Skip to main content

Formativ eftirmeting og afturboðan

27.02.2023

Próvtøl og summativ eftirmeting fylla nógv í føroyska skúlaverkinum.

Í skúlahøpi verður skilt ímillum formativa og summativa eftirmeting. Formativa eftirmetingin verður vanliga gjørd í tilgongdini og hevur til endamáls at økja um læringina. Afturboðanin er oftast skrivligar ella munnligar viðmerkingar. Summativa eftirmetingin leggur hinvegin størri dent á úrslit og tekur støði í eini lidnari tilgongd ella einum lidnum avriki. Afturboðanin er sum oftast eitt próvtal.

Í stórum kann sostatt sigast, at formativa eftirmetingin er framlítandi, meðan summativa eftirmetingin er afturlítandi.

Næmingar í føroyska skúlaverkinum byrja longu í hádeild fólkaskúlans regluliga at ganga til royndir og próvtøkur. Eisini í undirvísingini er vanligt, at arbeitt verður við gomlum próvtøkuppgávum ella próvtøkulíknandi uppgávum, sum verða summativt eftirmettar við próvtølum og rættingum, ofta eisini saman við formativum viðmerkingum.

Tað vísir seg tó, at næmingar sum heild hava størri áhuga í próvtalinum enn í viðmerkingunum og kanska ikki í nóg stóran mun taka hesar til sín. Hetta, hóast endamálið við viðmerkingunum júst er framlítandi, meðan próvtalið er afturlítandi.

Tað er eisini nógv, sum bendir á, at próvtøl hava keðiliga ávirkan á trivnað hjá næmingum, og fleiri royndir eru gjørdar við próvtalsleysum flokkum og skúlum. Danmarks Evalueringsinstitut hevur arbeitt við eini verkætlan um próvtalsleysar flokkar, har ein av niðurstøðunum er, at meira formativ eftirmeting og færri próvtøl í sjálvari undirvísingini hava góða ávirkan á læringina.

Í sambandi við, at tilgjørt vit og onnur tøknilig amboð vinna alt meira fram, verður eisini víst á, at vit í undirvísingini eiga at leggja nógv størri dent á tilgongdina, heldur enn á liðug avrik. Næmingarnir fáa so líðandi fleiri og fleiri møguleikar við hjálparamboðum til endaligu avrikini, og tí er ikki vist, at summativa eftirmetingin er so eftirfarandi og umboðandi fyri førleikarnar hjá næmingunum.

Hvussu kunnu vit so í størri mun fáa næmingarnar at taka formativu eftirmetingina og afturboðanina til sín? Her eru helst eins nógv svar, og tað eru næmingar. Í Danmark og aðrastaðni við, hava tey tó gjørt góðar royndir við at nýta kt í sambandi við formativa eftirmeting.

Á heimasíðuni hjá Center for it i undervisning eru fleiri áhugaverd dømi og leiðbeiningar til ymsar hættir at eftirmeta og geva næmingunum talgilda afturboðan.

Lene Dyrehauge, sum undirvísir í donskum og sálarfrøði á Tietgen Business, hevur arbeitt nógv við videoafturboðan á tilgongdarstigi í sambandi við skrivlig avrik í donskum.

Hon vísir m.a. á, at næmingarnir tóku væl ímóti videoafturboðanum, og í størri mun ann aðrir næmingar, sum hon samanbar við, tóku afturboðanina til sín.

Lene Dyrehauge greiðir her frá videoafturboðan á tilgongdarstigi.

Dømi um videoafturboðan til næming.

Lene Dyrhauge brúkar forritið Screencast-O-Matic, sum er væl egnað til endamálið. Í Office 365, sum allir føroyskir lærarar hava atgongd til, er forritið Stream, sum er lætt at brúka og eisini vælegnað til endamálið.

Faroephoto.com Ólavur Frederiksen

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi