Skip to main content

Um síðuna

Nám hevur gjørt hesa síðuna við ymiskum amboðum og slóðum, sum kunnu vera hent í sambandi við, at næmingar skulu undirvísast heima í eitt tíðarskeið.

Føroyskt til miðdeild

Aftur til yvirlitið

Nem

Flestu lærarar, sum undirvísa í føroyskum í miðdeild, brúka Nem tilfarið. Nem í triðja, Nem í fjórða og Nem í fimta liggja tøkar sum ibøkur, bæði næmingabók og læraravegleiðing. Í i-bókunum kunnu næmingarnir lesa alt tilfarið, umframt at til ber at lurta eftir øllum. Filmar til tilfarið eru eisini tøkir í ibókunum.

Ein útgávuheimur er til Nem røðina á snar.fo 

Bókmentauppgávur

Á snar.fo ber eisini til at finna tilfar til lærugreinina føroyskt.

Nakrar bókmentauppgávur eru gjørdar til bøkur, sum Nám eigur í flokssetti.

Bókmentauppgávur

Atlantbib

Atlantbib er ein skúlaverkætlan við luttakarum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Letlandi, Litava, Suðurslesvig og teimum samisku økjunum í Skandinavia.

Atlantbib

Krabbabøkur

Nógvar krabbabøkur eru tøkar sum ibøkur, og til fleiri teirra finnast eisini uppgávur. Krabbabøkurnar eru ikki lisnar inn á ibókapallinum, men fleiri teirra finnast innlisnar áKvF.fo.

kvf.fo/vit/utvarp/2019/12/18/klkasta-barni

Norð - Føroyskt

Norð er ein samvirkin bók. nord.nam.fo

Bókin er á føroyskum, donskum, íslendskum, svenskum, norskum og enskum. Til ber at lurta eftir bókini á einum málið og samstundis lesa tekstin á einum øðrum máli.

Frásøgan handlar um veðurlagsavbjóðingar í framtíðini og ta felags norðurlendsku søguna, sum er bundin saman við mentan og máli.

14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her djúpt inni í kjarnuni á jørðini er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ, Yggdrasil, sundur. So við og við fatar Norð, at jørðin er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni.

Útgávan er serliga ætlað teldlum, men kann eisini brúkast á teldum.

Undirvísingargongd at brúka í føroyskum

Temasíður

Á temasíðuni Skaldskapur av mannamunni ber til at arbeiða við sagnum, ævintýrum og kvæðum. Tað verður greitt frá, hvørji eyðkenni ymisku tekstasløgini hava. Ein ørgrynna av sagnum, ævintýrum og kvæðum eru skipað eftir bókstavarøð. Harumframt eru sagnirnar skipaðar eftir bygd og kvæðini í mun til kvæðabólkar. 

Leinkini til temasíðuna um skaldskap av mannamunni eru her:

Skaldskapur av mannamunni

Um skaldskap av mannamunni

Á heimasíðuni hjá KvF er hoyrispælið Søgan um Sigmund

Ein onnur áhugaverd temasíða er Ferðsla. Talan er um ymisk tekstasløg, og á henda hátt ber til at arbeiða bæði við blaðgreinum, lýsingum og stuttfilmum. Ítøkiligar uppgávur eru, sum næmingarnir kunnu loysa heima.

Leinkini til temasíðuna um ferðslu er her

At súkkla

Pinkuhjálmur

Mállæra

Eisini eru góð ráð, hvussu skrivast kann við stíli.

Leinkið til at skriva við stíli er her 

Viðkomandi heimasíður

Her eru tríggjar heimasíður, sum hava nógv spennandi innihald:

pikasjey.fo

strok.fo

rumdin.fo

Støddfrøði til miðdeild

Aftur til yvirlitið

Slóðir til viðkomandi og gott støddfrøðitilfar á netinum:

Enskt til miðdeild

Aftur til yvirlitið

Norð - Enskt

Norð er ein samvirkin bók. nord.nam.fo

Bókin er á føroyskum, donskum, íslendskum, svenskum, norskum og enskum. Til ber at lurta eftir bókini á einum málið og samstundis lesa tekstin á einum øðrum máli.

Frásøgan handlar um veðurlagsavbjóðingar í framtíðini og ta felags norðurlendsku søguna, sum er bundin saman við mentan og máli.

14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her djúpt inni í kjarnuni á jørðini er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ, Yggdrasil, sundur. So við og við fatar Norð, at jørðin er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni.

Útgávan er serliga ætlað teldlum, men kann eisini brúkast á teldum.

Danskt til miðdeild

Aftur til yvirlitið

Norð - Danskt

Undirvísingargongd at brúka í donskum

Náttúra og tøkni til miðdeild

Aftur til yvirlitið

Náttúra og tøkni á Snar

Á Snar eru síður til allar lærugreinir í fólkaskúlanum. Her er tilfar av ymsum slagi. Smáar uppgávur at prenta út, spøl, bøkur og leinki til aðrar síður um náttúru og tøkni. Eisini liggja landsroyndirnar á lærugreinasíðuni.

Náttúra og tøkni-bøkurnar 1, 2 og 3 eru tøkar á Google við atgongd frá Snar. Vel bókina á Snar og trýst á “Les í útgávuni”.

Náttúra og tøkni í i-bókum

Við at velja lærugrein vinstrumegin á skíggjanum ber til at finna allar náttúru og tøkni-bøkur hjá Námi.

Karin Kvant

Karin Kvant-filmar kunnu brúkast í undirvísingini í alisfrøði og kanska í náttúru og tøkni. Teir eru góðir til íblástur, ískoyti ella kunning um ávís evni.

Ein Karin Kvant Augmented Reality app ella AR-app er eisini tøk til telefonina.

Tak appina niður til iOS ella til Android.

Android

iOS

Postarenning

Ein app hjá donsku skótunum til postarenning. Til ber at gera spurningar til náttúru og tøkni, støddfrøði, myndlist, motorlæru og alt ímillum himmal og jørð. Hon er løtt at brúka og krevur bara eina telefon við gps - og appina "Woop app" sjálvandi.

Les meira her

Education.com

Stóri amerikanski heimaskúla pallurin Education.com hevur latið dyrnar upp. Her eru ógviliga nógv læruspøl, uppgávur og hugskot til heimaundirvísing í mongum lærugreinum. Melda til við facebook, google ella telduposti. Tað er ókeypis til koronahóttanin er av.

Les meira her

1, 2, 3 nú!

Hugskot til Teams-undirvísing í Náttúru og tøkni, ítrotti ella kanska føroyskum.

Les meira her

Vegleiðing í at brúka sBøkur

Aftur til yvirlitið

Funkur í sBókunum

Í sBókunum eru nógvar funkur, sum kunnu vera hentar, nú undirvísingin er ávirkað av koronavirusinum, t.d. er lætt at geva næmingunum skúlating við at leinkja beint til tekstir, video o.a.... https://sbok.sbok.nam.fo/?id=p128.

Í https://sbok.sbok.nam.fo/ eru vegleiðingar í at brúka tær ymsu funkurnar í sBókini.

Samvirknar uppgávur í sBókunum

Í sBókunum eru nógvar samvirknar uppgávur.

Samvirknar uppgávur gera næmingarnar virknar í undirvísingini. Uppgávurnar eru innbygdar í sBókina og eru ymiskt orðaðar. Til dømis skal næmingurin:

  • velja millum fleiri svar
  • seta orð á rætt pláss í setningum
  • para ymsar lutir
  • fylla út tóm pláss
  • toga lutir, t.d. orð, á rætt pláss í tekstinum
  • loysa krossorð
  • seta lutir á ávíst pláss í einari mynd

Endamálið við samvirknu uppgávunum er fyrst og fremst, at næmingarnir sjálvir royna síni evni og fáa svar beinanvegin. Til ber eisini at loysa samvirknar uppgávur í felag í flokkinum.

Tá ið næmingarnir loysa uppgávur í sBókini, sær lærarin ikki svarini, men lærarin kann avrita uppgávurnar, tillaga tær, og síðan deila tær aftur við næmingarnar. Sí vegleiðing her https://sbok.sbok.nam.fo/?id=p896

Ymiskar slóðir

Aftur til yvirlitið

Atlantbib.org

Atlantbib.org er ein skúlaverkætlan við luttakarum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Letlandi, Litava, Suðurslesvig og teimum samisku økjunum í Skandinavia. Tað eru Nord Plus Språk 2019og Fondet for dansk-norsk samarbeid, ið veita verkætlanini fíggjarligan stuðul.

Elt slóðina

Enskt og støddfrøði – á øllum floksstigum fólkaskúlans

Samvirknar venjingar í ymiskum førleikum í enskum og støddfrøði . Hóast undirvísingarmálið er enskt, er tað ikki altíð berandi og kann tí í summum førum nýtast heilt niður í innskúlingina.

Elt slóðina

Nógvar lærugreinar – miðdeild og hádeild

Dátugrunnur við eini ørgrynnu av tilfari til nógvar lærugreinar. Tilfarið er á enskum og er ókeypis í koronatíðini. Kanska ein øðrvísi háttur at hava enskt og eina aðra lærugrein samstundis?

Elt slóðina

Danskt og enskt – miðdeild +

Ein stuttligur og øðrvísi máti at hava enskt og danskt í senn. Samvirknu uppgávurnar skifta ímillum at venja skrivliga og munnliga fatan í báðum málunum. Hetta leinkið byrjar við eini roynd, sum leggur støðið fyri einstaka næmingin.

Elt slóðina