
Sálarfrøði
Trupulleikar eru við handlinum í løtuni: Tað kann vera at keypið fer ígjøgnum, hóast tit fáa eini boð, sum siga at keypið ikki riggar. Vinarliga kanna um peningurin er farin av kontuni áðrenn tit keypa á nýggjum, um tit fáa hesi boð. Setið tykkum í samband við snar@skulin.fo, um eingin lykil kemur í teldupostinum.
Vørunr.: 9789991823768
- Delivery by Email
Lýsing
Sálarfrøði - Lýsing av grundleggjandi leiðum og ástøði í sálarfrøði lýsir sálarfrøði sum vísindaøki í høvuðsheitum. Talan er fyri ein part um eina søguliga gjøgnumgongd og eina allýsing av sálarfrøði sum vísindagrein. Eisini verður komið inn á vísindahugsan meiri alment og ymisk vísindalig sjónarhorn, og nomið verður við týdningin av sálarfrøðiligum ástøði og sálarfrøðiligum kanningum.
Komið verður inn á psýkoanalýsuna, ein hugsan um menniskjað og sálarlív tess, og sum hevur havt avgerandi ávirkan á alla seinni sálarfrøði. Onnur rák, ið verða lýst eru m.a. behaviorisman og sonevnda humanistiska rákið, og eisini hugsanir, ið lýsa og greina menningareyðkenni frá gitnaði til deyða.
• Hvussu vit mennast sum menniskju og teir persónar, vit eru?
• Hvussu er sínámillum ávirkanin millum okkum sum persónar, hini og umstøðurnar annars?
• Hvussu nógv eru vit stýrd, og í hvønn mun stýra vit?
• Er lýdni bert av tí góða?
Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða lýstir í bókini.
Bókin er skipað í 8 tættir: 1) Sálarfrøði, almennur partur 2) Menningarsálarfrøði 3) Ungdómur 4) Ymiskleikasálarfrøði 5) Eitt felagssálarfrøðiligt sjónarhorn 6) Kognitión og nervalagssálarfrøði 7) Læra og lærustøður 8) Persónsmenning.
Við sBókini fær næmingurin:
250 orðafrágreiðingar | 121 myndir og tekningar | 300 síður av teksti
Frámerki
Duration |
|
Duration |
|
Ummælir
Viðmældar vørur
-
HetjaFO
Trupulleikar eru við handlinum í løtuni: Tað kann vera at keypið fer ígjøgnum, hóast tit fáa eini boð, sum siga at keypið ikki riggar. Vinarliga kanna um peningurin er farin av kontuni áðrenn tit keypa á nýggjum, um tit fáa hesi boð. Setið tykkum í samband við snar@skulin.fo, um eingin lykil kemur í teldupostinum.
frá 1 78,00 DKK Við 0,00% MVG