlit í sambandið við Danmark, heimastýrið og grundarlagið undir Klaksvíksstríðnum, og les um bretsku hersetingina undir seinna heimsbardaga, har hermenn í túsundatali løgdu vegir og gjørdu flogvøll. Fá innlit í býirnar og bygdirnar og høvuðsstaðin Tórshavn, og ið, hvussu Føroyar eru knýttar saman við einum víðfevnandi undirstøðukervi, ið skapar gott flytføri. Siðir sum føroyskur dansur, ólavsøka og grindadráp verða nevndir, eins og kirkjan í Kirkjubø, Guðrun & Guðrun og matstovan KOKS. Trap Føroyar nevnir alt tað, ið hevur týdning. Frá tí vanliga til tað serstaka.
Føroyakort (1:100.000) fylgir við bókini.