Um Les 3
Tekstasavnið er skipað í partar við hvør sínum heiti. Niðanfyri síggja tit, hvussu partarnir eita, og hvørji evni verða viðgjørd.
- Blomstur í kavanum: Sambandið ímillum menniskju og náttúru
- Eg ikki eg: Lívsvirði og viðurskifti ímillum menniskju og Gud
- Hví stendur tú her: Broytingar, bæði persónligar og samfelagsligar
- Eg fann teg: Mál okkara og føroyski samleikin
- Regnið og lívið: Føroyar og útheimurin
Útgávuheildin - Les 3
Les. Ástøði er partur av Les røðini, men er eisini ein sjálvstøðug ein. Bókin viðger ymisku tekstasløgini, og hvussu hesi kunnu greinast. Tekstasløgini umfata prosaskaldskap, yrkingar, ævintýr,…
Les 3. Arbeiðsbók er ætlað at verða brúkt í samband við viðgerð av tekstunum í savninum Les 3.
Les 3
Les 3 er triðja bók í Les røðini. Tekstasavnið er ætlað til føroyskt í 10. flokki. Tekstasavnið er uttan iva eisini væl egnað til føroyskt á C í miðnámi. Høvðusevnið í tekstasavninum er lívsvirðir…