Fremmandamál
Hví "tasks" í fremmandamáls-undirvísingini?
Ein út av fleiri avbjóðingum, ið flest allir fremmandamálslærarar í fólkaskúlanum kenna sum náttúrligan tátt, er hetta við at fáa næmingarnar til at samskifta á málinum, teir eru við at læra. Eg fari hesaferð at geva talitíð til eitt didaktiskt amboð, ið kann stuðla undir at fáa gongd á samskiftið á fremmandamáli úti í flokkunum. Hugtakið er ikki nýtt og hevur í Danmark fyrst og fremst verið brúkt innan annaðmálsundirvísing.
Tað snýr seg um tasks.
Yvirskipað og heilt stutt kann ein task lýsast sum ein uppgáva við einum samskiftisendamáli – samskiftið er fortreyt fyri, at uppgávan kann loysast.
Eitt einfalt dømi um eina task eru nakrir næmingar í einum bólki, ið fáa lutaða hvør sína mynd úr eitt nú, einari graphic novel. Næmingarnir verða síðani bidnir at lýsa/luta um sína mynd ein og ein – uttan at vísa hinum í bólkinum hana. Út frá munnligu frágreiðingunum verða næmingarnir bidnir um at skipa hesar myndir í rætta raðfylgju. Fortreytin fyri, at hendan uppgávan kann loysast, er, at næmingarnir samskifta munnliga sína millum.
Omanfyristandandi einfalda dømið rúmar tó bæði autentiskum samskifti, har tað er ein reellur tørvur fyri at gera tilgitingar á málinum um eitt evni, ið hevur eitt endamál. Hesi bæði eru eftir mínum tykki nøkur av kjarnuhugtøkunum í mun til at leggja lunnar undir motivatiónini hjá næmingum at royna seg í samskifti á øðrum samskiftiskotum enn móðurmálinum
Tá arbeitt verður task-grundað, verður arbeiðið skipað í trý umfør – her er eitt dømi: Næmingarnir skulu gera ein lista yvir reglar viðvíkjandi fartelefonum á ymiskum skúlum
- Áðrenn-umfarið: Næmingarnir skulu leita sær kunning um, hvørjar reglar eru umboðaðar á ymiskum skúlum og hyggja eftir, hvussu hesar eru orðaðar
- Sjálvt arbeiðið: listin verður gjørdur
- Aftaná-umfarið: Arbeitt verður við háttarsagnorðum
Onnur dømi um hesar uppgávur, ið hava eitt samskiftisendamál, eru eitt nú:
- Kunningargil, har næmingur 1 eitt nú fær eina mynd, ið bara hann sær. Hann skal so royna at lýsa tekningina við orðum, ið skulu vegleiða næming 2 í mun til, hvussu hann skal royna at tekna somu tekningina.
- Putlispøl, har næmingar fáa ymiskar myndir og samskift verður um, hvussu myndirnar skulu skipast
- Loysa trupuleika, eitt nú við Odd One Out
Fyri at ein uppgáva skal kunna skilmarkast sum verandi ein task, skulu hesar treytir lúkast:
- Týdningur kemur áðrenn form. Hetta merkir, at tú gert ikki eina task fyri beinleiðis at venja eitt nú bendingarsnið, men fyri at samskifta um eitt innihald.
- Endamálið við uppgávuni skal vera samskifti. Hetta merkir, at uppgávan skal loysast gjøgnum samskifti.
- Eitt úrslit av arbeiðinum.
Er talan um eina task?
Verða næmingarnir bidnir um at siga frá um eina søgu, er einki samskiftisendamál við uppgávuni. Men um gjørt verður, sum nevnt í byrjanini, at teksturin verður deildur upp og næmingarnir skulu samskifta um, hvørja raðfylgju hann skal setast saman í, er samskiftið vorðin fortreyt fyri, at uppgávan kann loysast.
Verða næmingarnir bidnir um at siga frá frítíðaráhugamálum sínum í flokkinum, er heldur ikki eitt greitt samskiftisendamál við uppgávuni. Men verða teir bidnir um at spyrja hvønn annan um frítíðaráhugamál og gera eitt yvirlit yvir tey afturljóð, ið eru umboðaði, tá verður samskiftið kjarnuhugtak í mun til at loysa uppgávuna.
Dr.ling.merc. et lic.pæd. Kirsten Haastrup og lektari Michael S. Pedersen, peika í greinini: ”Output – input – interaktion”, á hvussu ein námsfrøðilig tilgongd, ið er task-grundað, har næmingar arbeiða við task-uppgávunum, kunningargil ella putlispøl, er serstakliga væl egnað til interaktión.
Tað, ið verður staðfest er, at málbrúkið her er vavmiklari og fjølbroyttari enn siðbundna samskiftið, ið er millum lærara og næming, har næmingurin fær spurningar settar í floksundirvísingini. Spurningar verða settir, næmingar vísa, at teir eru ósamdir, teir biðja um o.s.fr.. Fleiri ymiskar funktiónir í málinum verða brúktar. Næmingar fáa bæði input, møguleika at framleiða output og fáa roynt at gera tilgitingar og at fáa afturljóð, um samskiftið heldur. Tasks skapa karmar fyri møguleikanum at royna seg í samskifti við endamáli. Samstundis fær næmingurin eina tilvitan um, hvar hann hevur avbjóðingar í mun til at tosa málsliga rætt. Ein næmingur, ið er í gongd við at læra um past og present tense i enskum, byrjar kanska við at seta ”go” í tátíð við at seta endingina -ed á ”goed”. Í samskiftinum er sannlíkt, at næmingurin fær afturljóð, ið avváttar hesa tilgiting og gevur næminginum tískil eitt nýtt útgangsstøði at gera nýggjar tilgitingar um málið.
Hetta merkir, at sjálvt um sniðið av einari task, raðfestir týdning áðrenn form, eru tasks ikki einans karmar fyri samskifti. Tað er ígjøgnum tilgitingar og afturljóð í samskiftinum, at lunnar verða lagdir undir at skapa tilvitan hjá næminginum um, hvar hann er avbjóðaður í mun til mállæruna. Henda tilvitan kann brúkast sum innihald í eftir-umfarinum.
Sum lærari nýtist tær ikki eitt serligt undirvísingartilfar fyri at kunna arbeiða task-grundað. Tú kanst gera uppgávur, ið lúka treytirnar, eg havi lýst, úr tilfarinum, tú hevur.
Task-based Language Teaching; grammar and TBL (willis-elt.co.uk)