Um livikor føroyinga
Arbeiðshefti 2
Endamálið við at gera arbeiðsspurningar til frágreiðingina Um livikor føroyinga er m.a. hetta: - at næmingar og onnur áhugað fáa eina tilvitan um, hvussu livikorini við støði í inntøkuviðurskiftum hava verið í okkara samfelag tey seinastu árini, - at gera næmingarnar førar fyri at bera saman og døma um ymisk viðursskifti, sum hava avgerandi týdning fyri livikorini hjá fólki, - at nýta hagtøl, kurvar og stabbamyndir, at rokna út vísitøl fyri lættari at fáa yvirlit yvir talupplýsingar og at leita upp tað, sum hevur størsta týdning í sambandi við evnið.