Skip to main content

Styrk tínar styrkir

Bøkur, sum stuðla næmingunum í bæði fakligari og persónligari menning

Undirvísingartilfar til næmingar í fólkaskúlanum og á miðnámi, sum fevnir um tríggjar einnýtisbøkur til næmingarnar, tvey styrkispøl og tríggjar læraravegleiðingar – ein til hvørja næmingabók. Endamálið er at hjálpa næmingunum at finna, skilja og menna sínar styrkir, og á hendan hátt leggja eitt dygt grundarlag fyri bæði persónligari menning og fakligum framburði.

Um bókaheildina

Bókaheildin leggur dent á at menna positiva sjálvsfatan hjá næmingunum. Gransking vísir, at samband er millum sjálvsfatan og faklig avrik, tí glaðir næmingar læra best. Tá ið næmingarnir kenna seg tryggar og trívast, fáa teir eitt gott grundarlag fyri læring. Við hesari tilgongdini fær hvør einstakur næmingur møguleika at arbeiða við sínum styrkjum, og hetta gevur teimum viðurkenning og rós fyri teirra egnu førleikar. Talan er um eina gevandi og motiverandi tilgongd, sum hjálpir næmingunum at læra seg sjálvar at kenna.

Høvuðsendamálið við undirvísingartilfarinum er tó ikki bert at menna sjálvsfatanina hjá næmingunum, men eisini at stuðla teirra fakligu og persónligu menning. Næmingarnir skulu gerast førir fyri at brúka sínar styrkir í gerandisdegnum, bæði í flokkinum og í teirra víðari lívi. Lærarar fáa eisini stuðul við hesum tilfari, so teir kunnu hjálpa næmingunum at menna sínar styrkir og skapa eitt umhvørvi, har trivnaður, læring og persónlig menning fylgjast á leið.

Til ber at lesa meira um tilfarið á donsku heimasíðuni hjá Styrkeakedemiet