Skip to main content

Øvut

Spæl

 Gevið gætur! Útgávan er útseld og verður ikki prentað aftur  

Vátt ella turt, opið ella aftur, heitt ella kalt. Hvørt fyribrigdi hevur sín mótsetning. Barnið lærir at skilja fyribrigdið mótsetningar við at brúka lutir úr gerandisdegnum á slíkan hátt, at einans teir røttu mótsetningarnir hóska saman.

Spælið stimbrar eisini málið og minni, og barnið lærir at hugsavna seg. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðar-skúla. Spælið er stimbrandi og mennandi.Talan er um sonevnt Educa spæl, sum er spanskt dygdarspæl, ið verður framleitt á óteljandi málum og til heimsmarknaðin. Nú eru fleiri Educa spøl á fyrsta sinni á føroyskum og úr føroyska umhvørvinum. Spølini eru seks í tali, hini eru: Mær dámar at rokna, At skyna á klokku, Orð og mynd, Myndaspæl og Minnisspæl. Spølini eru slitsterk, fittlig og liggja væl í hondunum.

Øvut
Øvut