Skip to main content

Føroyskt í miðnámi

Føroyskt á yrkisnámi

13.06.2023

Lærugreinin føroyskt á yrkisnámi verður meira yrkisviðkomandi.

Skrivað hevur Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi.

 

1. august 2023 kemur dagførd námsætlan í gildi fyri lærugreinina føroyskt í fólkaskúla, á yrkisnámi og á gymnasislum miðnámi.

Í eina tíð hava vit í Námi arbeitt við at dagføra námsætlanir í føroyska skúlaverkinum. Dagførdu námsætlanirnar eru skipaðar í trý ymisk skjøl:

  • Støðisnámsætlan, sum er galdandi fyri allar lærugreinar á øllum stigum í fólkaskúla, á miðnámi og í almennu lærugreinunum á yrkisnámi.
  • Faklig námsætlan, sum er samanhangandi frá byrjan í fólkaskúla til lokið miðnám ella yrkisnám.
  • Leiðbeiningar til ymsu stigini, sum eru gjørdar við støði í bæði støðisnámsætlanini og í fakligu námsætlanini.

Leinki til námsætlanir, leiðbeiningar og annað viðkomandi tilfar.

 

Broytingar í føroyskum á E- og C-stigi

Á yrkisnámi verður undirvíst í føroyskum á E- og C-stigi. Føroyskt á E-stigi fevnir um 55 klokkutímar í umleið 20 vikur. Føroyskt á E-stigi er ein av almennu lærugreinunum, sum lærlingar á yrkisnámi skulu hava. Hetta eru lærlingar, sum læra innan eitt nú føðslu, hár, el, timbur og smiðju.

Føroyskt á C-stigi er á breytunum innan handil, skrivstovu og tilvirkis- og klædnaatstøði. Undirvísingin fevnir um 125 klokkutímar í eitt ár, og til ber hjá summum av næmingunum at halda fram á A-stigi á gymnasialum miðnámi.

Higartil hava námsætlanirnar í føroyskum á E- og C-stigi verið ógvuliga líkar námsætlanini á A-stigi, og stórur munur hevur ikki verið á undirvísingini, undantikið stigvøksturin sjálvandi.

Bæði lærarar og lærumeistarar hava ført fram, at í lærugreinini føroyskum eru tað serliga førleikarnar at lesa og at leggja fram munnliga, sum tørvur er á at styrkja hjá lærlingunum. Somuleiðis hevur ynski verið frammi um, at almennu lærugreinarnar á yrkisnámi leggja seg meira eftir at arbeiða við yrkisviðkomandi tilfari. Hetta er tikið til eftirtektar, og í dagførdu námsætlanini sæst nú nakað av muni á førleikamálunum fyri yrkisnám og gymnasialt miðnám, men tað er tó serliga í leiðbeiningunum at munirnir síggjast.

Grannamál, bókmentasøga og málsøga eru ikki longur kravd í føroyskum á yrkisnámi. Størri dentur verður í staðin lagdur á støðisførleikarnar at lesa, skriva og at samskifta, bæði munnliga og skrivliga. Viðvíkjandi tekstalestri verður mælt til at leggja størri dent á at lesa yrkisviðkomandi tekstir. Hetta merkir, at næmingarnir á ykisnámi í størri mun fara at lesa og viðgera yrkistekstir og í minni mun fagrar bókmentir.

Førleikamál er eisini orðað um samskifti á stovnum og fyritøkum, bæði innanhýsis- og uttanhýsissamskifti. Hetta førleikamálið snýr seg t.d. um lýsingar, teldupostsamskifti, umsóknir og fundarfrásagnir, sum næmingar á yrkisnámi kunnu vænta at møta í yrkispartinum av útbúgvingini.

 

Yrkisviðkomandi tilfar

Tilfarið, sum er kjarnin í undirvísingini, skal í síni heild fevna um ymisk tekstsløg, bæði yrkis- og fagurbókmentalig, og tað er lærarin sum velur tekstirnar. Sum nevnt omanfyri, verður í leiðbeiningunum mælt til at leggja dent á yrkisviðkomandi tilfar. Júst hvat tilfar er yrkisviðkomandi, er ymiskt, alt eftir hvørja breyt ella útbúgving talan er um. Tilfarið kann t.d. fevna um lýsingar, leiðbeiningar og annað viðkomandi tilfar frá fyritøkum og stovnum. Eisini kann talan vera um greinir, filmar ella fagurbókmentir, sum viðgera evni, sum eru viðkomandi fyri útbúgvingina.

 

Próvtøkan á E-stigi

Á E-stigi er munnliga próvtøkan eisini broytt, soleiðis at næmingarir verða royndir í upplestri og í munnligari framløgu av einum sjálvvaldum yrkisviðkomandi evni. Til munnligu framløguna skal næmingurin hava orðað ein stuðlandi framløgutekst (t.d. eina PowerPoint-framløgu).

Sostatt verður á E-stigi farið frá siðbundna próvtøkuháttinum við próvtøku í at greina og tulka tekst.

Endamálið við nýggja próvtøkuháttinum er at styrkja førleikarnar at lesa, at skipa eina munnliga framløgu við framløguteksti og at leggja fram.

Karmarnir um próvtøkurnar á C-stigi eru ikki broyttir og líkjast kørmunum á A-stigi. Men við tað, at leiðbeiningin leggur upp til, at tekstúrvalið verður meira yrkisviðkomandi, koma hesir tekstir óivað at fylla meira í próvtøkugrundarlagnum.

 

Verkstovur

Í viku 36 (5.-9. septembur) verður skipað fyri verkstovum í Námi við støði í dagførdu námsætlanunum. Verkstovurnar fyri lærarum í føroyskum á yrkisnámi verða mánadagin 5. septembur. Støði verður tikið í dagførdu námsætlanini í føroyskum, tilhoyrandi leiðbeiningum og í støðisnámsætlanini.

Leinki til kunning og tilmelding til verkstovur. 

Ólavur Frederiksen Faroephoto