Skip to main content

Føroyskt í miðnámi

Enn er føroyska málið samfelagsbært

25.03.2023

Eitt mál verður fatað sum samfelagsbært, tá tað verður brúkt á øllum økjum í samfelagnum.

Føroyingar hava stríðst fyri móðurmálinum, og alment verður føroyskt eisini fatað sum bæði fullfíggjað og samfelagsbært. Vit hava føroyskar bøkur, føroyskt kringvarp, føroyskt fróðskaparsetur og ein frálíkan orðabókaportal við heili 24 orðabókum, sum eru tøkar hjá øllum at brúka – enntá púra ókeypis.

Í sambandi við móðurmálsdagin í 2020 skrivaði eg í eini grein soleiðis:

Nú sløk 200 ár eftir tíð Hammershaimbs er føroyskt á einum øðrum vegamóti. Tá var alneyðugt at fylgja við hinum málunum og fáa skriftmál fyri at yvirliva. Í dag er tað máltøknin, sum er so umráðandi. Fær føroyskt ikki betur fótafesti á máltøkniliga pallinum, er tí ikki lív lagað. Samskiftið flytur seg alt meira og meira inn á teir pallarnar, og veruleikin er tann, at er móðurmálið ikki tøkt á pallinum, har málbrúkarin ferðast, so verður annað mál valt framum.

malrad.fo

Jú, vit í Føroyum hava sanniliga sett ferð á máltøknimenningina. Við verkætlanini Ravni hava vit ment BLARK 1.0, sum er grundarlag undir at menna alskyns talutøkni á føroyskum. Vit hava fingið føroyskt mál við í Microsoft Translator, og onnur talgild amboð og tekstasøvn eru eisini tøk. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 er eisini játtan til máltøkniligan depil á Fróðskaparsetrinum. Hetta er sanniliga gleðiligt og í tøkum tíma.

Nýggjasta máltøkniliga amboðið ChatGPT er so mikið framkomið, at flest øll eru tikin á bóli. Í skúlaverkinum eru góð ráð dýr, nú næmingarnir hava fingið so góðar møguleikar at snýta til próvtøkurnar, at sjálvt plagiatkontrol ikki klárar av avdúka tey. Men her heima í Føroyum er kjattbotturin eingin vandi, enn í øllum førum, tí hann dugir so illa føroyskt.

Men er tað rætt at gleðast um, at kjattbotturin dugir so illa føroyskt? Hann klárar væl at skriva nærum allar tekstir, sum vit biðja hann um, á øðrum málum. Hvussu leingi fara vit so at tíma at stríðast við at skriva okkara egnu tekstir á føroyskum?

Rætt skal vera rætt. Hesar fáu mánaðirnar ChatGPT hevur verið tøkur, hevur hann ment seg við risafetum, eisini á føroyskum. Men menningin er nógvar ferðir størri á øðrum málum, serliga enskum. So hóast vit gera stór framstig við føroyska málinum í máltøkniligum høpi, so dragnar føroyska málið í roynd og veru bara meira og meira samanborið við onnur mál.

Svabo spáddi ikki føroyska málinum gylta framtíð í Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782. Hann metti tað vera so mikið stórt arbeiði í at reinsa føroyska málið og at menna eitt føroyskt skriftmál, at tað neyvan var realistiskt. Hann fekk ikki rætt, tíbetur.

Í dag hava vit eitt fullfíggjað mál, sum kann verða tøkt á øllum málsligum økjum, um vit vilja tað. Tað er ein spurningur um raðfesting. Skal føroyska málinum vera lív lagað, má málið verða tøkt á fólksligu máltøkniligu pallunum, t.d. á Google Translate og ChatGPT, og bæði Siri og Alexa mugu skilja føroyskt. Um ikki, so er bara spurningur um tíð, til vanligi føroyingurin velur enskt fram um móðurmálið í samskiftinum. Um tað hendir, er føroyskt ikki longur fullfíggjað og samfelagsbært, men heldur eitt mentanarligt og søguligt minni um eina farna tíð.

Máltøknidepilin, sum skal setast á stovn á Fróðskaparsetrinum, er avgerandi fyri, um føroyska málinum er lív lagað ella ikki. Upphæddin í fíggjarlógaruppskotinum er einki at reypa av, 1 millión, men hetta er so ein byrjan. Kanska upphæddin veksur við risafetum til fíggjarlógina 2024. Tað er í øllum førum eingin ivi um, at máltøkniliga menningin fer at vaksa við risafetum.

Góðan móðurmálsdag!

Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi í føroyskum

Ráðgevin
 

 

Føroyskt í miðnámi 

Sólvá Jónsdóttir
Mánadag - fríggjadag
solva@nam.fo 
+298 555158