Les á netinum
Allar bøkurnar uttan lærarabókin til Les 1 eru tøkar í pappírsútgávu. Ætlanin er sjálvandi, at næmingarnir hava hvør sítt tekstasavn at lesa í og arbeiða við. Men harumframt ber eisini til at lesa á netinum. Allar Les bøkurnar liggja á Google books, so tit lættliga kunnu blaða í teimum og t.d. koyra tekstin upp á samvirknu talvuna. Lærarabókin til Les liggur sum pdf útgáva á Snar.
