Fráflyting og búskaparkreppa
Fráflyting og búskaparkreppa er tann seinasta bókin í røðini við teimum sonevndu livikorskanningunum, sum Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út í samstarvi við føroysk yrkisfeløg og snúgva seg alment um at kanna lívskorini hjá føroyingum undan og undir kreppuni í 1990-árunum. Endamálið við hesari seinastu bókini, sigur høvundurin, hevur m.a. verið at lýsa, hvørjar aldurs- og yrkisbólkar kreppan rakti serliga meint, og hvørjar bygdir kendu mesta sviðan. Hvussu nógv av teimum, sum rýmdu úr Føroyum, fluttu undan arbeiðsloysinum? Hvat eyðkennir tað føroyska búsetingarmynstrið í Danmark? Hvussu ávirka eitt nú útbúgving og vinnuroyndir valið av bústaðarøki? Og hvørja støðu hava útisetarnir til møguliga at koma heim aftur til Føroya?
Støðið undir bókini, so sum tal- og meiningartilfarið, høvundurin hevur brúkt at lýsa støðuna hjá teimum, ið eru flutt til Danmarkar kreppuárini, er ein spurnarkanning frá 1996, sum Fróðskaparsetur Føroya, Hagstova Føroya og Danmarks Statistik í felag skipaðu fyri. Á kanningini vórðu ymiskir spurningar settir fólkum, sum fluttu til Danmarkar í 1991, beint fyri kreppuna, og í 1994, í teirri ringastu kreppuni. Hesa kanningina setur høvundurin í eitt størri høpi úr eitt nú landafrøðiligum, samfelagsfrøðiligum og vinnubúskaparligum sjónarhorni. Fráflyting og búskaparkreppa er skift sundur í fimm høvuðspartar: um meiningarkanningar, fólkaflytingarfyribrigdið, búskaparkreppan og fráflytingin, útisetar í Danmark og at enda: perspektivering. Fyrst verður tað sermerkta við hesari kanningini lýst og greinað í mun til meiningarkanningar yvirhøvur, eins og ymisk sløg av meiningarkanningum verða umrødd. Á øðrum parti verður fólkaflytingarfyribrigdið lýst alment, og tann ógvusliga fólkaflytingin í nítiárunum verður sett í søguligt føroyskt høpi. Teir báðir næstu kapitlarnir greina og tolka úrslitið av kanningini meira nágreiniliga og úr ymiskum sjónarhornum. At enda verður tikið samanum og kanningarúrslitið sett í perspektiv, eins og hugleitt verður um, hvussu føroyska samfelagið í størri mun megnar at laga seg eftir nútíðarinnar tørvi og framtíðarinnar krøvum. Henda bókin er væl hóskilig í undirvísing í HF og studentaskúlanum eins og í miðnámsskúlum og hægri skúlum yvirhøvur. Hon átti at havt stóran áhuga, ikki bara hjá yrkisfeløgunum, sum rímiligt er, uttan eisini hjá almenninginum, tí hon viðger eitt mál av stórum almennum og samfelagsligum týdningi.