Skip to main content

Øll heimsmálini eru týdningarmikil og knýtt hvørt at øðrum. Tó er málið um útbúgving serligt. Semja er um, at øll skulu fáa atgongd til eina holla útbúgving. Jeffrey Sachs, serfrøðingur í burðardyggari menning á Columbia University, sigur, at hetta er tað týdningarmesta støðið fyri eini burðardyggari menning. Hetta málið var eisini tað, sum fekk hægstu raðfesting millum 10 milliónir fólk, tá tey vórðu spurd, hvat tey hildu hava størsta týdning fyri teirra húski. Eingin ivi er um, at holl útbúgving skapar eitt dygt grundarlag at skilja og loysa avbjóðingar, sum heimssamfelagið er fyri, og samstundis eisini at vaksa um vælferðina hjá øllum í heiminum. 

Fleiri í skúla

Framvegis eru mong, sum ikki fáa eina grundleggjandi útbúgving. Hóast hetta er støðan nógv batnað, og tað gongur støðugt framá. Fjórða hvørt barn fekk annaðhvørt onga undirvísing ella bara ein part av barnaskúlanum í 1970. Í 1980-árunum fingu fýra av fimm ein grundleggjandi barnaskúla. Síðan túsundáraskiftið er støðan so mikið batnað, at níggju av tíggju børnum fullførdu allan barnaskúlan. Eisini er tað eitt stórt framstig, at í dag eru tað eins nógvar gentur og dreingir, ið fara í skúla.

Fleiri lesa og skriva

Tó er tað ikki nóg mikið bara at sita á skúlabonki. Børnini skulu eisini læra. Í onkrum menningarlondum er undirvísingin enn á einum lágum støði. Tað hevur við sær, at summastaðni dugir bert helvtin av børnunum at lesa. Men eisini á hesum øki er framgongd. UNESCO metti í 2010, at stívliga 90% av øllum ungum millum 15 og 24 ár dugdu at lesa, meðan talið var 83% í 1990.

Bókligu førleikarnir eru týdningarmiklir, men ST leggur eisini dent á frálæruna. Hon kann vera við til at skapa eina burðardyggari framtíð við minni ófriði. Eitt nú við at læra um samstarv millum tjóðir, og um burðardygga samspælið millum menniskju og nattúru.

 

Undranarspurningur

Hava tit nakrantíð verið kravd at gjalda fyri at sleppa í skúla? Hvussu eru hesi viðurskifti í øðrum londum?

Studni er almennur stovnur, sum umsitur stuðulsmøguleikar í sambandi við útbúgvingar. Kannið eftir, hvørjir møguleikar eru fyri studningi at nema sær útbúgving her í landinum og uttanlands.

Hvat er PISA og hví hava vit PISA-kanningar?

 

Undirmál

4.1 Fyri 2030 verður tryggjað øllum gentum og dreingum at fullføra ókeypis, rúmligan og dygdargóðan fólkaskúla við viðkomandi og munadyggari læruúrtøku

4.2 Fyri 2030 verður tryggjað øllum gentum og dreingum, at tey fáa ment seg sum børn tíðliga, fáa umsorgan og góðan undanskúla, so tey eru klár at fara í barnaskúla.

4.3 Fyri 2030 verður tryggjað øllum kvinnum og monnum somu atgongd til dygdargóða tøkniliga, vinnuliga og hægri undirvísing, eisini til universitet, fyri sámiligan kostnað.

4.4 Fyri 2030 skal talið á ungum sum vaksnum, sum hava viðkomandi førleika, eisini tøkniligan og vinnuligan førleika til arbeiði, sømilig størv og íverksetan, vaksa í stórum.

4.5 Fyri 2030 verður beint fyri ójavna í útbúgving og tryggjað verður teimum viðbreknu, sum fevna um fólk, ið bera brek, upprunafólk og børn, sum eru illa fyri, somu atgongd til øll útbúgvingarstig og vinnuliga læru

4.6 Fyri 2030 skulu øll ungfólk og stórur partur av teimum vaksnu, monnum sum kvinnum, duga at lesa og rokna

4.7 Fyri 2030 skulu allir næmingar hava ognað sær tann kunnleika og førleika, sum neyðugur er fyri at virka fyri burðardyggari menning, millum annað við útbúgving um burðardygga menning og burðardyggan lívsstíl, mannarættindi og javnstøðu millum kynini. Eisini førleika at virka fyri eini mentan, sum er fyri friði og ímóti harðskapi, fyri alheims borgaraskapi og at viðurkenna mentanarligt fjølbroytni og tað íkast mentan gevur burðardyggari menning

4.a Útbúgvingarstovnar verða bygdir og dagførdir, sum hava fyrilit fyri barnsins tørvi, brekum og kyni, og sum geva øllum eitt trygt, ikki-harðligt, rúmligt og munagott læriumhvørvi

4.b Fyri 2020 skal skúlastuðulin til menningarlond hækka í stórum um allan heim, serstakliga í teimum minst mentu londunum, smáoyggja menningarlondum og afrikonskum londum til at sleppa inn á hægri útbúgvingar, til vinnuliga læru og kunningar- og samskiftistøkni, tøkniligar, verkfrøðiligar og vísindaligar útbúgvingar í ídnaðarlondum og øðrum menningarlondum

4.c Fyri 2030 skal útboðið av góðum lærarum vaksa nógv, m.a. ígjøgnum altjóða samstarv um læraraútbúgving í menningarlondum serstakliga teimum minst mentu londunum og smáoyggja menningarlondum

Heimsins bestu tíðindi

Heimsins bestu tíðindi hava verið á prenti í Dimmalætting í 2018. 

Hesar greinar umrøða Heimsmál 4: