Skip to main content

Týdningarmesta í søgu ST

 

Sigfríður Símunarson Sólsker er søgufrøðingur og útgávuleiðari í Námi. Hann sigur at bókin Heimsmálini - okkara størsta loysn og avbjóðing eftir danska Steen Hildebrandt í føroyskari týðing hjá Christu Reynheim fer at verða gávubók, tá Nám skipar fyri læraradøgum í Norðurlandahúsinum í viku 45.

- Tá verður burðardygd høvuðsevnið, og tað er í tí sambandi, at vit hava týtt bókina til føroyskt. Umframt at hon verður tøk í talgildum formi á hesi temasíðuni um heimsmálini, fáa lærarar eitt ókeypis prentað eintak á læraradøgunum í november um burðardygd.

Í gávubókini um heimsmálini fyri burðardyggari menning, skrivar Steen Hildebrandt: „Avgerðin um, at hesi nýggju málini skulu setast, er ein tann týdningarmesta, tá hugsað verður um burðardygga menning yvirhøvur. Talan kann vera um tað týdningarmesta, ið er hent, síðan ST varð sett á stovn í 1945, og síðan felagsskapurin samtykti heimsyvirlýsingina um mannarættindi í 1948.“

Av serligum týdningi fyri okkum er, at høvundurin eisini ger vart við risaskipini, tað eru teir oyðandi trolararnar, sum í upprunatekstinum verða kallaðir monsterboats. Tað er eitt hugtak, ið er lánt frá umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace, sum við ársenda í 2014 kunngjørdi kanningina Monsterboats - the scourge of the ocean. Her vera tjúgu skip, okkurt við føroyskum uppruna, hildin fram sum dømi um eina oyðandi plágu, scourge, á heimsins høvum.