Skip to main content

Sýldi drunnhvíti

Sýldi drunnhvíti (lat. Oceanodroma leucorrhoa (Viel)) líkist hinum vanliga, men kennist væl frá honum, tí at hann er góðan mun størri og hevur djúpa sýling aftan í velinum. Á veingjunum er hann meira gráligur. Eingin veit hann eiga aðrastaðni í Føroyum uttan á Mykinesi og Mykineshólmi, og tað er stutt síðani, at menn vóru varir við hann har. Nú er hann nógvur, so hann má vera nørdur óføra skjótt, og tað letur til, at hin drunnhvítin otar seg undan honum, har hann kemur. Holur hansara eru langar og krókutar og oftast ringar at finna á, tí sítt gras hongur niður fyri inngongdina. Hann fer ikki út, fyrr enn hálvaskýmt er, og er eisini seinur heim á morgni.

Dúnungin er svartur. Bæði hann og hin vanligi drunnhvítin liva mestu tíðina á árinum úti á víðum havi, og hvør er treystari og fimari enn annar í flognum.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.