Skip to main content

Úr gomlum ritum

Føroysk handrit frá miðøldini til nítjandu øld

Author :

Seán D. Vrieland,

Price :

<p>498.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/fo/nethandil/Item/10269/STK" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Týðari :

Nicolina Dahl hevur týtt úr enskum

“Úr gomlum ritum” við undirheitunum Føroysk handrit frá miðøldini til nítjandu øld - Færøske håndskrifter fra middelalderen til det 19. århundrede - Faroese Manuscripts from the Middle Ages to the Nineteenth Century.

Hendan bók varð skrivað sum úrslit av verkætlanini Tú skalt biðja um eitt reisipass: Talgild heimflyting av føroyskum handritum. Heitið á verkætlanini kemur úr innganginum fremst í Fugloyarbók, ið Hans David Matras skrivaði, áðrenn hann sendi handritið til vinmann sín, V.U. Hammershaimb í Keypmannahavn í 1854. “Gakk nú til útlands gamla stóra bók,” skrivar Matras, “og sig teimum tíðindi nýggj og gomul, sum tú  kanst best. [...] Tær behøvist hvørki mat ella drekka, men tú skalt biðja um eitt reisipass upp á vegin aftur aftini.”

Endamálið við verkætlanini var at geva føroyskum handritum á søvnum uttan fyri Føroyar eitt “talgilt reisipass” í form av handritalýsingum. Takkað verið hesi verkætlan, eru Fugloyarbók og onnur føroysk handrit nú atkomulig á heimasíðuni Handrit.is. Endamálið við bókini er sum framhald at geva handritunum “ferðaskjøl”, so tey kunnu bjóðast á gátt hjá fólki, ið hevur áhuga í Føroya søgu, mentan, bókmentum og máli.

Bókin er skrivað á trimum málum – føroyskum, donskum og enskum – og tann forvitni lesarin eggjast til at fara á rannsóknarferð inn í føroysk handrit á einum, tveimum ella øllum trimum málum. Teir tríggir tekstirnir eru í høvuðsheitum eins; tó kunnu frábrigdi koma fyri, av tí at málini bera seg ymiskt at, og eisini tí at forkunnleikin hjá føroyska, danska ella útlendska lesaranum helst ikki er eins.

Handritið er skrivað á enskum, og Nicolina Dahl hevur týtt til føroyskt.

Úr gomlum ritum