Skip to main content

Um síðuna

 

Nám hevur gjørt hesa síðuna við ymiskum amboðum og slóðum, sum kunnu vera hent í sambandi við, at næmingar skulu undirvísast heima í eitt tíðarskeið.


Í skúla aftaná koronu

Tilfar frá Reyða Krossi

Endamálið við hesi undirvísingargongd er at taka samanum og lofta truplu støðunum, sum næmingarnir hava upplivað, meðan farsóttin hevur gingið.

Gongdin fevnir um eina røð av ítøkiligum verkevnum, har vit eisini kanna og skjøtta um tær royndir, sum næmingarnir hava ognað sær, og sum tey kunnu hava við sær á lívsleiðini.

Venjingarnar í undirvísingargongdini byggja á ríku royndirnar Reyði Krossur hevur við kreppuhjálp, psykososialari hjálp og mentalari heilsuhjálp í kreppustøðum, sama um tað snýr seg um kríggj, náttúruvanlukkur ella viðbreknar familjur í Føroyum.


Rita inn á Microsoft Teams

Temu á Snar

Á temasíðunum eru uppskot um evni, sum kunnu brúkast í undirvísingini. Tað kunnu vera evni, ið knýta seg afturat skúlaárinum, so sum árstíðir og høgtíðir, ella evni sum happing og fólkaheilsa. Her eru eisini evni úr alfrøðini, har lond, náttúra og søga verða lýst.

 

Office 365

Office 365 er samskiftispallurin hjá øllum lærarum og næmingum í føroyska skúlaverkinum. 

Allir lærarar og næmingar hava fingið ein brúkara í skipanini. Teldubræv er sent øllum brúkarum á Firstclass, við skúlaID (brúkaranavni og loyniorði).

 



Vegleiðing í at brúka sBøkur

 

Funkur í sBókunum

 

Í sBókunum eru nógvar funkur, sum kunnu vera hentar, nú undirvísingin er ávirkað av koronavirusinum, t.d. er lætt at geva næmingunum skúlating við at leinkja beint til tekstir, video o.a.... https://sbok.sbok.nam.fo/?id=p128.

Í https://sbok.sbok.nam.fo/ eru vegleiðingar í at brúka tær ymsu funkurnar í sBókini.

 

 

 

 

 

 

 

 

Samvirknar uppgávur í sBókunum

 

Í sBókunum eru nógvar samvirknar uppgávur.

Samvirknar uppgávur gera næmingarnar virknar í undirvísingini. Uppgávurnar eru innbygdar í sBókina og eru ymiskt orðaðar. Til dømis skal næmingurin:

  • velja millum fleiri svar
  • seta orð á rætt pláss í setningum
  • para ymsar lutir
  • fylla út tóm pláss
  • toga lutir, t.d. orð, á rætt pláss í tekstinum
  • loysa krossorð
  • seta lutir á ávíst pláss í einari mynd

Endamálið við samvirknu uppgávunum er fyrst og fremst, at næmingarnir sjálvir royna síni evni og fáa svar beinanvegin. Til ber eisini at loysa samvirknar uppgávur í felag í flokkinum.

Tá ið næmingarnir loysa uppgávur í sBókini, sær lærarin ikki svarini, men lærarin kann avrita uppgávurnar, tillaga tær, og síðan deila tær aftur við næmingarnar. Sí vegleiðing her https://sbok.sbok.nam.fo/?id=p896