Skip to main content

Tilgongd ella produkt?

18.05.2023

Skulu vit leggja dent á tilgongdina ella produktið?

Skrivað hevur: Henny Dánialsdóttir 

Sum ráðgevi vil eg mæla øllum til at leggja eina undirvísing til rættis, har dentur verður lagdur á sjálva tilgongdina og ávísar teknikkir, heldur enn produkt.

Eg havi júst gjøgnumført eina undirvísingargongd við denti á skitsu- og formteknikk. Undirvísingargongdin tók sstøði í einum stórum, tilvildarligum skulpturi, ið var fjaldur undir einum laki. Fyrsta uppgávan hjá næmingunum var at gera eina skjóta skitsu av skulpturinum.

Hvussu teknar mann okkurt, sum ikki ordiliga er nakað ítøkiligt? Hetta vísti seg at vera ein sera áhugaverd og avbjóðandi uppgáva hjá næmingunum, tí tað var sera ymiskt, hvat tey sóu. Ofta er tað okkurt ítøkiligt, tey skula tekna, nú var tað bara eitt tilvildarligt skap. Og hvat er so rætt ella skeivt?

Tað var júst tað frælsið, at einki er skeivt, sum gjørdi, at næmingarnir virkuliga fingu fordjúpað seg. Tey hugnaðu sær óført við ymsum skitsuteknikkum og tekniamboðum, lærdu at sleppa tí perfekta/fullkomna og heldur hugsavna seg um at eygleiða og læra nakrar nýggjar teknikkir og førleikar.

Eg hevði gjørt ein skulpur sum útgangsstøði fyri skitsunum. Eg fjaldi nakrar tómar kassar, kurvar o.a. undir einum stóru laki. Skulptururin broyttist alt eftir, frá/úr hvørjum sjónarhorni, tú sást hann .  Næmingarnir fingu pappír í A4- og A3 stødd, ein blýant og eitt kol. Síðani skiftu vit  ímillum nakrar uppgávur. T.d. tekna í 30 sek bara við blýanti. Tekna í 1 min bara við blýanti, og síðani 1 min við koli, so tey sóu munin á eginleikanum við koli og blýanti. Síðani øktu við tíðina upp á 5 og 10 min, har tey sluppu at brúka blýant 2 teir fyrstu min og skiftu so til kol teir síðstu 8 min.

Eftir hvørja mynd tosaðu vit um myndirnar. Næmingarnir hongdu tær upp so hvørt og tosaðu um, hvat tey vóru nøgdir við, og hvat tey ætlaðu at arbeiða meira við í næstu myndini. Skitsurnar vóru sera ymiskar, og tí fingu tey stóran íblástur av hvørjum øðrum eftir hvørja mynd, so hvørt sum tey mentu sín skitsuteknikk.

Tá tey høvdu skitsað eini 8 ymiskar skitsur, fingu tey til uppgávu at forma sama skap í leir. Hendan uppgávan eydnaðist sera væl. Tey tulkaðu skulpturin á gólvinum á hvør sín hátt, og aftur hesuferð var einki skeivt! Tey skitsaðu, skapaðu og umskapaðu, til tey vóru nøgd við leirfigurin.

Síðani stillaðu tey lidna leirfigurin á borðið framman fyri seg, og nú var uppgávan at skitsa leirfigurin. Jú fleiri skitsur, jú meira trygg føldu tey seg í at skitsa bæði skjótt og neyvt.

Síðani legði eg teimum nakrar fótonglar. Tann eini var at tekna í 5 min við skeivari hond. Tekna 7 min uttan at sleppa pappírinum við kolinum. Tekna í 5 min, sum eitt barn heldur blýantinum. Tekna í 3 min uttan at hyggja. Fótonglar lata upp fyri kreativiteti, og faktis blivu nakrar av teimum skitsunum ótrúliga vakrar. Næmingarir hildu, at fótonglarnir vóru teir stuttligastu av tilgongdini, og høvdu torført við at steðga aftur, tá tey vóru farin í gongd.

Eg haldi so avgjørt, at øll áttu at roynt at lagt eina tílka undirvísingargongd til rættis, har tað bara er dentur á at menna førleikar. Næmingarnir vóru í flow og hugnaðu sær óført, samstundis sum teir mentu eina rúgvu av fakligum úttrykkum og førleikum.

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi