Helvtin av heimsins íbúgvum eru kvinnur. Hóast henda veruleika, fáa tær ikki altíð somu møguleikar at liva og geva sítt íkast á jøvnum føti við menn. Kvinnur hava ikki allastaðni somu rættindi og møguleikar sum menn. Fimta heimsmálið miðar eftir, at allur mismunur og harðskapur móti kvinnum og gentum skal allastaðni steðgast. Kvinnur skulu hava somu rættindi at eiga jørð og hús, at taka lut í politikki, og ikki minst at ráða yvir egnum kroppi, eitt nú at gera av, hvussu nógv børn tær vilja eiga og nær.
Færri barnabrúðrar
Eitt sum vit í verki kunnu gera, at bøta um rættindini hjá kvinnum, er at banna hjúnaløg við børnum. Ein tílík broyting kundi ført við sær, at ungar kvinnur fáa møguleikan at útbúgva seg, og ikki einans at gerast møður. Støðugt fleiri lond seta átøk í verk móti hjúnaløgum við børnum. Parturin av serstakliga ungum brúðrum minkar. Í 1990 vórðu áleið 12% av gentunum í heiminum giftar, áðrenn tær vóru 15 ára gamlar. Hetta var serliga støðan í Afrika og í Asia. Í dag er talið fallið niður á 7%, og fellur skjótast í Norðurafrika. Hetta vísir, at til ber at broyta elligamlar siðir í siðbundnum samfeløgum.
Fleiri kvinnur í politikki
Allastaðni í heiminum eru kvinnur við at fáa størri part og ávirkan í politikki. Í 2006 vóru 17% kvinnur í heimsins parlamentum. Í 2016 var sama talið økt upp í 23%. Tað gongur nakað skjótari at fáa kvinnur uppí politikk í Føroyum, tí í 2015 vórðu 10 kvinnur valdar millum 33 tingfólk.
Leinkja: http://www.un.org/sustainabledevelopment/gender-equality/
Leinkja: https://verdensbedstenyheder.dk/verdensmaal/ligestilling-mellem-koennene/
Undranarspurningar
Hvussu er kynsbýtið í Landstýrinum? Tað kynsbýtið, sum vit síggja í landstýrinum í dag, er tað vanligt fyri samfelagið?
Hvussu er kynsbýtið millum lærarar á tínum skúla? Finn onnur støð og arbeiðspláss, har tit kanna kynsbýtið millum mann og kvinnu
vimeo.com/217664931 Hyggið í felag eftir hesum ensktmælta lýsingafilmi, sum Vinnuhúsið hevur gjørt at lýsa søguna í føroyskari sjóvinnu. Hvønn leiklut hevur kvinnan? Er heitið á filminum á nakran hátt bundi at kyni? Skrivið eitt stutt ummæli av lýsingafilminum, har tit taka støðu til myndabrúkið, røddina, sum lesur upp á enskum, og um generella kynsbýtið í filminum.
Hyggið í felag eftir http://kvf.fo/dokumentarurin?sid=80494 Tey serligu børnini (Dagmar Joensen-Næs KVF 2018). Meðan tit hyggja, telur annar parturin í flokkinum teir minuttir, har mammurnar síggjast. Hin parturin í flokkinum telur minuttirnar, tá páparnir síggjast. Hvør er niðurstøðan?
Undirmál
5.1 Endi verður gjørdur á øllum mismuni, sum kvinnum og gentum um allan heim er fyri
5.2 Beint verður fyri øllum harðskapi ímóti kvinnum og gentum bæði alment og privat, tað fevnir eisini um ólógligan menniskjahandil og kynsliga og aðra misnýtslu
5.3 Beint verður fyri øllum skaðiligum siðvenjum sum hjúnalagi við børn og tvingsilshjúnaløg og at kvinnur verða umskornar
5.4 Ólønt røkt og húsligt arbeiði verður viðurkent og virt við at veita almennar tænastur, undirstøðukervi og sosialan verndarpolitikk og við at virkað verður fyri felags ábyrgd í húsarhaldinum og í húskinum, sum hóskar seg eftir landinum
5.5 Kvinnum verður tryggjað full og virkin luttøka og somu møguleikar til leiðslu á øllum stigum, har avgerðir verða tiknar í politikki, búskapi og tí almenna
5.6 Tryggjað verður alheimslig atgongd til kyns- og nøringarheilsu og nøringarrættindi, sum semja er um í samsvari við Virkiskrá hjá altjóða ráðstevnu um fólkatal og Beijing virkispallin og endaskjølini frá teirra endurskoðanarráðstevnum
5.a Framdar verða broytingar, sum geva kvinnum somu rættindi til búskaparligt tilfeingi eins væl og atgongd til ognarskap og eftirlit við landi og øðrum ognum, fíggjarligum tænastum, arvi og náttúrutilfeingi í samsvari við altjóða lóggávu
5.b Nýtsla av førleikagevandi tøkni verður ment, serliga kunningar- og samskiftistøkni, fyri at virka fyri at geva kvinnum mátt og myndugleika
5.c Skilagóður politikkur og lóggáva, sum til ber at seta í verk, og sum virkar fyri javnstøðu millum kynini og sum styrkir rættindi og møguleikar hjá øllum kvinnum og gentum á øllum stigi, verða samtykt og styrkt
Heimsins bestu tíðindi
Heimsins bestu tíðindi hava verið á prenti í Dimmalætting í 2018.
Hesar greinar umrøða Heimsmál 5: