Skip to main content

Myndaspæl

Spæl

Eitt spæl við djórum og øðrum úr kenda umhvørvi barnsins. Í hesum spæli er dentur lagdur á at læra nøvn á djórum og øðrum í náttúruni. Umframt at læra at kenna djór og annað, so lærir barnið eisini orðamyndina. Spælið hóskar væl sum stuðul undir lesivenjing barnsins.

Spælið hóskar væl sum stuðul undir lesivenjing barnsins. Spælið stimbrar eisini málið og minni, og barnið lærir at hugsavna seg. Um somu tíð lærir tað náttúruna at kenna. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðar-skúla. Spælið er stimbrandi og mennandi.Talan er um sonevnt Educa spæl, sum er spanskt dygdarspæl, ið verður framleitt á óteljandi málum og til heimsmarknaðin. Nú eru fleiri Educa spøl á fyrsta sinni á føroyskum og úr føroyska umhvørvinum. Spølini eru seks í tali, hini eru: Mær dámar at rokna, At skyna á klokku, Øvut, Ord og mynd og Minnisspæl. Spølini eru slitsterk, fittlig og liggja væl í hondunum.

Myndaspæl
Myndaspæl