Skip to main content

Seminar um fjarlestur

06.09.2011

Tann 21. september verður NVL seminar um fjarlestur í Norðurlandahúsinum.

Tak skránna niður her

Skrá
09.15-09.45 Vælkomin
NVL
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum

09.45-10.30 Sosial læring – avbjóðingar og møguleikar
Alastair Creelman, samskipari fyri fjarlestur og verkætlanarleiðari, Linnaeus Universitet, Svøríki

10.30-10.50 Kaffisteðgur

10.50-11.35 Granskingar- og útbúgvingardeplar í útjaðaranum í Íslandi – royndir í týggju ár
Rögnvaldur Ólafsson, stjóri, Institutt fyri Granskingardeplar, Háskóli Íslands

11.35-12.00 Lokalir skúlar – pallar fyri økismenning
Torhild Slåtto, stjóri, Norskt felag fyri fjarlestur og fleksibla útbúgving

12.00-13.00 Miðmáli

13.00-13.20 Avbjóðingar í sambandi við at gera fjarskotnar luttakarar virknar í toymisgrundaðum læringssimulatiónum
Ólavur Ellefsen, stjóri, Simprentis

13.20-13.40 Royndir við fjarlesturi og -útbúgving í Føroyum
Hannes Gislason, PhD, professari í kunningar- og samskiftistøkni, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
Páll Isholm, stjóri, Føroya Handilsskúli
Aina L. Knudsen, útbúgvingarleiðari, hægri útbúgvingar, Føroya Handilsskúli

13.40-13.50 Innleiðsla til verkstovur
Tema: Frá strategi til verksetan
Við støði í framløgum: Hvussu kunnu vit fremja fjarlestur og –læring í Føroyum?

13.50-14.30 Verkstovur

14.30-14.50 Kaffisteðgur

14.50-15.50 Verkstovur framhald

15.50-16.30 Plenum – niðurstøður frá verkstovum

Mál: Høvuðsmálini eru tey skandinavisku málini (svenskt, norkst og/ella danskt), tó eru tvær framløgur á enskum

Tilmelding: Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til. Tilmelding á teldupost alk@hsh.fo í seinasta lagið 15. september 2011

Fyrilestrarhaldarar
Alastair Creelman
Alastair Creelman starvast á Linnaeus Universitetinum í Kalmar, har hann er verkætlanarleiðari og samskipari fyri fjarlestur. Tey seinastu árini hevur Alastair Creelmann verið verkætlanarleiðari fyri einari svenskari verkætlan, hvørs endamál er at fremja menning og nýtslu av fríum útbúgvingartilfeingi (open educational resources) á hægri útbúgvingum í Svøríki. Í løtuni arbeiðir Alastair Creelman við einari regionalari verkætlan í Svøríki, hvørs endamál er at nýta e-læring í økismenning. Hann arbeiðir somuleiðis við menningini av net-grundaðari læring umvegis ymiskar sosialar miðlar. Høvuðsáhugamálini hjá Alastair Creelman eru nýtsla av sosialum miðlum í útbúgvingum, fríum útbúgvingartilfeingi og nýtslu av hesum, persónlig læringsumhvørvi, virtuellir heimir og vøkstur í óformellari læring.

Blogs: acreelman.blogspot.com (enskt) and flexspan.blogspot.com (svenskt)

Heiti:
Sosial læring – avbjóðingar og møguleikar

Lýsing:
Tað sosiala alnetið (the social web) gevur møguleika at nýta nógv ymisk amboð og tilfeingi í læringini. Tá vit nýta frítt útbúgvingartilfeingi er møguligt at taka skeið og útbúgvingar á teimum bestu universitetunum í heiminum, óheft av, hvar vit búgva. Somuleiðis gerast vit virkin í lestrar-bólkum við lesandi úr øllum heiminum. Møguleikarnir fyri óformellari læring eru sera nógvir, og vit síggja longu nú nýggjar strukturar í sambandi við útbúgving – strukturar, sum eru til uttanfyri ta formellu útbúgvingarskipanina. Spurningurin framyvir er, hvussu er møguligt at sameina formella og óformella læring og skapa nýggjar læringsmøguleikar fyri allar borgarar – líka mikið, hvar tey eru stødd.

Rögnvaldur Ólafsson
Dr. Rögnvaldur Ólafsson er stjóri á Institutt fyri Granskingardeplar á Háskóla Íslands. Institutt fyri Granskingardeplar hevur granskingardeplar í útjaðaraøkinum í Íslandi. Rögvanldur Ólafsson hevur verið virkin í at seta á stovn og menna fjarlestur og granskingardeplar í útjaðaranum í Íslandi síðani 1997.

Heiti:
Granskingar- og útbúgvingardeplar í útjaðaranum í Íslandi – royndir í týggju ár

Lýsing:
Í byrjanini av 21. øld vóru regional netverk og deplar, sum bjóða útbúgving og venjing uttanfyri høvuðsstaðin, sett á stovn í Íslandi. Tað vóru lokalir borgarar sum ynsktu og tóku stig til netverkini og deplarnar og varð tiltakið stuðla av lokalum politikkarum og tinglimum, sum sóu, at tað var ein vaksandi tørvur á meiri útbúgving og venjing í útjaðaranum eins og fjølbroyttari starvsmøguleikum og mentanarligum virksemi. Høvuðsvinnugreinarnar, fiskivinna og landbúnaður, høvdu verið fyri stórum tøkniligum og sosialum broytingum í seinnu helvt av 20. øld, sum førdu við sær fráflyting frá regiónum til høvuðsstaðarøkið. Royndirnar við teimum regionalu netverkunum og deplunum verða nú eftirmettar og deplarnir verða broyttir við støði í royndunum.

Torhild Slåtto
Torhild Slåtto, cand.polit, stjóri, Norskt felag fyri fjarlestur og fleksibla útbúgving. Limur í norðurlendska NVL netverkinum, “Distans”. Torhild Slåto hevur givið út bøkur um lokala menning og hevur verið verkætlanarleiðari í samband við nógvar verkætlanir, sum snúgva seg um útbúgving og menning.

Heiti:
Lokalir skúlar – pallar fyri regionalari menning

Lýsing:
Í Sogn økinum í Noreg samstarva sjey kommunur saman um verkætlan nevnd "SATS PÅ SKOLEN - snu Sogn". Sum liður í verkætlanini eru teir lokalu skúlarnir og stjórarnir á hesum skúlunum útvald í sambandi við menningina í økinum. Hvussu? Við útbúgving, ið er ætlað skúlastjórunum – fjarlestur er partur av hesi útbúgving. Somuleiðis við at undirvísa og fremja í verki íverksetan á skúlunum. Visiónin er, at næmingarnir sum frá líður gerast íverksetarar í síni egnu bygd.

Ólavur Ellefsen
Ólavur Ellefsen er stigtakari og stjóri á Simprentis, ið er eitt tøkniligt felag við høvuðssæti í Føroyum. Síðan 2002 hevur Simprentis ment OilSIm, ein læringssimulatiónsplatformur til olju- og gassídnaðin. OilSim verður nýtt til útbúgving og skeið á útbúgvingarstovnum og í oljuvinnuni um allan heimin. Læringin er trupulleika- og toymisgrundað. Luttakarar í OilSim eru í toymum, sum samstarva og kappast við onnur toymi, og heldur enn at lurta eftir fyrilestrum, skulu toymini loysa avbjóðingar í OilSim tykisheiminum. OilSim verður nýtt til at læra nógv ymisk evni, eitt nú virðisketu, jarðfrøði, jarðalisfrøði, mál, samskifti og tvørmentanarlig viðurskifti. Læringin verður fyriskipað og leidd av vegleiðarum og kann vera á nógvum støðum í senn. Ólavur Ellefsen er cand.merc.-dat frá CBS og hevur eisini sett á stovn onnur tøknilig feløg. Heimasíða: www.simprentis.com. Twitter: twitter.com/olavur

Heiti:
Avbjóðingar í sambandi við at gera fjarskotnar luttakarar virknar í toymisgrundaðum læringssimulatiónum

Lýsing:
Læringin, sum Simprentis veitir, hevur higartil verið grundað á siðbundnan skeiðshátt, har vegleiðarar og luttakarar eru á sama staði. Tað, sum hevur eydnast serliga væl, er at gera luttakararnar virknar og at stýra læringstilgongdini frá byrjan til enda. Ein vegleiðari er á hvørjum staði og hvørt skeið hevur eina byrjan og ein enda. Í hesum høpi hevur Simprentis drúgvar royndir at skipa fyri útbúgvingartiltøkum við nógvum luttakarum og vegleiðarum í fjarskotnum økjum, serstakliga í Norðanlondum (Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark). Umframt hetta roynir Simprentis seg við vegleiðing umvegis netið. Um hetta eydnast væl, merkir tað, at tey lærandi kunnu verða stødd langt burturi og vera einsamøll, men framvegis luttaka í tykisligum (virtuellum) toymum og verða vegleidd umvegis netið. Avbjóðingin er at gera luttakararnar virknar og fáa tey at læra, sjálvt um tey einans samskifta umvegis netið.

Hannes Gislason, Páll Isholm, and Aina L. Knudsen
Hannes Gislason, PhD, professari í kunningar- og samskiftistøkni, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya Páll Isholm, stjóri, Føroya Handilsskúli
Aina L. Knudsen, útbúgvingarleiðari, Føroya Handilsskúli

Heiti:
Royndir við fjarlesturi og -útbúgving í Føroyum.
Cases: Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Handilsskúli