
Um at ferðast á netinum
At reika á netinum er ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá flest øllum, bæði børnum og vaksnum. Hetta setur krøv um skilagóðan atburð og hvussu tú tryggjar títt privatlív.
Ein væl tilrættisløgd undirvísingargongd í ymiskum lærugreinum, har næm ing urin fer í dýpdina saman við sínum floksfeløgum, tryggjar at evnið verður tikið í álvara og fær neyðuga viðgerð.
Somuleiðis er sera umráðandi, at foreldr ini hava ein virknan leiklut. Fyri hvørt evni er ein heimasetningur, har foreldrini og barnið í felag viðgera ymiskar spurningar, ið stinga seg upp í kjalarvørrinum av kunningartøknini.
Undirvísingartilfarið leggur dent á fimm viðkomandi tættir, ið stuðla upp undir fyribyrgjandi gongdina, ið er:
VITAN + HUGBURÐUR = ATBURÐUR
Ein slík skipað tilgongd er – saman við foreldrafundum og øðrum átøkum í SSP – við til at menta okkara børn og ungu til at gerast skilagóðir og vandalig ir brúkarar, tá ið teir reika á net in um og brúka mongu pallarnir og samskiftishætt irnar har.
Januar 2017
Óli Rubeksen
SSP ráðgevi