Mær dámar at rokna
Eitt spæl, har ið barnið arbeiðir við myndum og soleiðis lærir at rokna á ein stuttligan og litfagran hátt. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og mennandi.
Eigur tú tvær kaninir og fært tvær afturat, hvussu nógvar eigur tú so? Eitt spæl, har ið barnið arbeiðir við myndum og soleiðis lærir at rokna á ein stuttligan og litfagran hátt. Spælið stimbrar eisini málið og minni, og barnið lærir at hugsavna seg. Talan er um sonevnt Educa spæl, sum er spanskt dygdarspæl, ið verður framleitt á óteljandi málum og til heimsmarknaðin. Nú eru fleiri Educa spøl á fyrsta sinni á føroyskum og úr føroyska umhvørvinum. Spølini eru seks í tali, hini eru: At skyna á klokku, Minnisspæl, Øvut, Ord og mynd og Myndaspæl. Spølini eru slitsterk, fittlig og liggja væl í hondunum.