Skip to main content

3 ráð um heimaundirvísing

Góð ráð um undirvísing heimanífrá, nú koronasmittan herjar um landið.


At øll vórðu send heim vegna farsótt er ein støða, eingin hevði væntað fyri fáum vikum síðani, men nú er hetta veruleikin, og vónandi ber til at bjóða haldgóða undirvísing, hóast vit ikki kunnu vera í sama rúmi.

Til ber at býta online-heimaundirvísing upp í trý høvuðsøki:

         1. Samskifti umvegis teldupost, sms, intranet ella við vikuætlanum á heimasíðu skúlans.
         2. Talgildir pallar ella bøkur og annað tilfar, sum er tøkt á netinum.
         3. Net-skúli ella ein virtuell stova, har øll í flokkinum luttaka í senn.

Á hesum síðunum fara vit at royna at gera hesa tilgongdina lættari hjá tí einstaka læraranum við vegleiðingum, slóðum og góðum ráðum.

 

Samskifti umvegis teldupost, sms, intranet ella við vikuætlanum á heimasíðu skúlans.

Ta fyrstu tíðina eftir at skúlarnir hava latið aftur, er tað av alstórum týdningi at kunna næmingar og foreldur um, at skúlarnir enn hava skyldu at undirvísa børnunum. Undirvíst verður heimanífrá, og lærarar gera næmingunum greitt, hvat teir skulu gera, nær teir skulu gera tað, og hvussu teir skulu gera. Um tørvur er á hjálp til onkrar uppgávur, so setir lærarin seg í samband við foreldrini. Foreldur mugu fylgja væl við í boðum, sum koma frá skúlanum.

Tað kann vera hent at senda sms, teldupost ella at ringja til foreldur um at heinta bøkur o.a. í skúlanum. Eisini ber til at heita á tey um t.d. at fáa børnini at venja tabell, loysa onkra uppgávu ella fáa tey at lesa heima.

Bæði næmingar og foreldur skulu duga at finna vikuætlanina, koma inn á viðkomandi pallar og t.d. læra at logga inn í Teams í Office365.

 

Talgildir pallar og netbøkur og annað tilfar, sum er tøkt á internetinum.

Lærarin má tryggja sær, at næmingarnir hava møguleika fyri og duga at brúka talgildu pallarnar.

Í hesum døgum verður latið upp fyri, at øll sleppa ókeypis inn á ymsar danskar lærugreinaportalar. Niðanfyri eru slóðir til nakrar av teimum. Á nógvum portalum ber til at geva næmingunum uppgávur og enntá vikuætlanir.

Til ber at gera eina samansetta undirvísing við t.d. einum undirvísingarfilmi frá lærara, evnisfilmi frá skoletube, einum kapitli úr skúlabókini og kanska onkrum uppgávum av Snar um sama evni.

 

Net-skúli ella ein virtuell stova, har øll í flokkinum luttaka í senn.

Nógv ymisk forrit kunnu brúkast til at hittast, tosa og síggja hvørt annað á netinum. Sum dømi kunnu nevnast Google G Suite for Education, Hangout, Meet, Teams hjá Office ella Skype. Allir føroyskir skúlar hava atgongd til Teams frá Office365.

Tað kann vera avbjóðandi at gera virtuellar stovur, um næmingar og lærari aldri hava roynt hetta áður.

Her er ein stutt vegleiðing frá Emu um Teams og Google Suite for Education.

Góð ráð um undirvísing í virtuellum flokshøli

  • Bið næmingarnar sløkkja sína egnu mikrofon, tá ið teir ikki skulu siga nakað við hini.
  • Deil tín skerm við t.d. PowerPoint og lær næmingarnar at gera tað sama.
  • Ger uppgávur, har næmingarnir skulu luttaka. T.d. Kahoot spurnakappingar ella felags hugarok. Fyrilestrar kunnu heldur gerast til filmsbrot og verða sendir til næmingarnar.
  • Bið næmingarnar arbeiða í bólkum umvegis Teams ella bara við at tosa saman í telefonini.
  • Ger eitt “Hetta hava vit lært”-video, tá tit eru liðug við eitt evni. Hetta kunnu næmingarnir sjálvir gera.

Tað kann eisini vera ein fyrimunur, at skúlin bjóðar teldusupport um telefon. Nógvir næmingar eru væl førir fyri at fáa hesa support-uppgávuna.