Skip to main content

Um síðuna

Nám hevur gjørt hesa síðuna við ymiskum amboðum og slóðum, sum kunnu vera hent í sambandi við, at næmingar skulu undirvísast heima í eitt tíðarskeið.

 

Kunning um korona

Korona í Føroyum

Korona í Føroyum á Facebook

Korona í Føroyum á Instagram

Koronasíðan hjá Heilsumálaráðnum


Føroyskt til hádeild

Aftur til yvirlitið

Koronasamskifti

Kringvarpið er partur av tí samskifti, sum fer í gongd, tá kreppa er í landinum og myndugleikin skal geva boð til okkum øll. Hetta kalla vit eina tilbúgvingarætlan. Í hesi sjónvarpssending tosar verturin, Barbara Holm, við Bjarna Arge, miðlafrøðing, og Brynhild Thomsen, journalist. Tey bæði meta um, hvussu samskiftið hjá landsstýrinum og myndugleikunum annars hevur eydnast í samfelagsligu kreppuni, sum er íkomin av koronasmittuni.

Hyggið eftir prátinum, sum varir 12 minuttir

Lýsið, tey bæði, sum eru innboðin at meta um støðuna:

Hvørji eru teirra sjónarmið?

Eru tey beint fram nøgd við almennu kunningina, ella peika tey á ávísar trupulleikar?

Hvør skal eftir teirra tykki sleppa framat at boða frá um heilsustøðuna? Skulu øll sleppa at geva boð?

 

Lýsið vertin:

Hvør er leikluturin hjá vertinum?

Hvussu ber verturin seg?

 

Lýsið rúmið:

Hvørjir litir síggjast í rúminum?

Hvat er tað, vit síggja á vegginum?

Hvat huglag skapa litirnir og tað, vit síggja?

Prátið er partur av Degi og Viku. Hvønn týdning hevur henda sending fyri Kringvarpið?

 

Les

Flestu lærarar, sum undirvísa í føroyskum í hádeildini, brúka Les tilfarið. Les hevur egnan útgávuheim á snar.fo. Har er bæði tekstasavn, lærarabók og ljóðbók umframt annað viðkomandi tilfar. Á henda hátt ber til at biðja næmingarnar antin lesa í útgávuni ella at lurta eftir tekstunum heima.

Slóð til Les útgávuheimin 


 

Temasíður

Tað eru nógvar ymiskar temasíður, sum kunnu brúkast í undirvísingini í føroyskum. Temasíðan Skaldskapur og miðlar hevur fleiri undirtemu t.d. film og skaldskap av mannamunni. Temasíðan Filmur hevur tíggju ymiskar føroyskar stuttfilmar. Til ber at hyggja at filmunum og arbeiða við teimum á ymsan hátt. Ítøkiligar uppgávur eru, sum næmingarnir kunnu loysa heima.

Slóð til temasíðuna um film


 

Skaldskapur av mannamunni

Á temasíðunum Sagnir, Ævintýr og Kvæði ber til at arbeiða við sagnum, ævintýrum og kvæðum. Tað verður greitt frá, hvørji eyðkenni ymisku tekstasløgini hava. Ein ørgrynna av sagnum, ævintýrum og kvæðum eru skipað eftir bókstavarøð. Harumframt eru sagnirnar skipaðar eftir bygd og kvæðini í mun til kvæðabólkar.

Slóð til síðuna um tekstaslagið 


 

Ferðsla

Ein onnur áhugaverd temasíða er Ferðsla. Talan er um ymisk tekstasløg, og á henda hátt ber til at arbeiða bæði við blaðgreinum, lýsingum og stuttfilmum. Ítøkiligar uppgávur eru, sum næmingarnir kunnu loysa heima.

Slóð til temasíðuna um ferðslu


 

Mállæra

Í sambandi við skrivliga partin, so er mállærubókin Stutt mállæra tøk á netinum. Eyka uppgávur til Stutt mállæra, sum næmingarnir kunnu loysa heima, eru tøkar. Eisini eru góð ráð, hvussu skrivast kann við stíli.

Slóð til Stutt mállæra

Slóð til eykauppávur

Slóð til at skriva við stíli 


 

Kringvarp Føroya

 

Kringvarp Føroya hevur nógvar áhugaverdar og viðkomandi dokumentarfilmar, sum hóska væl til undirvísingina í føroyskum. Úr rúgvuni kunnu vit nevna O, móðurmál (3 partar), Streingir ið tóna, Sjá, tú blánar, Føroyskir stuttfilmar (2 partar) Kendir føroyingar: Sámal Joensen – Mikines (2 partar), Kendir føroyingar: Jørgen Frantz (2 partar), Kendir føroyingar: Ebba Hentze. Aðrir eru Drongurin við svarta beltinum, Tey serligu børnini, Tóri, eitt lív á eggini og Happing.

Slóð til ymiskar dokumentarfilmar


Filmur til hádeild

Aftur til yvirlitið


Støddfrøði til hádeild

Aftur til yvirlitið


Enskt til hádeild

Aftur til yvirlitið

Kapping í enskum

Danska forlagið Alinea skipar, so leingi korona ávirkar skúlagongdina, fyri eini kapping í fremmandamálum fyri flokkar í hádeildini. Tilmeldaðir flokkar fáa ein pdf við video, videotaluna sum tekst, uppgávur, eyka tekstir, orðalista o.a. og luttaka í kappingini við egnum stuttum video. Denturin er á at tosa.

Les meir her

Samvirknar mállæruuppgávur

Her eru m.a. samvirknar uppgávur í mállæru, tekstfatan o.ø á fleiri floks-/torleikastigum

 


Søga og samfelagsfrøði til hádeild

Aftur til yvirlitið

Búskaparligar og samfelagsligar avleiðingar av Covid-19

Covid-19 hevur ikki bert heilsuligar, men eisini búskaparligar og samfelagsligar avleiðingar. Tvær undirvísingargongdir eru gjørdar í sambandi við covid-19.

Búskapur er eitt av kjarnaøkjunum í samfelagsfrøði í hádeild, men kann eisini viðgerast í øðrum lærugreinum. Búskapur verður viðgjørdur ymsastaðni í bókaheildini Samfelagsfrøði til hádeild, men serliga Samfelagið – eg og vit øll hevur nógv tilfar um búskap.

Serliga brot 4.3 “Almennur búskapur” er áhugavert í mun til kreppuhandfaring.

Eisini eru uppgávur og eykatilfar at finna í útgávuheiminum “Samfelagið” á Snar.


Danskt til hádeild

Aftur til yvirlitið

Dansk, samfelagsfrøði, søga – evnisarbeiði í ludomani

Danska forlagið Alinea bjóðar skúlum eina ókeypis undirvísingargongd við øllum tilhoyrandi tilfari í evninum “ludomani” ætlað hádeildini.

Les meir her


Týskt til hádeild

Aftur til yvirlitið

Kapping í týskum

Danska forlagið Alinea skipar, so leingi korona ávirkar skúlagongdina, fyri eini kapping í fremmandamálum fyri flokkar í hádeildini. Tilmeldaðir flokkar fáa ein pdf við video, videotaluna sum tekst, uppgávur, eyka tekstir, orðalista o.a. og luttaka í kappingini við egnum stuttum video sum sítt avrik. Denturin er á at tosa.

Les meir her


Ymiskar slóðir

Aftur til yvirlitið

 

Atlantbib.org

Atlantbib.org er ein skúlaverkætlan við luttakarum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Letlandi, Litava, Suðurslesvig og teimum samisku økjunum í Skandinavia. Tað eru Nord Plus Språk 2019og Fondet for dansk-norsk samarbeid, ið veita verkætlanini fíggjarligan stuðul.

Elt slóðina


 

Enskt og støddfrøði – á øllum floksstigum fólkaskúlans

Samvirknar venjingar í ymiskum førleikum í enskum og støddfrøði . Hóast undirvísingarmálið er enskt, er tað ikki altíð berandi og kann tí í summum førum nýtast heilt niður í innskúlingina.

Elt slóðina


 

 

Nógvar lærugreinar – miðdeild og hádeild

Dátugrunnur við eini ørgrynnu av tilfari til nógvar lærugreinar. Tilfarið er á enskum og er ókeypis í koronatíðini. Kanska ein øðrvísi háttur at hava enskt og eina aðra lærugrein samstundis?

Elt slóðina


 

Danskt og enskt – miðdeild +

Ein stuttligur og øðrvísi máti at hava enskt og danskt í senn. Samvirknu uppgávurnar skifta ímillum at venja skrivliga og munnliga fatan í báðum málunum. Hetta leinkið byrjar við eini roynd, sum leggur støðið fyri einstaka næmingin.

Elt slóðina