Skip to main content

Um bókina Søgur um ull

Bókin vísir á grundleggjandi arbeiðshættir til fjølbroytt virksemi við ull, sum eisini hóskar til nútíðarsamfelagið.

Bókin tvinnar søguna um føroysku ullarmentanina saman við altjóða ullarmentan. Hon leggur lag á, og vísir á nýggjar møguleikar.

Bókin er ætlað lærarum, skúlaungdómi og annars øðrum, sum hava áhuga fyri ull og ullarmentan ella vilja royna seg við ullarbeiðið.

Fýra filmar, sum lýsa arbeiðsgongdina, stuðla upp undir læringini og skapa áhuga fyri virkseminum, eru niðanfyri. Eisini eru leinki til ymsar viðkomandi síður í Søgur um ull.

 


Filmsbrot

Spinna á handsnældu
Visti tú, at øll ullin í Føroyum var spunnin á handsnældu heilt fram ímóti 1700–árunum?

Les meira um hetta á síðu 26 í Søgur um ull... 

Tvinning

Visti tú, at tvinnisnúður altíð er øvugtur av spinnisnúðri?

Les meira um hetta á síðu 28 í Søgur um ull...

Karðing

Hvørji munnu rívast og klórast um dagin og hálsfevnast um náttina?

Svarið er á síðu 21 í Søgur um ull... 

At tøva saman við børnum og ungum

Ull er eitt upplagt evni í skúlahøpi, tí tað fevnir so víða: handaliga, sansaliga, søguliga, mentanarliga og listaliga.

Lær at tøva eftir teknaðari fyrimynd á síðu 171 í Søgur um ull...


Námspoddur um ull

Í fyrsta Námspoddi tosar Birgir Kruse við Ásu Hátún um bókina "Søgur um ull", og um eitt langt lív sum lærari, har Ása altíð hevur fingist við ull og minnist tær søgur, ið hon sum smágenta hoyrdi, tá arbeitt varð við ull. Tí er sjálvsagda bókaheitið "Søgur um ull".

Fyrsti Námspoddurin er 25 minuttir til longdar.

Lurta eftir poddinum her ► 


Søgur um ull

Søgur um ull tvinnar søguna um føroysku ullarmentanina saman við altjóða ullarmentan og gevur innlit í tann leiklut, ullin hevur havt mentanarliga, samfelagsliga og…

  • 1
  • Søgur um ull

    Søgur um ull tvinnar søguna um føroysku ullarmentanina saman við altjóða ullarmentan og gevur innlit í tann leiklut, ullin hevur havt mentanarliga, samfelagsliga og søguliga í Føroyum. Stuttu søgurnar eru persónligar hendingar, sum hava sett…

  • 1

Um høvundin

Ása Hátún er fødd í Kvívík í 1932. Eftir krígslok flutti húskið til Havnar, har Ása tók studentsprógv í 1951. Hon fór á læraraskúla í Danmark, tók prógv í 1955, og undirvísti har í landinum í 12 ár.

Tá hon kom til Føroya at arbeiða í 1968, fýltist hon á, hvussu danskar allar lesiætlanir vóru. Sum lærari í handarbeiði á Føroya Læraraskúla setti hon sær fyri, at føroysk ullarmentan skuldi sleppa inn um skúlans gátt. Bókin “Søgur um ull” er dømi um hesa miðvísu hugsan, sum Ása hevur roynt í undirvísingini og fest á blað gjøgnum árini.