Skip to main content

Síðsta heimsmálið kann tykjast heldur óítøkiligt, tí hvat merkir samstarv í roynd og veru?

Seytjanda heimsmálið snýr seg um breitt politiskt, tøkniligt og búskaparligt samstarv tvørtur um landamørk. Samgongur, fyritøkur, feløg og vanliga fólkið skulu seta sær fyri, at arbeiða við málunum, hvør sær og saman, til tess at røkka teimum. Harafturat snýr tað seg eisini um, hvør skal gjalda fyri íløgurnar, sum skulu til, fyri at vit kunnu røkka heimsmálunum.

Svarið er, at tað skulu vit øll. Tann ríkari parturin av heiminum skal virða teirra lyfti um hvørt ár at lata í minsta lagi 0,7 prosent av bruttotjóðarinntøkuni, til at stuðla menningini í teimum fátækastu londunum. Menningarlondini skulu tó ikki einans taka ímóti og vera bundin at stuðulinum. Tey skulu eisini gerast betri til at gjalda fyri egna menning og gerast meira sjálvstøðug. Tey skulu gerast betri til at savna inn skatt og nýta peningin skynsamt til íløgur í vegir, skúlar, læknastovur og annað, ið kann stimbra búskaparligari framgongd og gera tað møguligt at lyfta enn fleiri upp úr fátækradømi.

Ein partur av grundarlagnum fyri, at menningarlondini sjálvi kunnu fíggja størri part av teirra menning, er at útflutningurin til restina av heiminum tvífaldast áðrenn 2020. Hesum kunnu vit røkka, eitt nú um tey londini, har minsta menning hevur verið, fáa atgongd til altjóða heimsmarknaðin uttan tollforðanir og kvotur.

Við síðuna av hesum skulu øll londini í heiminum gerast betri til at samstarva um tøkni og gransking tvørtur um landamørk. Eitt nú skulu vit veita hvørjum øðrum burðardygga tøkni, soleiðis at menningarlondini frá byrjan kunnu byggja upp ídnaðir, ið eru umhvørvisliga burðardyggir. Málið er, at menningarlondini ikki gera somu feilirnar, sum framkomnu londini hava gjørt, og sum hava ført við sær stórar trupulleikar við dálking.

Fortreytin fyri hesum er, at vit gerast betri før fyri at máta gongdina í londunum, og tá er tað ikki bara talan um búskaparliga vøksturin. Tá vit savna inn fleiri hagtøl, fer tað at bera betri til at síggja, um okkara strembanir og íløgur eisini lyfta fólk úr fátækadømi, um nóg nógv børn ganga í skúla, og um náttúruøki verða nóg væl vard. 

 

Undranarspurningur

https://www.youtube.com/watch?v=eThdGXk6sq4&feature=youtu.be

Hvat er tað, sum í hesum føri dálkar, so fólk fara at rudda? 
Skiftið orð í flokkinum um átakið og, hvat tað kann læra okkum.
Takið støðu til um felags strandarudding er eitt gott hugskot.

http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/05/24/20180524ruddaforoyar 

Átakið "Rudda Føroyar" er lýst í hesum stutta broti í Degi og Viku um. Nær er dagurin, tá skotið verður upp at vit øll fara at rudda í øllum landinum? Hvør fann uppá hetta átak? Hvat halda tit í flokkinum um, at øll fara at rudda ein og sama dag? Ger tað betri mun, enn um hvør einstakur ruddaði sum best, tá tað lá fyri?

Í mong ár arbeiddu føroyingar í Føroyingahavnini í Grønlandi. Nú er einki arbeiði har. Tí standa allir bygningarnir eftir, oyðilgadir, ljótir og vandamiklir. Finnið myndir úr Føroyingahavnini og skiftið orð um, hví vit ikki eftir okkum.

Lata vit altjóða menningarhjálp á fíggjarlógini?

Eru vit við í afturvendandi menningarætlanum í menningarlondum?

 

Undirmál

17.1 Heimliga tilfeingisbúgvingin verður styrkt, millum annað við altjóða stuðli til menningarlond at bøta um evnini at krevja inn skatt og aðra inntøku

17.2 Ídnaðarlond skulu til fulnar røkja sína skyldu at veita almenna menningarhjálp, eisini skylduna hjá mongum menningarlondum at røkka málinum, sum er 0,7 prosent av bruttutjóðarinntøkuni fyri almenna menningarhjálp (ODA/GNI) til menningarlond og 0,15 til 0,2 prosent av ODA/GNI til tey mest tilafturskomnu londini; ODA-veitarar verða eggjaðir til at hugsa um at seta sær sum mál at lata teimum minst mentu londunum í minsta lagi 0,2 prosent av ODA/GNI

17.3 Annað fíggjarligt tilfeingi skal útvegast menningarlondum frá nógvum ymiskum keldum

17.4 Menningarlondini skulu fáa hjálp at fáa langtíðar skuldarjavnvág við samskipaðum politikki, sum miðar eftir at fáa útvegað skuldarfígging, skuldarsanering og skuldarumlegging, sum hóskiligt er, og fara í holt við uttanlandsskuldina hjá ógvisliga skuldarbundnum, fátækum londum fyri at lætta um skuldartrýstið

17.5 Íløgustimbrandi skipanir fyri tey minst mentu londini skulu verða samtyktar og settar í verk

17.6 Økja norður-suður, suður-suður og tríhyrnings økissamstarvið og altjóða samstarv um vísindi, tøkni og nýskapan og at gera meira burturúr at deila kunnleika eftir sínámillum ásettum sáttmálatreytum, millum annað við bøttari samskipan millum verandi mekanismur, serliga á ST-stigi, og við heimsfevndum tøknifrøðiligum umlættingarskipanum

17.7 Virka fyri at menna, flyta og breiða út umhvørvisliga góða tøkni til menningarlond eftir góðum treytum, eisini fyri serprís og við framíhjátreytum, sum partarnir sínámillum semjast um

17.8 Fáa tøknifrøðibanka og vísindi, tøknifrøði og nýskapandi førleikabúgving at virka til fulnar í teimum minst mentu londunum frá 2017 og nýta stuðlandi tøknifrøði, serstakliga kunningar- og samskiftistøknifrøði uppaftur meira

17.9 Økja altjóða stuðul til at seta í verk munadygga og miðvísa førleikabúgving í menningarlondum til at stuðla landsætlanum at seta í verk øll tey Burðardyggu menningarmálini, eisini ígjøgnum norður-suður, suður-suður og tríhyrnings samstarv

17.10 Virka fyri einari fleirtjóða handilskipan undir Heimshandilsfelagsskapinum, sum er heimsfevnandi, reglugrundað, opin, sum ikki ger mismun og er rættlátað, eisini við samráðingarniðurstøðunum í Doha menningarskránni

17.11 Útflutningurin úr menningarlondum skal vaksa munandi, serstakliga verður miðað eftir at tvífalda partin av útflutningi til allan heim úr teimum minst mentu londunum fyri 2020

17.12 Varandi tollfrí og kvotufrí marknaðaratgongd verður sett í verk fyri øll tey minst mentu londini, sambæriligt við avgerðir hjá Heimshandilsfelagskapinum, millum annað við at tryggja at framíhjáreglur fyri upprunaland, galdandi fyri innflutning frá teimum minst mentu londunum, eru gjøgnumskygdar og einfaldar og gera sítt til at lætta um marknaðaratgongdina

17.13 Javnvágin í heimsmakrobúskapinum verður styrkt, eisini við samskipan og politiskum samfesti

17.14 Politiska samfestið fyri burðardygga menning skal batna

17.15 Politiska rúmið og leiðslan í hvørjum einstøkum landi, sum fáa í lag og seta í verk politikk um fátækratýning og burðardygga menning, skulu verða vird

17.16 Heimsfelagsskapurin fyri burðardygga menning verður styrktur við stuðli frá felagsskapum við fleiri áhugapørtum, sum skipa fyri og deila sínámillum kunnleika, serkunnleika, tøknifrøði og fíggjarligt tilfeingi fyri at stuðla øllum londum at náa Burðardygg menningamál serstakliga í menningarlondunum

17.17 Eggja til og virka fyri munadyggum almennum, almenn-privatum og sivilsamfelagsligum felagsskapum, sum grundaðir eru á royndir og tilfeingisútvegandi virkisætlanir í felagsskapum

17.18 Fyri 2020 skal stuðulin til førleikabúgving til menningarlond økjast, eisini fyri tey minst mentu londini og smáoyggjar í menning, til í stórum at økja tøku nøgdina av hádygdar- og álítandi dátum, sum eru sundurgreinaðar eftir inntøku, kyni, aldri, rasu, etnisiteti, migratoriskari støðu, breki, landafrøðiligum staði og øðrum eyðkennum, viðkomandi í landssamanheingi

17.19 Fyri 2030 verður bygt á verandi átøk at máta framburð í burðardyggari menning, sum bøtir um tjóðarinntøku og bøtir um hagtalsligu førleikamenningina í menningarlondum