Tit og Les
Hava tit gjørt okkurt tilfar í samband við Les, sum onnur kundu fingið gleði av, so eru tit vælkomin at senda okkum tað. Tað verður síðani lagt út her. Hetta kann t.d. vera arbeiðsuppgávur, samanberandi tekstir, ummæli, framførslur o.a. Her er rúm fyri word-skjølum, pdf –skjølum, myndum og youtube leinkjum.
Ummæli o.a.
Grein í Skúlablaðnum 1/2006 um Les 1. Birgir Kruse, ritstjóri, hevur skrivað. Heitið er Víðkaður sjónarringur og greinin er ein samrøða við rithøvundanum, Lydiu Didriksen.
Grein í Skúlablaðnum 2/2006 um myndagreining í Les 1. Birgir Kruse, ritstjóri, hevur skrivað greinina við heitinum Mál og myndir. Greinin er ein samrøða við Kinnu Poulsen, studentaskúlalærara, um hugtakið móðurmyndir.
Lærarabók til Les 1. Tekstasavn til framhaldsdeild. Lydia Didriksen hevur skrivað og lagt til rættis.
© Føroya Skúlabókagrunnur 2006