Um livikor føroyinga
Jens Petur Gaard og Edvard Olsen hava lagt arbeiðsheftið til framhaldsdeildina til rættis. Víst verður á, at sambært lesiætlan fólkaskúlans er ein tílík livikorskanning gott og viðkomandi tilfar í lærugreinunum søgu/samtíð, landalæru og støddfrøði. Í arbeiðsheftinum verður m.a. greitt frá ymiskum hugtøkum í sambandi við inntøku.
Gjølla verður sagt frá skattaskipan okkara, og hvussu skattur verður roknaður. Á seinnu helvt av bóklinginum eru spurningar og kjakevni til ymisku talvurnar og taltilfarið í frágreiðingini. Ein hollur stuðul hjá lærarunum at geva næmingunum innlit í fíggjarviðurskifti hjá borgarum í einum nútíðarsamfelagi í broytiligum og skiftandi umstøðum. Árini ganga, og vit liva framvegis í broytingartíðum. Tí verður mælt til at bera hesa frágreiðingina saman við tilfarið um tíðina, ein sjálvur er í. Gott tilfar í tí sambandinum eru t.d. Árbók fyri Føroyar og Hagtíðindi.