Skip to main content

Søgur um ull

Høvundur :

Ása Hátún,

Price :

<p>348.00 kr.</p> <p><a href="https://bms.fo/nethandil/Item/9274/STK/" target="_blank">Keyp útgávuna</a></p>

Søgur um ull tvinnar søguna um føroysku ullarmentanina saman við altjóða ullarmentan og gevur innlit í tann leiklut, ullin hevur havt mentanarliga, samfelagsliga og søguliga í Føroyum. Stuttu søgurnar eru persónligar hendingar, sum hava sett síni djúpu spor – og eggjað Ásu at skriva bókina.

Í bókini fært tú neyva leiðbeining um, hvussu tú loysir úr lagdi, rotar skinn og handfert ullina, hvussu tú stig fyri stig fert fram, tá tú fert undir at tøva lutir ella pløgg úr karðaðari ull - hattar, skógvar, lampur og annað mangt. Teir grundleggjandi tøvingarhættirnir verða lýstir, og so koma hugskotini bóltandi.

Søgur um ull gevur íblástur til undirvísing í handaverki og skapandi virksemi – bæði við børnum, ungum og vaksnum. “Námsfrøðiliga er tað eitt gullnám at arbeiða við føroysku ullini”, sigur Ása Hátún, ið hevur arbeitt sum lærari og sum listahandverkari við hesum virðismikla tilfeingi.

Allir lutir í bókini eru virkaðir úr føroyskari ull.

Søgur um ull