Føroyakort (seinast dagført 2020)
T FDS100
Føroyakortið, sum er í stødd 1:100 000 (120x80 cm), er teknað í Føroyum. Á Føroyakortinum eru fleiri enn 1700 staðarnøvn, sum Staðarnavnanevndin hevur góðkent.
Umhvørvisstovan dagførir Føroyakortið fyri Nám. Skrivast kann á kortið, ið er laminerað og kann brúkast sum undirlag og slitsterkur dúkur, bæði í skúla og barnagarði. Kortið, sum er teknað í altjóða litum á sjógvi og landi, er partur av heimsatlasinum hjá Námi, “Atlas til heim og skúla” (2014). Føroya Dátusavn, og seinni Umhvørvisstovan, hevur ment kortið í samstarvi við Nám.
Kortið er dagført í 2020