Skip to main content

Hugleiðing um tøknina

25.05.2023

Hvønn týdning hevur bókin hjá týska heimspekinginum Martin Heidegger: ”Die Frage nach Der Technik” (Spurningurin um tøknina) frá 1954 fyri okkum í dag anno 2023?

Skrivað hevur Dorthe Pedersen

Longu griksku myturnar bjóðaðu tøknini av: Ikaros fleyg við sínum voksveingjum ov tætt at sólini og doyði, og Prometheus varð dømdur av gudunum, tí hann gav menniskjunum eldin. Spurningurin um tøknina, sum myturnar mala um, er ævigt galdandi: Hvat gera vit, tá tøknin bæði bjóðar seg fram sum trygga loysnin upp á heimsins trupulleikar, og samstundis hóttir alt okkara tilverugrundarlag við andaligari og fysiskari oyðing? 

Í bókini hjá Martin Heidegger lýsir hann, hvussu tøknifrøðin skapar nýggj kor fyri tað verandi, og hvussu tað verandi broytist sum úrslit av tøknifrøðini. Kendasta dømið úr bókini er dømið um, hvussu Rínáin verður umskapað til tilfeingi, tá vatnverk verður bygt inn í ánna. Heidegger sigur, at áin, orsakað av hesum, gevst at vera til í sínum upprunaskapi sum á; hon fær við vatnverkinum eina nýggja veru.

Samtíðin hjá Heidegger er merkt av eini kollvelting innan økið moderna tøknifrøði. Eitt av hesum er skiftið til at kunna leggja orku á goymslu. Vatnorkan frá vatnverkinum kann nú goymast til ymisk endamál í staðin fyri bert til beinleiðis nýtslu. Hetta skapar eina nýggja náttúrufatan og eina frælsiskenslu. Náttúran verður sædd sum eitt risastórt tilfeingi, sum menniskjað á munagóðan hátt kann gagnnýta og gera sær dælt av.

Men Heidegger rópar í síni bók varskó. Hann sigur: “Tøknin er ikki einans eitt tól. Tøknin er eitt slag av avdúking. Geva vit hesum gætur, verður eitt nýtt øki fyri tøknina opnað fyri okkum. Tað er økið fyri avdúkingina, t.e. sannleikans øki.Og sigur hann víðari: “So leingi vit ímynda okkum tøknina bert sum eitt tól, verða vit løgd føst í viljanum um at hava vald á henni, vit strúka fram við kjarnini í tøknini.”

 

Vitlíki og menniskjað sum tilfeingi

Frælsiskenslan, sum tykist at fylgja við modernaðu tøknifrøðini, er beiskliga søt. Tí samstundis sum hon ger okkum fræls, skapar hon ein nýggjan bundinskap, sum menniskjað í tí dagliga ikki gáar um.

Thomas Schwartz Wentzer, týskur heimspekingur, sigur um kutini hjá Heidegger, at tey nettupp lýsa, at tøknin er eitt tvíeggjað svør. Samstundis sum tøknin skapar nýggjar møguleikar, er rangan á heiðrinum, at tøknin rennur undan okkum. Wentzer nýtir dømið hjá Heidegger um ánna og vatnverkið til at lýsa støðuna í dag, har avbjóðingarnar hava flutt seg inn á talgilda økið. Um vit samanbera handilsháttin hjá Mark Zuckerberg (Facebook) við vatnverkið og síggja menniskjað sum ánna og brúkaran av Facebook, so verður Facebook nýtt av okkum sum eitt tól við einum endaleysum tilfeingi. Men veruleikin er tann, at menniskjað er vorðið tilfeingi sum dátugeneratorur fyri Facebook (og aðrar líkar). Ein endaleys mongd av dátum um okkum liggur í hondunum á risafyritøkum (techgigantum), og tað er uttan fyri okkara ávirkan.

Fyrr í vár varð eitt opið bræv við undirskriftum frá fleiri enn 20.000 kt-granskarum og sokallaðum techmogulum úr øllum heiminum almannakunngjørt. Opna brævið er ein áheitan og eggjan til at seta menningina av vitlíki (AI) á steðg í 6 mánaðar. Tað er eitt lítið hálvt ár, síðani kjattbotturin, ChatGPT, trein fram á pallin, og longu nú royna bæði granskarar og onnur kt-fólk at hála í neyðbremsuna.

Hvat er orsøkin til, at hendan ræðslan er blivin so umfatandi? Sambært brævinum eru tað serliga trý viðurskifti, sum gera seg galdandi: 1) at vitlíki spillir kunningina, sum er atkomulig; vandin fyri falstíðindum er vorðin enn meira umfatandi, 2) at vitlíki togar menniskjað burtur frá veruleikanum, og 3) at vitlíki økir um sosialan ójavnvág og skeivleikar í samfelagnum. Áherðsla verður serliga løgd á punkt 1.

 

“Tað er altíð myrkast, beint áðrenn tað lýsir fyri degi”

Sambært Wentzer er lítið sannlíkt, at menningin av vitlíki kann setast á steðg í 6 mánaðar, men brævið lýsir væl støðuna, og er ein ørkymlað roynd at rópa varskó, sigur hann, sum sjálvur hevur sett sítt navn undir.

Er eingin vón so fyri framman? Hevur menniskjað endaliga tapt ímóti tøknifrøðini, sum kendu scifi-filmarnar spáa um?

Hyggja vit aftur eftir tekstbrotunum hjá Heidegger, verður her víst á, at trupulleikin og vandin við fatanini av tøknifrøðini er, tá menniskjað tvíheldur um, at tað er menniskjað, sum hevur tamarhald á tøknifrøðini, og at tøknifrøðin er eitt amboð, sum tænir okkum (væl). Við øðrum orðum um vit glaðbeint og við bindi fyri eyguni ikki gáa um vandarnar.  

Wentzer sigur, at tað, at nærum allur heimurin nú gongur við eini ræðslu um AI (vitlíki), opnar fyri eini bjarging. Knappliga eru vit øll í sama báti, øll eru stúrin (granskarar, framleiðarar og vanligi borgarin), tí eingin kennir svarini uppá, hvar vit enda. Og, sigur Wentzer, hetta noyðir okkum at seta spurningar, kritiskar spurningar.

 

Hvat er eitt menniskja? Hvat er vitan?

Kritisku spurningarnir eiga at taka støði í spurninginum um, hvat eitt menniskja er? Hvat sermerkir okkum sum slag? Hvat megna vit, og hvat er hinvegin okkara avmarking?

“Hav dirvi til at nýta títt egna vit og skil!” Er eitt tað kendasta slagorðið hjá heimspekinginum Immanuel Kant (1724 – 1804). Vesturlendska filosofisøgan hevur yvir 2000 ár á baki, og heimspekingar í hópatali hava vent spurninginum um, hvat eitt menniskja er. Tí er hetta eitt gott stað at steðga á, sambært Wentzer, sum eins og Kant heldur, at skúlin eigur at leggja enn størri dent á at menna metingarevnini hjá børnunum og at geva teimum álit á sítt egna vit og skil.

Í tíðarritinum It, medier og læring (mars 2023) taka rithøvundarnir í greinini “Hvad skal vi med kunstig intelligens i skolen?” undir við Wentzer. Skúlin (myndugleikar og politikarar) eigur at leggja enn størri orku í  námsfrøðina og metingarevnini hjá næmingunum. Sambært rithøvundunum (Mikala Hansbøl og Malte von Sehested) gerst hetta enn meira átrokandi, so hvørt sum vitlíki mennist. Næmingarnir skulu búgvast til ikki at lata seg lokka av tøknini. Kjattbotturin er ein “stokastiskur pappageykur”. Hetta merkir stutt og greitt, at vitlíki ikki skilir tað, sum tað sjálvt svarar. Tað er bygt á statistikk og hevur so statt hvørki moral ella empati, onga heimsfatan, og kann ei heldur flyta seg (rúmliga), sansa ella sannkenna. Tað hevur ongar royndir, sum kunnu nýtast til at lýsa eina støðu við. Vitlíki dúvar upp á royndir og lýsingar, sum menniskju hava fóðrað tað við.

Tað menniskjaliga er, at vit hava ein kropp, sum sansar heimin upp á nógvar ymsar hættir. Hetta gevur okkum vitan og minni, sum eingin kjattbottur ella annað vitlíki kann røkka.  

 

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi