Skip to main content
Perma_handil.jpg

Worlds of English

Trupulleikar eru við handlinum í løtuni: Tað kann vera at keypið fer ígjøgnum, hóast tit fáa eini boð, sum siga at keypið ikki riggar. Vinarliga kanna um peningurin er farin av kontuni áðrenn tit keypa á nýggjum, um tit fáa hesi boð. Setið tykkum í samband við snar@skulin.fo, um eingin lykil kemur í teldupostinum.

Vørunr.: 9789991828701

frá 1 42,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 42,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 88,00 DKK Við 0,00% MVG
frá 1 98,00 DKK Við 0,00% MVG
+ kostnað á sending
  • Delivery by Email

Lýsing

Worlds of English er tekstasavn á byrjanarstigi í enskum ætlað miðnámi. Gjøgnum fagrar bókmentir, yrkingar, leik og yrkisbókmentir lýsir savnið málsligu menningargongdina frá fornenskum til alheimsenskt umframt framgongdina av ensktmæltum mentanum frá byrjan fram til dagin í dag.

Savnið fevnir um:
-    Language and Culture – um menningina av enska málinum frá fornenskum til alheimsenskt
-    The UK – bretskar bókmentir frá Rule Britannia og James Thomson til yrkingar hjá John Agard
-    The USA – amerikansk mentan og bókmentir frá niðurseturtíðini og Emerson til Britney Spears og Barack Obama
-    Being Global – tekstir úr m.a. Afrika, India og Avstralia um fjølmentanar- og alheimssamleika

Umframt tekstir fevnir savnið um Tool Box, ljóðfílur við upplestri, samrøður á filmi, samvirknar umframt aðrar uppgávur, myndir og orðafrágreiðingar á enskum og føroyskum.

 

Bergljót av Skarði hevur týtt og tillagað. Nám stendur fyri føroysku útgávuni.

Worlds of English vann BELMA virðislønina (Best European Learning Material Award) í 2013. Savnið kom út sum pappírsbók í 2010 og er síðan víðkað og dagført sum sBók.

Frámerki

Duration
3 mðr.
Duration
2 ár
Duration
3 ár

Ummælir0

0.0/5
0 ummælir
0
0
0
0
0
Flokka eftir:
Vendor response
Fleiri ummæli

Viðmældar vørur