Skip to main content

Holocaustdagur í Føroyum

Holocaustdagur verður hildin kring heimin hin 27. januar. Løgtingið samtykti í 2019 at gera henda dagin til almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp. Í uppskotinum verða onnur fólkadráp enn Holocaust á okkara døgum eisini nevnd.

Lesið uppskotið um at gera Holocaustdagin til almennan minningardag í Føroyum.

- Hvør er grundgevingin hjá uppskotsstillaranum?

- Verða onnur dømi um fólkadráp nevnd?

- Hvat halda tit um samtykta uppskotið?

 

Holocaust

Á hesi temasíðu er evnið holocaust. Á síðuni eru almennir upplýsingar, undirvísingarupplegg og slóðir til tilfar at brúka í skúlanum.

Tað var undir seinna heimsbardaga, at umleið 6 milliónir jødar umframt fólk frá øðrum minnilutabólkum, so sum samkynd, vórðu dripin. Hetta verður kallað holocaust.

27. januar minnast vit holocaust. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødarnar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz. 

Ólavur í Geil samskipar tiltakið.

Teldupostur: olavur@advent.fo
Telefon: 289796

 


Armenia er tema í 2022

Á Holocaustdegnum 27. januar 2022 kl 10:00-11:30 fara vit at viðgera landið Armenia og tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið setti í verk har í landinum í 1915 og fram.

Tvøroyrar skúli er vertur fyri tiltakinum, sum fer at bjóða øllum skúlum og áhugaðum vælkomnum, eins og gjørt varð í fjør úr Skúlanum við Streymin. Pallur fyri tiltakinum er mentanarhúsið Salt, haðani stroymt verður.

Uppgávur eru gjørdar við støði í frásøgn frá Serj Tankian, ið er kendur sum sangari í System of a Down. Í BBC samrøðu í røðini HardTalk, hevur hann lovað abbanum, aldri at gloyma tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið, tað er núverandi Turkaland, setti í verk móti armenska fólkinum um tað mundið at Fyrri Verðaldarbardagi byrjaði.

Ólavur í Geil fer aftur at samskipað tiltakið.

Areg Manvelyan hevur útvegað sambondini við heimildarfólk í Armenia. Hann hevur vitjað í Føryum sum fotografur, hevur lisið búskap á lærda háskúlanum Lomonosov í Moskva og miðla- og tøknivísund á UCLA í California.


Skráin á Holocaustdegnum

27. januar 2022 kl 10:00-11:30

  1. Otto Gram, varaskúlastjóri bjóðar vælkomin
  2. Jóhan Joensen. Søgulig frágreiðing
  3. System of a Down, Serj Tankian, Fyrsta fólkadráp í 20. øld
  4. Arousiak Berberian Hammer, Armeni í Føroyum
  5. Raffi Elliot, Støðan í dag
  6. Tóra Petersen, At finna syndabukkar
  7. Jenis av Rana, landsstýrismaður, Menningarhjálp til Armenia

Stroymingin frá tiltakinum sæst her

 

Her eru myndir frá holcaustdegnum, sum í ár var hildin í Salt á Drelnesi. Nám skipaði fyri, og Tvøroyrar skúli var vertur.

 

Hesaferð viðgjørdu vit landið Armenia og tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið setti í verk har í landinum í 1915 og fram.

 

Ólavur í Geil samskipaði tiltakið.

Read more

Menningarhjálp til Armenia

Jenis av Rana, landstýrismaður, hevur havt samband við fólk úr Armenia, og hevur hevur verið nógv upptikin av Armenia og økinum har um leiðir.

Hann hevur sett í verk føroyska menningarætlan i Armenia og sent peningaliga neyðhjálp úr Føroyum.

Vælkomutalan hjá landstýrismanninum um Armenia er tekstað og varir 8 minuttir.

At finna syndabukkar

Tóra Petersen er trivnaðarráðgevi í Námi, har hon saman við øðrum hevur gjørt undirvísingartilfar um hetjur. Hetta tilfar setur Tóra inn í heildina fólkadráp og óndskap.

Í prátinum, sum varir 7 minuttir, leggur Tóra fram ymsar ímyndir av hetjum, og heldur fram granskingarúrslit ið vísa, hvussu heilt vanlig fók kunnu reagera ymiskliga tá skismaði millum vit og tit verður markant, og vit skulu finna syndabukkar.


 

Hetja.fo

Um tit vilja arbeiða meira við, hvørjir sálarfrøðiligir faktorar ávirka, hvussu vit menniskju bera okkum at móti hvørjum øðrum, ella tit ynskja at arbeiða meira við nøkrum av teim sosialsálarfrøðiligu hugtøkunum, sum verða nevnd í filmsbrotinum hjá Tóru, so ber til at fara í ástøðiligt tilfar hjá Námi við frágreiðingum, dømum og uppgávum.

Tilfarið sæst her


Viktor Frankl: Hava øll hetjumegi?

 

Ein týdningarmikil ástøðingur innan sálarfrøðina, Victor Frankl (1905-1997), hevur sagt:

Between stimulus and response there is a space. In that space is our power to choose our response. In our response lies our growth and our freedom.

Úr sosial- og evolutiónssálarfrøðini vita vit, at tað bæði eru viðurskifti í okkum og kring okkum, sum hava ávirkan á, hvussu vit bera okkum at í millumrúminum millum stimulus og respons, tað vil siga í tí løtuni, sum er, áðrenn vit reagera upp á okkurt, sum ávirkar okkum.

 

 

Uppgáva:

Farið saman tvey og tvey og veljið tykkum eina gerandishetjugerð, sum onkursvegna kann kennast ótespilig, men tó ikki vera vandamikil á nakran hátt.

Leggið nú eina ætlan fyri, hvussu, hvar og nær, tit ætla at fremja hana. Brúkið talvuna:

Viðurskifti

Loysn

1. Tú heldur, at onkur annar fer at hjálpa (Spjaðing av ábyrgd).

The Power of One! Minst til, hvussu ábyrgd spjaðist í einum bólki, og minst til, hvussu hetta ótilvitað ávirkar okkum í okkara atferð. Kanska tú ert tann fyrsti ella fyrsta at byrja hjálpina.

2. Tú ert stúrin um, hvat onnur hugsa um teg í støðuni (Kastljósávirkanin - The Spotlight Effect)

Minst til, at hini leggja als ikki so væl merki til, hvat tú gert, sum tú heldur. Minst eisini til, at tín hjálpandi atferð kann gera stóran mun.

3. Hini kring teg hjálpa ikki, so kanska alt er, sum tað skal vera (Bólkafákunna - Group Ignorance).

Finn útav, hvat fer fram. Ikki líta á, at bólkurin hevur alla ta neyðugu vitanina.

4. Tú hevur ikki tíð ella hevur skund.

Trýst á mentala pausuknøttin. Legg til merkis og gev tær stundir og møguleika at taka eina grundaða avgerð, hvørt tú skalt gera nakað ella ikki.

5. At hjálpa kann vera torført ella vandamikið.

Um tað at gera nakað setur teg í vanda, minst so til styrkina við tveimum - The Power of Two! Finn ein at hjálpa tær at hjálpa.

 


Støðan í Armenia í dag

Armenski tíðindamaðurin Raffi Elliot, tosar á enskum við Ólav í Geil um Armenia í dag, og spentu støðuna við stóru grannalondini, Turkaland og Aserbadjan, við fólkadrápinum í 1915 sum baksýni.

Raffi hevur lisið politiska vísund á lærda háskúlanum í Ottawa og er magistari frá American University of Armenia. Hann starvast í Jerevan, og hevur verið í fremstu røð at siga heimin frá um Armenia, eisini um armenska journalstin, Hrant Dink (1954-2007), sum ein 17 ára gamal turkiskur nationalistur myrdi í Istanbul.

Enska samrøðan varir 13 minuttir.


Fyrsta fólkadráp í 20. øld

Ein av fremstu heavy rock sangarum, Serj Tankian, greiðir á ein persónligan hátt frá um fyrsta fólkadráp í 20. øld.

Báðar ommur og báðir abbar hansara vóru yvirlivarar, tá hálv onnur millión vórðu dripin í armenska fólkadrápinum í 1915. Sjálvur er hann føddur í Beirut í Libanon. Hann hevur lovað abbanum, støðugt at minna heimin á Armenia, og at fáa stjórnir at góðkenna hendingina sum fólkdráp. Tað hevur eydnast honum í USA.

Samrøðan við Serj, sum varir 17 minuttir og er á enskum, er gjørd yvir Zoom millum Runavík og Los Angeles.


Undirvísingartilfar um Armenia

Armenia - lítla fjallalandið kroyst millum stórveldini

 

Á markinum millum Europa og Asia er eitt øki, ið nevnist Kaukasus. Vanliga verður sagt, at Kaukasus-fjallaketan er markið millum heimspartarnar Europa og Asia.

Ymiskar fatanir eru tó um, júst hvar markið gongur, og hetta stríð hevur lítið við jarðfrøði at gera, men sera nógv at gera við geopolitikk og geosøgu. Tí stórur symbolskur munur er á at vera partur av Europa og at vera partur av Asia, eins og stórir mentanarligir og mannarættindaligir fyrimunir eru við at vera ”røttu megin markið”.

Far til undirvísingartilfarið um Armenia »

 


Heavy rockarar úr Armenia

Armenski grammy virðislønti heavy rock sangarin, Serj Tankian, greiðir í hesum filmi frá um, hvussu tónleikur kann brúkast at upplýsa um fólkadrápið í Armenia í 1915, og fáa poltisku skipanina at viðurkenna fyrsta fólkadráp í 20. øld. Serj Tankian er sangari í System of a Down, har hinir limirnir eisini eru armenar. Allur filmurin sæst á Apple tv.


Kirkjan sum fríðskjól

Hetta er eru børnini hjá einum armenskum andstøðingi og aktivisti. Tað er ein, ið ikki tekur undir við viðurskiftum heima í Armenia og mælir heimssamfelagnum til at mótmæla.

Myndin er úr Niðurlondum, har ein aldargomul lóg er, ið forðar løgregluni at handtaka fólk, sum eru í kirkju meðan gudstænasta verður hildin. Fyrstu ferð í nýggjari tíð varð aldargamla lógin roynd í 2019, tá niðurlendska stjórnin vildi vísa burtur armensku familjuna Tamrazyan, ið hevði biðið um friðskjól.

Tá høvdu armensku hjúnini og børn teirra búð í Niðurlondum í níggju ár. Nú óttaðust tey fyri at verða tvangsflutt úr Niðurlondum og aftur til Armenia, har pápin er eftirlýstur fyri politiska “aktivismu”.

Í 97 dagar og nætur skiftust fleiri enn 600 prestar úr Niðurlondum, Týsklandi, Fraklandi og Belgia at halda gudstænastu í lítlu niðurlendsku kirkjuni, har armenska familjan hevði leitað sær friðskjól.

Gudstænastan endaði, tá niðurlendska stjórnin játtaði at geva teimum loyvi at verða verandi í landinum.

Her er sjónvarpssending á enskum hjá CBS um hendingina 

Her er ensk grein hjá NPR at lesa um hendingina

 

 

Uppgávur

  1. Tosið við ein prest, har tit búgva, og spyrji, um prestur nakrantíð hevur verið í sambandi við flóttar.
  2. Spyrji prest, hvat hann heldur um armensku hendingina í niðurlendsku kirkjuni, sum vit lesa um omanfyri. Hvussu hevði hann stillað seg?
  3. Spyrji, um prestur heldur, at kirkjan altíð eigur at vera eitt friðskjól hjá einum og hvørjum, sum er komin í eina tronga støðu, sum hesa. Eiga vit kanska altíð at hjálpa tá?
  4. Leitið á netinum eftir armensku familjuni Tamrazyan. Hvussu man gangast hjá teimum?

Armenska fólkadrápið á filmi

 

Amerikanski filmurin ”The Promise” (2016) er um fólk, sum møtast, tá armenska fólkadrápið er um at taka seg upp í 1915. Ottomanska Ríkið, sum er núverandi Turkaland, tvangsflutti og drap hálva aðru millión armenar. Í filminum fylgja vit einum armena, ið fer at lesa til lækna í Konstantinopel, og har møtir einum turkiskum ríkmannasoni. Teir gerast vinir og møta einum amerikanskum journalisti, sum skrivar fyri Associated Press. Kona journalistin, sum er armensk, fær stóran týdning fyri gongdina í filminum.

Les meira »

 


Serj Tankian um Armenia

Armenia verður evnið á Holocaustdegnum 27. januar 2022. Serj Tankian tosar á enskum í 8:45 minuttir.

Lurtið og svarið hesum spurningum:

  1. Hvør er maðurin, ið tosar?
  2. Hvat er hansara samband við Armenia?
  3. Hvar er Aserbadjan?
  4. Petrooligarkar, hvat er tað?
  5. ”They want ethnic cleansing”. Hvat er tað?
  6. Hvat hendir, um tú nevnir Kurdistan, sambært Serj?
  7. Hvussu lýsir hann Armenia?
  8. Lýs persónligu støðuna hjá Serj. Er nakað serligt orð, sum tú ógvast um, at hann brúkar?
  9. Hvør er miðilin og hvussu endar hann røðuna?

Lyftið, hann gav abbanum

Armenia verður evnið á Holocaustdegnum 27. januar 2022. Samrøðan við Serj Tankian er á enskum og varir 23 minuttir. Samrøðan er í røðini Hard Talk hjá BBC. Til ber at lurta eftir prátinum, sum varir 23 minuttir.

Uppgávur:

  1. Hvat lovað Serj abbanum úr Armenia?
  2. Hvat gjørdi Serj eftir atsóknina móti Twin Towers 11. september 2001?
  3. ”Ringasta ár í lívinum”, sigur Serj. Greið frá hví, hann sigur so.
  4. Hvar býr Serj og hvar er hann føddur?
  5. Lýs tónleikaligu bakgrundina hjá Serj. Hvør er sjangran og hvønn leiklut hevur Serj í hesi sjangru?
  6. Hvønn týdning hevur tað, at eitt kent navn ger vart við seg, tá órættur verður gjørdur úti í heimi?
  7. Kannið nærri, hvat hendi í Armenia í 1915-1917?

 

 

Armenia

Armenia er eitt lýðveldi í Asia har 3 mió fólk búgva. Tað er eitt land við høgum fjøllum millum Svartahav og Kaspiskahav. Høvuðsstaðurin eitur Jerevan. Landið hevur mark móti Georgia í norði, Aserbadjan móti eystri og Turkalandi og Iran móti suðri. Landið er sunnanfyri fjallarøðina Kaukasus.

Armenia er á leiðini millum eystur og vestur, har Evropa og í Asia møtast. Fjallið Ararat, har Nóa fann land eftir syndaflóðina, er á markinum við Turkaland. Hetta lítla fjallaland var minsta lýðveldi í gamla Sovjetsamveldinum. Armenia var fyrsta kristna landið í heiminum. Øll grannalondini uttan Georgia eru muslimsk.

Landið er avbyrgt frá havinum og má tí nýta vegakervið í grannalondunum, tá ið tey flyta út og flyta inn vørur. Stríð við bæði Georgia og Aserbadjan hevur havt við sær, at týdningarmiklar vørur hava trotið, t.d. brennievni. Landbúnaður er høvuðsvinna í Armenia. Í hálendinum ganga neyt og seyður á biti, og á láglendinum dyrka bøndurnir korn og fruktrø. Í 1915 byrjaði eitt fólkadráp, har osmanska ríkið, tað er Turkaland, tvangsflutti og beindi fyri 1,5 mió armenum.

Hvar fáast filmarnir?

 

The Promise (2016) kann stroymast við Apple tv.

Nógvir aðrir nýggir filmar eru um viðurskifti, ið eru tengd at holocaust. Til ber at spyrja ritstjóran í Námi um ráð, eisini um aldursmark.

Her er eitt yvirlit við nýggjum filmum um holocaust, og hvar teir kunnu stroymast, um lokali biografurin ikki kann útvega filmin:

Norski Holocaustfilmurin Den Største Forbrytelsen (2020) sæst á Blockbuster.dk

Danska tænastan Grand Hjemmebio hevur filmin Lektioner i løgn (2020)

Stóra danska bókasavnstænastan, Filmstriben, hevur hesar nýggju holocaustfilmarnar:

  • Sauls søn (2015)
  • A Hidden Life (2019)
  • Der Fall Collini (2019)
  • The Painted Bird (2019)
  • Da Hitler stjal den lyserøde kanin (2019)

 

Til holocaustdagin í ár hevur Netflix gjørt eina versjón av kontrafaktisku søguni hjá Robert Harris Munich - The Edge of War (2022).

Seinni í ár kemur ein teknifilmur, sum ísraelski Ari Fohlman hevur gjørt úr kendu dagbókini hjá Onnu Frank. Filmurin hevur spyrjandi heitið Hvar er Anna Frank? Tað er hugsaða vinkonan, Kitty, ið hevur brotið inn á savnið, har dagbókini hjá Onnu Frank er. Hon stjelur dagbókina og fer út í heimsins flóttafólkalegur at spyrja, um tey hava sæð Onnu Frank.

Flokksett: Um kríggj var í Norðurlondum

 

Í Námi er henda lítla grøna bók, ið er sum eitt ferðpass í vavi. Heitið er Um kríggj var í Norðurlondum.

Ímynda tær, at tað er kríggj - ikki í Afganistan ella Sýria ella í onkrum øðrum landi langt burturi - men í Evropa, í Føroyum, her hjá okkum.

Við bókini bjóðar danska Janne Teller lesarunum av at gera eina hugaroynd.

Við at venda sjónarhorninum á, fær hon okkum at skilja, hvat tað í veruleikanum merkir at verða flóttarfólk tá kríggj er.

Oddfríður Marni Rasmussen hevur umsett lítlu bókina, ið fæst sum floksett í Námi.

Remember - ReAct

12. oktobur 2021 er altjóða ráðstevnan Remember - ReAct í Svøríki. Forætisráðharrin Stefan Löfven setur stevnuna, ið hevur til endamáls at minna fólk á jødatýningina undir krígnum og at herða stríðið móti antisemitismu. Vælkomutalan hjá Stefan Löfven varir 3 minuttir.

Hygg at video »

Uppgávur:

  • Lurtið í felag eftir taluni hjá Stefan Löfven.
  • Hvat merkir svenska orðið ”förintelse”?
  • Hvat er ”antisemitisma”?
  • Hvør var leikluturin hjá Svøríki undir øðrum heimsbardaga?
  • Forsætisráðharrin tosar um at minnast og aldri at gloyma. Hvussu langt kunnu vit minnast?

Wilkinson møtir Benjamin 75 ár eftir Nürnberg

75 ár eftir rættarfundirnar í Nürnberg, har krígsbrotsmenn vórðu dømdir, hevur bretski dokumentaristurin, David Wilkinson, møtt ungarska sakføraranum, Benjamin Ferencz , sum er 101 ára gamal.

Til 75 ára høvið hevur Wilkinson savnað tilfar til ein drúgvan heimildarfilm, sum hann vísir í enskum biografum í hesum døgum. Heitið er Getting Away with Murder(s), og filmurin er 175 minuttir langur.

David Wilkinson sigur sum grundgeving fyri at gera enn ein film um Holocaust, at “Almost 1 million people in 22 countries carried out the unprovoked murder of 11 million innocent men, women and children. 99% of those responsible were never prosecuted; most were never even questioned. Despite the extensive cinema documentary coverage of the Holocaust to date, not one has explored in any depth the almost total lack of justice, statistically, towards the vast numbers of eagerly participating perpetrators who, at war’s end, simply walked away - untouched by justice. This film addresses this glaring omission.”

Wilkinson sigur, at tey sameindi vistu um brotsverkini móti mannaættini.

“The Allies knew where a great many of the murderers could be found - Germany, Austria, Italy, the UK, the USA, Canada, Australia, and numerous countries in South America. The Allies had an endless wealth of evidence to present to the courts.”

Umframt Bretland og Týskland, førir nýggi heimildarfilmurin okkum til Írlands, USA, Litava, Latvia, Kekkia, Auschwitz-Birkenau í Pólland, Eysturríki og Frakland.

Prátað verður við 101 ára gamla Benjamin Ferencz, sum er hin seinasti ákærin úr Nürnberg, ið enn er á lívi, Mary Fulbrook, Dan Plesch, yvirlivararnar Kitty Hart-Moxon, Malka Levine og Arek Hersh, nasistajagstraran Stephen Ankier, bretska útvarpsmannin Robin Lustig, týska ákæran Jens Rommel, Holocaustlæraran Philip Rubenstein og Holocaustfyriskiparan James Smith.

Her er ein treylari úr nýggja heimildarfilminum

 

Uppgávur:

  1. Tosið í flokkinum um týska býin Nürnberg, og hvat tað var, sum fór fram har fyri 75 árum síðan.
  2. Finnið býin á kortinum. Finnið minst ein kendan persón úr býarsøguni. Finnið eitt heimskent ítróttatiltak, sum hevur verið í býnum.
  3. Hvat hendi í Nürnberg longu í 1935, tá vit hugsa um Holocaust?
  4. Hvar helt nasistaflokkurin ársfund undir øðrum verðaldarbardaga?
  5. Hvør var orsøkin til rættarfundirnar í Nürnberg eftir krígslok frá 20. november í 1945 til 1. oktober í 1946?
  6. Rættarfundirnir í Nürnberg nevna fyri fyrstu ferð í altjóða rættarskjølum enska orðið “genocide”. Hvat merkir genocide?
  7. Hvat varð úrslitið av rættarfundunum í Nürnberg fyri 75 árum síðan?

 

Var norska mótstøðurørslan antisemitisk?

 

Undirvísingargongd í keldukritikki við holocaust sum evni. Undirvísingargongdin er ætlað at brúka í lærugreinunum Søgu og samtíð og Samfelagsfrøði.

Í Noregi er kjak um, hvussu tað bar til, at so nógvir norskir jødar endaðu í týsku nazistisku týningarlegunum undir krígnum. Komið er fram, at fólk í norsku mótstøðurørsluni kravdu nógvan pening frá norskum jødum, meðan onnur sluppu ókeypis út úr landinum, sum var hersett av nazistum.

Far til undirvísingargongdina »

Hvar er Anna Frank?

Í eini av heimsins kendastu dagbókum lesa vit um Onnu Frank, ið varð send til Auschwitz. Minni kend er søgan um foreldrini hjá Ari Folman, sum sama dag vórðu send í somu týningarlegu.

Nú hevur hann gjørt ein nútíðar animatiónsfilm um Kitty, hugsaðu vinkonuna hjá Onnu Frank. Hon brýtur inn í savnið í Amsterdam og stjelur dagbókina, tí hon vil halda hana upp móti flóttafólkastøðuni í heiminum í dag. - Hvar er Anna Frank í øllum hesum meldrinum, spyr Kitty, sannførd um, at vinkonan enn er á lívi.

Hvar er Anna Frank  er ein familjufilmur við 9 ára aldursmarki, sum varir 90 minttir, við enskari, franskari og niðurlendskari talu. Filmurin er hin fyrsti, sum The Anne Frank Fonds í Basel hevur stuðlað.

Fyri 13 árum síðan gjørdi Ari Fohlman nógv rósta animatiónsfilmin Vals Im Bashir, har hann fyri vaksnum áskoðarum minntist aftur á tíðina, tá hann var hermaður í Libanon í 1982.


Uppgávur:

  1. Í týska tekstinum frá Israelitische Kultusgemeinde hjá stendur, at Dushman var ”Held von Auschwitz”. Hvat merkir hetta?
  2. Undir Olympisku Leikunum í München í 1972 varð Dushman vitni til eina hending, sum hóast hon einki hevði við itrótt at gera, kom í allar miðlar. Hvat var tað, sum hendi?

 

Hin seinasti úr Auschwitz

David Dushman (1923-2021) var hermaður í Reyða herinum hjá Sovjettsamveldinum. Hin 27. januar 1945 fríaðu sovjettisku hermenninir fangarnar úr týningarleguni Auschwitz.

Síðan henda dag í Auschwitz hevur minningardagur fyri fólkadráp verið hildin í øllum heiminum.

Dushman var hin seinasti sum enn var á lívi. Nú er hann deyður í München, 98 ára gamal. Tað sigur Israelitische Kultusgemeinde München und Oberbayern, har Dushman var heiðurslimur.

Týski Dushman var av jødiskari ætt og frívilligur hermaður í russiska reyða herinum. Hann visti einki um Auschwitz týningarleguna, tá hann sum 21 ára gamal Panzerfahrer kom til hana í hernaðarvogninum og stýrdi beint á elektriska hegnið.

- Der Mann, der den Zaun von Auschwitz niederwalzte, skrivaðu týsku bløðini, tá tey høvdu samrøðu við hann um hendingina. Dushman var ein av 69 hermonnum, sum komu livandi gjøgnum kríggið. Hansara herdeild taldi 12.000 menn.

Eftir kríggið, sum eystanfyri verður kallað Stóra Fedralandskríggið, bleiv hann fiktari. Sum olympiskur venjari fyri Russland, varð hann eygnavitni í München í 1972, tá palestinski yvirgangsbólkurin, Svarti September, tók níggju ítróttafólk úr ísraelsku olympisku leguni og drupu tvey.

Pápi David Dushman, sum var hernaðarlækni, varð í 1938 tvangsfluttur í eina arbeiðslegu í Sibir. Tíggju ár seinni doyði hann í leguni.


    Upprunafólk einsrættað í skúlum

    Kanadiskir miðlar skrivaðu í mai mánað 2021, at í einum skúla fyri upprunafólk, høvdu myndugleikar funnið líkini av 215 børnum.

    Skúlin var virkin til 1978. Ikki bara í Kanada, men eisini í Avstralia og í Sámalandi, hava myndugleikarnir tikið børnini frá upprunafólki og sent tey í serligar skúlar, sum bara vóru til teirra. Í Sámalandi hevur Mari Boine sungið um hesar skúlar, internatskúlar, sum norsku skúlamyndugleikarnir stóðu fyri. Í Avstralia hevur Doris Pilkington Garimara í 1996 skrivað søguna hjá ommuni, ið gekk í tílíkum skúla, men kláraði at flýggja. Í 2002 varð søga hennara gjørd til filmin “The Rabbit Proof Fence”.

    Uppgávur

    1. Hví hevur tað almenna havt áhuga í at taka børn frá upprunafólkum, so sum lýst í hesum tíðindum?

    2. Hvørji upprunafólk búgva í Kanada og Avstralia?

    3. Hvar er Sámaland?

    4. Skiftið, við støði í hesum tíðindum, orð í flokkinum um, hvørja makt skúlaskipanin kann hava hjá okkum og í øðrum londum.


     

    At vera svartur í Tulsa í 1921

    Um mánaðarskiftið mai-juni í 1921 tóku hvítir borgarar í amerikanska býnum Tulsa seg saman um at drepa svartar borgarar í býlingini Greenwood. 300 vórðu dripin. Nú 100 ára eru umliðin síðan hendingina, vóru minningartiltøk.

    Uppgávur

    1. Kannið eftir, hvat hendi í Tulsa í 1921.
    2. Hvør var borgarstjóri í býnum, tá hendingin fór fram?
    3. Hvat kann sigast um býlingin Greenwood í 1921?
    4. Hvat siga tey í dag úr Hvítu Húsunum um hendingina fyri 100 árum síðan?

     


     

    A song called hate - er ein vinnari!

    Á norsku filmstevnuni Oslo Pix hevur íslendski bólkurin Hatari vunnið virðisløn fyri besta filmin á stevnuni – “A song called hate”. Hatari er kendur bólkur frá Eurovision kappingini. Í filminum taka tey upp viðurskiftini millum ísraelar og palestinar.

    Her sæst ein brellbiti úr filminum

    Her kann allur filmurin, sum varir hálvan annan tíma, keypast og síggjast

    Her er norska orðingin hjá dómsnevndini, sum gav ”A song called hate” virðisløn í Olso 2021:

    ”Årets vinnerfilm tar fra et usannsynlig utgangspunkt tak i noen av de virkelig store spørsmålene om hva kunst er og kan eller skal være. Denne smarte og vittige dokumentaren undersøker om og hvordan selv de mest kommersielle rammeverkene kan kombineres med aktivisme, og stiller uventede spørsmål rundt tunge temaer som politisk og kunstnerisk boikott versus påvirkning. Dette er en film som på glimrende vis får seeren til å selv reflektere over hva kunstens funksjon skal være. Spesiell shout-out også til de svært unge fansene som dukker opp innimellom de mer globalt anlagte scenene og diskusjonene.”

    Uppgáva

    1. Hvør er uppgávan hjá listafólki, antin tey fáast við film ella tónleik? Er einki heilagt og kunnu tey provokera, sum tey vilja?

     


    Dagan á Holocaustdegnum 2021

    Her er ísraelski sendiharrin í Danmark, Benny Dagan. Hann talar á altjóða Holocaustdegnum 27. januar 2021. Enska talan, sum hann lesur, hevur danskan undirtekst og varir 10 minuttir. Hyggið í felag eftir taluni og svarið síðan hesum spurningum:

    1 Hvussu kallast minnisdagurin í Danmark?

    2 Hvussu metir sendiharrin støðuna hjá jødum í Evropa í dag?

    3 Hvat heldur sendiharrin um Auschwitz og vitanina hjá fólki um júst hetta evnið í dag?

    4 Sendiharrin sigur, at í gomlum døgum varð jødin sagdur at hava serliga ringar menniskjansligar eginleikar. Hvørjir vóru hesir eginleikar og hvat elvdi hetta uppáhald til? Kjakist í flokkinum um henda part í røðuni hjá sendiharranum.

    5 Hvussu kennir sendiharrin seg sum jøda í Danmark, og hvat heldur hann um forsætisráðharran, Mette Frederiksen?

    6 Hvønn týdning hevur tað, sambært sendiharranum, at læra seg søguna og at minnast hana? Tekur tú undir við honum í hesum uppáhaldi?

    7 Sendiharrin nevnir IHRA. Hvat er tað í hesum sambandi?


     

    Listin er gluggin inn í sálina

    Her er samrøða í Sosialinum við ísraelska sendiharran, Benny Dagan, sum vitjaði í Føroyum í 2018, og millum annað vísti nýggjan ísraelskan film.

    1 Hvør er yvirskriftin í blaðgreinini?

    2 Greið frá, hvussu tey hava brúkt listina í Ísrael og hvønn týdning sendiharrin leggur í listina.

    3 Hvørji evni verða viðgjørd í nýggjum ísraelskum filmi?

    4 Kunnu hesi evni stoyta nakran? Um so er, skulu vit lata hesi evni liggja og ikki viðgera tey í listini? Kjakist í flokkinum um sjónarmiðini hjá sendiharranum.


    Holocaustdagurin 27. januar 2021

    Holocaustdagurin 2021 verður stroymdur úr Skúlanum við Streymin

    Tiltakið verður stroymt her

    Skráin byrjar kl. 10.00 og er liðug kl. 11.30:                               

    10.00 Skúlastjórin, Sonni Óli Djurhuus, bjóðar vælkomin

    10.05 Verturin tekur yvir og greiðir frá tiltakinum

    10.10 Heini í Skorini: Hvat hendi veruliga og hvørjar vóru avleiðingarnar

    10.30 Tanja Elek: Hvussu vit komu til Føroyar

    10.42 Regin Jacobsen: Vit hjálpu 20 fólkum til tryggleika

    10.57 Ottar í Funningsstovu: Mín tíð sum hermaður á Balkan

    11.07 Heri Á. Simonsen & Tróndur Arge: Sambandið millum Føroyar og Balkan londini í fótbóltshøpi

    11.19  Spurningar


    Filmsbrot um fólkadráp

    Tanja Elek er fødd og uppvaksin í Osijek í Kroatia og flutti til Beli Manastir, og síðan til Bezdan í Serbia. Síðan flýddi hon undan krígnum, kom til Danmarkar og at enda til Føroya, har hon í 2000 búsetti seg á Glyvrum.

    1. Hvussu byrjar filmurin, hvat er árið og hvat mál tosa tey?
    2. Hvat mál tosar Tanja nú?
    3. Hvaðani er Tanja rýmd?
    4. Hvat hoyra vit um pápa Tanju?
    5. Hví velur hon og húskið at flýggja til Danmarkar?
    6. - Vit komu til Sandholm, sigur Tanja. Hvat er Sandholm?
    7. Hvussu byrjar samstarvið við føroyingar?
    8. Hvat arbeiði fær Tanja í Føroyum?
    9. Klipt verður aftur til Dag og Viku í 2000. Hvussu kenna tey seg, tá tey fyrstu ferð komu til Føroya?
    10. Eysturslavonia verður nevnt fleiri ferðir. Hvar er tað?

     

    Ottar í Funningsstovu S.T. hermaður í Bosnia
    Hygg eftir filminum og svara hesum spurningum:

    1. Hvør sigur frá?
    2. Hvør er uppgávan hjá Ottari í Bosnia?
    3. Hvat er tað, sum persónliga dregur hann til Bosnia?
    4. Hevur Ottar samband við fólkið á staðnum?
    5. Hvørji fólkasløg og hvørjar átrúnaðir møtir Ottar í Bosnia?
    6. Eru nakrar ítøkiligar forðingar tá Ottar skal koyra í lastibili frá einum staði í annan?

    Heini í Skorini Ph.d í altjóða politikki
    Hygg eftir filminum og svara hesum spurningum:

    1. Hvat er eitt fólkadráp?
    2. Hvør stovnur setti sær fyri at forða fólkadrápum?
    3. Finn Bosnia á kortinum. Nær fór kríggið í Bosnia fram?
    4. Greið frá gamla Jugosloavia. Hvussu var tað landið sett saman?
    5. Hvørjar eru í dag avleiðingarnar av at Jugoslavia datt sundir?
    6. Finn býin Screbrenica á kortinum. Hvat henda í Screbrenica í 1995?
    7. Hvønn leiklut fingu, ella tóku ST-hermenn á hesum staðnum?
    8. Greið frá tveimum hernaðarleiðarunum í stríðunum. Hvør var teirra bakgrund?

    Regin Jacobsen stjóri á Bakkafrosti
    Hygg eftir filminum og svara hesum spurningum:

    1. Hvør sigur frá?
    2. Hvar hoyrir Regin um flóttafólkini, sum her verða umrødd?
    3. Hvønn týdning hevur arbeiði, tá tú flytir í annað land at vera?
    4. Hvussu er støðan í Føroyum um hesa tíð at fáa arbeiði og bústað?
    5. Hvør er metingin hjá Regini av akkurát hesum flóttafólkunum í teirra arbeiði?
    6. Hvussu nógv eru flóttafólkini?
    7. Hvat hendur, um tú sum flótti missir arbeiði?
    8. Hvussu er føroyska skipanin?
    9. Hvat sigur Regin, at kríggj kann elva til?

    Uppsløg um fólkadráp

    Hetta eru uppsløg, sum Nám og Amnesty International Føroya deild gjørdu í januar 2021. Uppsløgini kunnu frítt skrivast út í øllum skúlum ella har ein printari er.

    Mett verður, at meira enn 100 milliónir fólk hava latið lív í fólkadrápum tey seinastu 100 árini.

    Endamálið við uppsløgunum er at minnast holocuast og onnur fólkadráp undir herrópinum ”ongantíð aftur”.

    Eitt annað endamál er at minna á, at fólkadráp endaðu ikki eftir krígslok í 1945. Sum uppsløgini vitna um, halda fólkadráp fram á okkara døgum.

     

    Uppgáva í flokkinum:

    1. Hyggið at fyrsta uppslagnum, sum eisini er høvuðsuppslagið. Finnið trý fólkadráp, sum enn fara fram. Hvørji eru londini?
    2. Finnið uppsløgini sum lýsa søguligu støðuna í Bosnia.
    3. Nær fór Bosniakríggið fram?
    4. Hvørjir vóru stríðandi partarnir?
    5. Hvussu nógv fólk eru deyð?
    6. Hvussu nógv fólk eru flýdd av støðuni í hesum londum?
    7. Tosið um orsøkirnar til og avleiðingarnar av kríggi.
    8. Hvør hjálp er at heinta hjá fólki, sum flýggja úr hesum londum?
    9. Hvat kunnu vit gera?

    Genocide

    Genocide er enskt fyri fólkadráp. Á fronskum verður ein, ið er funnin sekur í at hava framt fólkadráp nevndur genocidaire.

    Í 1948 samtyktu Sameindu Tjóðir eina yvirlýsing, har hugtakið fólkadráp varð lýst. Ætlanin var og er støðugt at forða fyri at fólkadráp fara fram.

    Yvirlýsing um fyribyrging og revsing fyri brotsverkið fólkadráp

    Hildið verður, at farnu 100 árini eru fleiri enn 100 milliónir fólk fyribeind, tí fólkadráp hevur tikið seg upp. Einaræðisharrar og teirra hjálparfólk hava staðið fyri drápunum. Hvørki pressa ella altjóða samfelagið hava megnað at steðga fólkadrápunum.

    Í krígnum í Bosnia vildu allir partar hava sítt egna øki, har bara teirra fólk skuldi liva og eingin annar. Serliga vóru tað kroatar og serbar, ið kravdu henda etniska reinleika. Hetta krav rakti Bosnia serliga meint.

    Danska heimasíðan Folkedrab hevur sett sær fyri at lýsa flestu viðurskifti, sum knýta seg afturat torskilda hugtakinum fólkadráp.

    Torskilda søgan hjá Jugoslavia

    Í tíðarskeiðnum 1918-2003 kann Jugoslavia skiftast í trý sløg av londum, sum hvørt hava havt sína stýrisskipan:

    • Kongaríkið Jugoslavia
    • Sosialistiska lýðveldið Jugoslavia
    • Jugoslaviska ríkið við Serbia og Montenegro

    Hetta síðst nevnda ríkið, sum varð skipað í 1992, tók í 2003 navnið Serbia og Montenegro. Í 2006 varð hetta landið býtt sundur í tey bæði sjálvstøðugu londini Serbia og Montenegro.

    Gamla Jugoslavia varð nógv frammi í altjóða politikki og tíðindamiðlum tá Josip Broz Tito (1892-1980) var ríkisleiðari og stýrdi landinum frá 1943 til hann doyði í 1980.

    Hin føroyska Wikipedia skrivar, at “Jugoslavia var sett saman av seks lýðveldum og tveimum sjálvstýrandi landspørtum. Báðir teir sjálvstýrandi landspartarnir vóru í serbiskum øki: Kosovo sunnanfyri og Vojvodina norðanfyri. Umleið 42 % vóru griksk-katólsk, 32 % rómversk-katólsk og 13 % muslimsk. Týdningarmestu málini vóru slovenskt, makedónskt, serbiskt og kroatiskt. Harafturat vórðu talað 12 onnur mál. Gamla Jugoslavia fór sundur í hesi sjálvstøðugu ríkini: Makedónia, Slovenia, Bosnia-Hersigovina, Kosovo, Montenegro, Serbia og Kroatia.”

    Her er ein donsk app, ið lýsir søguna um Jugoslavia, sum datt sundur.

     

    Hvíti fuglur - flokssett við uppgávum

    Hvíti fuglur er ein grafisk skaldsøga, sum er tøk í floksetti frá Námi. Hvíti fuglur er um dreingin Julian, ommu hansara Saru og Julien, vinmannin hjá ommuni. Hóast søgan fer fram í nútíðini, er meginparturin av søguni um krígsárini. Vit hoyra um lívið hjá ommu Julian, ið sum ung genta krógvaði seg fyri nasistunum undir seinna heimsbardaga í Fraklandi.

    Næmingauppgávur eru gjørdar til søguna. 

    Í einari grafiskari skaldsøgu eru nógvar myndir, sum skapa søguna, hóast søgan ella bókin ikki er ein teknirøð. Grafiska skaldsøgan hevur egnan stíl, persónarnir og hendingarnar eru ofta meira samansettar enn í eini teknirøð, og tekningarnar eru fjølbroyttari. Í einari grafiskari søgu gongur tíðin, og persónarnir broytast, tí teir fylgja við tíðini.

    Bókin Hvíti fuglur er tøk sum floksett í Námi. Bókin og uppgávur eru ætlaðar 6.-10. flokki.

     

     

    Facebook bannar Holocaustnoktan

    13. oktobur 2020 skrivaði Mark Zuckerberg á Facebook, at nú fóru tey at bannað greinar og tilfar, sum sáa iva um Holocaust ella púra avnoktað at Holocaust nakrantíð hendi.

    - Tá fólk leita á Facebook eftir Holocaust, verða tey nú víst til tekst og tilfar hjá myndugleikum við røttum upplýsingum, sigur Zuckerberg.

    Orsøkin til hesa avgerð er, at verja ung fólk í einum vandamiklum tíðarráki, sigur Monika Bickert, sum varar av innihaldi á Facebook: ”the well-documented rise in anti-Semitism globally and the alarming level of ignorance about the Holocaust, especially among young people”.

    Les meira


    Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina

    Undirvísingartilfar, sum danska Katrine Sommer Boysen hevur gjørt. Tilfarið er frítt at brúka.  

    Í Týsklandi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum hevur heitið Als Hitler das rosa Kaninchen stahl. Filmurin byggir á skaldsøgu hjá Judith Kerr, sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit. Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum.

    Filmurin verður vístur altjóða holocaustdagin 27. januar og kann eisini bíleggjast til skúlasýning í viku 4.

    Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur um allan heim. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019.

    Í týska filminum fylgja vit jødiska húskinum, sum flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London. Týska Caroline Link hevur gjørt filmin, sum byggir á sjálvævisøguligu metsølubókina hjá Judith Kerr.


    Uppsløg um fólkadráp

    Hetta eru uppsløg, sum Nám og Amnesty International Føroya deild gjørdu í januar 2020. Uppsløgini kunnu frítt skrivast út í øllum skúlum ella har ein printari er.

    Mett verður, at meira enn 100 milliónir fólk hava latið lív í fólkadrápum tey seinastu 100 árini.

    Endamálið við uppsløgunum er at minnast holocuast undir herrópinum ”ongantíð aftur”.

    Eitt annað endamál er at minna á, at fólkadráp endaðu ikki eftir krígslok í 1945. Sum uppsløgini vitna um, halda fólkadráp fram á okkara døgum.

    Uppgáva í flokkinum:

    Hyggið at fyrsta uppslagnum, sum eisini er høvuðsuppslagið. Finnið trý fólkadráp, sum enn fara fram í 2020. Hvørji eru londini? Finnið uppsløgini sum lýsa aktuellu støðuna í júst hesum trimum londunum. Hvussu nógv fólk eru deyð? Hvussu nógv fólk eru flýdd av støðuni í hesum londum? Tosið um orsøkirnar til og avleiðingarnar av kríggi. Hvør hjálp er at heinta hjá fólki, sum flýggja úr hesum londum?


    Holocaust á filmi

    Á hvøjum ári koma nýggir heimildarfilmar og spælifilmar, sum á ymsan hátt lýsa holocaust og onnur fólkadráp. Kendasti spælifilmur um holocaust er helst “Schindler’s List”, men seinni eru eisini komnir filmar sum “The Last Metro”, ”Der Untergang”, “Life is Beautiful”, ”The Reader”, “Drongurin í stríputu náttklæðunum”, ”Sonur Saul”, “ Jojo Rabbit”, “Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina”, “Persian Lessons”,  “Den største forbrytelsen” og "Resten af Livet".

     

    Undirvísingardeildin í almenna danska filmstovninum hevur leingi savnað tilfar til undirvísing um holocaust á filmi. Eisini kann ritstjórnin á Snar vegleiða um tílíkt tilfar.

     

     


    Sophia Loren sum yvirlivari

    Aldrandi filmstjørnan, Sophia Loren, spælir holocaustyvirlivari í nýggja italska filminum La vita davanti a sé, sum á enskum eitur The Life Ahead.

    Ein holocaustyvirlivari er ein jødi, ið slapp úr eini nazistiskari týningarlegu undir krígnum árini 1940-1945.

    Filmurin fer fram í einum italskum býi á okkara døgum. Saman við Sophiu Loren, sum spælir Madame Rosa, er drongurin Momo, sum er flótti úr Senegal. Tað, sum bindur tey saman er, at hann er um sama aldur sum hon, tá hon var í Auschwitz. Í dag hevur Madame Rosa sett sær fyri at hýsa heimleysum børnum, sum hon hevur pláss til. Filmurin sæst á Netflix við donskum undirteksti og við heitinum Resten af livet.

    Uppgáva:

    Filmurin snýr seg í stóran mun um sambond, relatiónir, sum eru millum menniskju í nútíðini. Sambondini kunnu røkka langt aftur í tíðina. Innan tit síggja filmin, verður flokkurin býttur í bólkar, sum fáa til uppgávu at fylgja hesum persónum, og lýsa teir og teirra bakgrund og eginleikar í filminum:

    • Momo (Ibrahim Gueye)
    • Madame Rosa (Sophia Loren)
    • Hamil (Babak Karimi)
    • Lola (Abril Zamora)
    • Doctor Cohen (Renato Carpentieri)
    • Edoardo Ponti (leikstjórin, ið ikki sæst, men hevur gjørt filmin)

    Stikkorð: Hvaðani er persónurin? Hvussu gamal er persónurin? Hvat kunnu vit siga um persónin og hansara støðu beint nú? Hvat knýtir persónin til aðarar persónar í filmaðu søguni?


    Persian Lessons

    Við støði í týsku søguni “Erfindung einer Sprache” hevur ukrainski leikstjórin Vadim Perelman gjørt filmin ”Persian Lessons”.

    Vit eru í Fraklandi undir øðrum verðaldarbardaga. Árið er 1942 og SS hermenn hava tikið unga belgiska jødan, Gilles, og sent hann í týska konsentratiónslegu.

    Komin í leguna, finnur hann uppá at siga seg vera úr Persia.

    Gilles verður tikin til viks at tana køksleiðaranum, sum altíð hevur droymt um at læra seg farsi og at opna matstovu í Persia, tá kríggið er liðugt.

    Vinalagið millum teir báðar verður ikki tikið væl upp millum fangar og vaktarar, og Gilles óttast meir og meir fyri tí degi, tá hann ikki longur kann dylja sannleikan.

    Nýggi filmurin “Persian Lessons” er á týskum, fronskum, persiskum, enskum og italskum máli. Londini Russland, Týskland og Hvítarussland hava staðið saman um at gera filmin, sum verður vístur í Føroyum í sambandi við altjóða holocaust dagin.


    Størsta brotsverkið

    Í Noregi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum byggir á hendingar har í landinum, og hevur heitið Den største forbrytelsen. Filmurin byggir á eina søgu hjá Marte Michelet, sum kom út í bók í 2014. Skakandi søgan er um norskar hermenn, ið hildu við týskinum og vórðu nevndir frontkjempere, ríkisløgregluna og nazistisk skrivstovufólk, sum øll elvdu til at norska jødatýningin kundi fremjast.

    Fyrst í 1900-talinum koma ungu jødisku hjúnini Benzel og Sara Braude til Kristiania, sum norski høvuðsstaðurin tá kallaðist. Tey búseta seg í Grünerløkka og fáa fýra børn: seymikonuna Helenu, kommunistin Ísak, sjónleikaran Harry og nevaleikaran Charles.

    Í hinum endanum á býnum býr Stian Bech, ið er sonur antisemittiska hægstarættardómaran Bech, og roynir at gera øllum til vildar. Ein kaldan vetrardag í 1941 fær Stian møguleika at vísa seg, tá Wilhelm Wagner kemur til Oslo við boðum frá trygdarløgregluni í Berlin at skráseta allar jødar í Noregi. So verða persónar og hendingar tvinnaðar saman í skakandi søguni við heitinum Den største forbrytelsen.

    Hvussu kundi tað koma so vítt?

    Journalisturin Marte Michelet, dóttir Jon Michelet, sum var blaðstjóri á Klassekampen, hevur skrivað søguna, ið byggir á veruligar hendingar. Í 2014 fekk hon Brage virðislønina fyri bókina.

    Føroyskir stuttfilmar um Holocaust

     

    Nám hevur gjørt tríggjar stuttfilmar um Holocaust, har føroyingar siga frá. Tóra við Keldu sigur frá um tey, sum bera brek, og tí vórðu fyribeind Í Nazitýsklandi undir krígnum. Í dag kundi tað verið eg, sigur Tóra.

    Petur Rouch greiðir frá um ferð, hann og konan gjørdu til München at vitja samkynda sonin, Búa. Tað var her at nazisman fekk undirtøku og fyrsta týningarlegan, Dachau, varð tikin í brúk.

    Við einum skjalprógvaðum dømi, greiðir Maigun Solmunde frá um, hvussu føroyingar í Danmark hjálptu jødum at flýggja undan nazistunum undir krígnum.

    Uppgávur

    - Við hvørji vitan er tað, at frásøgupersónurin, Tóra við Keldu, fer inn í týningarlegurnar?
    - Hvat er ein protesa? 
    - Greið frá setningunum "tað kundi verið eg" og "tað kundi verið tú": Hvørja effekt fáa hesir setningar?
    - Gev eitt ummæli av stuttfilminum.

    Uppgávur

    - Hvørji eru ørindini hjá frásøgupersóninum, Peturi Rouch, í München?

    - Greið frá endanum í filminum: Hvørja effekt fær tað, at mynd av soninum sæst í frágreiðingini? Hevði effektin verið hin sama, um sonur ikki varð nevndur og ikki sást á filminum?

    - Gev eitt ummæli av stuttfilminum.

    Uppgávur

    - Tosið í flokkinum um týdningin at minnast og hvussu langt fólk flest munnu minnast, tá søgan ikki er skrivað.
    - Hvønn týdning hevur tað fyri eina gamla søgu, at prógv eru fyri tí, sum sagt verður?
    - Hvørji viðurskifti brúkar Maigun Solmunde, at undirbyggja søguna í stuttfilminum, so vit kunnu líta á hana?
    - Gev eitt ummæli av stuttfilminum.

    Millum gráar skuggar

    Ruta Sepetys, sum er av litavskum uppruna, hevur skrivað Millum gráar skuggar, sum Bergur Rasmussen hevur týtt. Søgan er frá 1941 og er um tey mongu, sum sovjetska trygdarløgreglan forfylgdi og tvingsilsflutti úr baltisku londunum til Sibir. Vit fylgja 15 ára gomlu Linu og familju hennara, sum verða tveitt í kríatúrvognar og send avstað. Men tá tað sær svartast út, hevur Lina vónina um, at tey kortini fara at hóra undan.

    Drongurin í stríputum náttklæðum

    Hetta er kenda holocaust-søgan, sum írski John Boyne skrivaði í 2006, og sum er umsett til fleiri mál, eisini føroyskt. Føroyska týðingin, sum er ætlað til frílesing í hádeild, er í kunningarsavninum í Námi. Danska týðingin Drengen i den stribede pyjamas fæst sum flokssett í Námi, har eisini filmurin The Boy in the Striped Pyjamas er á dvd.

     

    Orðabókin

    Ensk-føroyska orðabókin gevur orðinum holocaust [‘hɔləkɔ:st] n tríggjar týdningar:

    1 blóðbað, hópmorð, hópdráp

    2 eldur, eldsbruni (har nógv láta lív); (átr.) brennioffur; the Holocaust (nazistanna hópmorð av jødum)

    3 oyðing; stór vanlukka, ragnarøk

     

    Auschwitz

    Heimssøga er bókarøð hjá Námi, sum er ætlað 7.-9. flokki í søgu. Í triðju bókini verður Auschwitz viðgjørt sum ein steðgistaður. Tað er eitt søguligt tema, sum verður útgreinað og endar við spurningum, sum arbeiðast kann við í flokkinum. Á permuni sæst Charlie Chaplin sum Hitler í filminum The Great Dictator (1940), har Chaplin ger gjøldur burtur úr nasismuni.

    Tak síðurnar um Auschwitz niður sum pdf her.

    Bókarøðin hevur eisini eina heimasíðu á Snar. Her ber til at lesa ella hoyra bókina. 

    Nýtt tilfar

     

    Løgtingið hevur álagt Mentamálaráðnum og Námi at skipa føroyska Holocaust-dagin. Í meðan ber til at samskifta við Snar og vitja savnið í Námi, at kunna seg um viðkomandi tilfar, og at fáa inspiratión til undirvísingargongdir í hesum tema.

    Millum nýggastu filmar í savninum er hin ungarski Sonur Sauls, sum lesast kann um longur niðri á temasíðuni. Ein annar filmur, sum er aktuellur í biografunum í januar er Jojo Rabbit, ið er ein satira um holocaust. Eins og fleiri aðrir filmar er hesin eisini um at fjala ein jøda á loftinum ella í kjallaranum.

    Hvør var Anna Frank?

    Anna Frank var 15 ára gomul, tá hon doyði av tyfus í fangaleguni Bergen-Belsen fyrst í marsmánað í 1945. Hóast hon doyði tveir mánaðir fyri krígslok, er hon millum fremstu vitni at siga frá um holocaust og nasistisku brotsgerðirnar móti jødum undir krígnum. Orsøkin er, at hon dugdi so væl at eygleiða og skriva. Áðrenn nasistarnir funnu Onnu Frank og skyldfólk hennara, høvdu tey fjalt seg í einum húsum í Amsterdam í tvey ár. Tá vórðu tey øll send til týningarleguna Auschwitz. Seinni vórðu tey skyld sundur, so Anna kom í fangaleguna Bergen-Belsen.

    Anna Frank skrivaði dagbók, sum varð funnin og givin út á mongum málum, eisini føroyskum. Nú 70 eru liðin, síðan hon doyði, eru fleiri, ið halda, at dagbókin eigur at verða frí at geva út og lesa á netinum. 

    Í flokkinum kunnu vit samanbera dagbókina hjá Onnu Frank, og ferðafrásøgnina hjá Pól Jespersen, sum er mitt fyri á hesi temasíðu.

    Tosið í flokkinum um týdningin at hava eygnavitni á staðnum, sum duga at siga frá, tá nakað álvarsamt er hent. Kjakist í flokkinum um munur er á keldum, sum eru frá fyrstu hond, ella verða sagdar uppaftur av øðrum, sum ikki hava verið á staðnum. Kann søgan skeiklast til fyrimuns fyri tann, sum ber hana fram? Og kann onkur at enda siga, at søgan aldri hendi? Endapurningurin í flokkinum er: Hvør týdningur er, at vit kenna søguna?  

    Uppgávur

    Sonderkommando

    Í sambandi við altjóða holocaust dagin í 2013 hevði Útvarpið fýra sendingar um evnið, har Kári Sólstein tosaði við Róland í Skorini, studentaskúlalærara. Í fjórðu sendingini verður tosað um eitt tað truplasta dilemma úr fangalegunum: Sonderkommando. Hetta eru jødar, sum er noyddir at arbeiða saman við nasistunum, ið hava sett sær fyri at drepa allar jødar. Sonderkommando er evnið í nýggja virðislønta filminum Sonur Saul.

    At kjakast um í flokkinum: Vóru hesir jødarnir svíkjarar ella hetjur?

    Her er fjórða sendingini: Sonderkommando 

    Her eru allar sendingarnar um holocaust 

    Í hesi útvarpssending grundgevur Róland í Skorini fyri, hví vit eiga at læra um holocaust í skúlanum.

    Veruleikin goymdur í 70 ár

    Í 1945 savnaði bretski sjónvarpsmaðurin Sidney Bernstein eitt filmslið, sum skuldi lýsa ræðuleikarnar í týsku týningarlegunum. Millum filmsfólkini vóru Alfred Hitchcock og komandi bretskir politikarar, sum skrivaðu handritið til ætlaða filmin. Teir savnaðu tilfar til ein heimildarfilm, ið fekk arbeiðsheitið German Concentration Camps Factual Survey. Tilfarið varð fingið til vega frá bretskum, amerikanskum og sovjettiskum filmsfólkum, sum høvdu skrivað tíðindi og gjørt reportasjur úr 11 týningarlegum, teirra millum Auschwitz, Buchenwald, Dachau og Bergen-Belsen. Á hesum filmum sóust svøltaðir fangar, lík, brendar menniskjaleivdir úr ovnunum, mannahár upp í sekkir, brillur og tenn. Filmsupptøkurnar og ætlanin at seta alt saman til ein upplýsandi film, vóru mettar ov ógvusligar at vísa alment. Tí varð filmurin goymdur og gloymdur. Ikki fyrr enn 70 ár seinni gjørdi mannfrøðingurin André Singer í 2014 filmin Night Will Fall um upplýsandi ætlanina frá 1945. Filmurin vann virðisløn á filmstevnu í Jerúsalem í 2014. Niðanfyri er treylarin til filmin. 

    At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvat kundi hent, um filmsupptøkurnar aldri komu fram?

    Lebensborn

    Í 1935 kunngjørdi týski nasisturin Heinrich Himmler ætlanina Lebensborn, sum merkir lívskelda. Miðvísa ætlanin var at seta arisk børn í verðina. Ógiftar ariskar kvinnur og SS-hermenn skuldu fáa ljóshærd børn, sum høvdu norðurlendskt dæmi. Lebensborn-barnaheim vóru í Týsklandi, Póllandi, Belgia og í Noregi, har ikki færri enn 9 heim vóru frá 1941. Myndin er frá fyrsta norska Lebensborn-heiminum, sum var í Hurdal. Eftir kríggið skrásettu norskir myndugleikar 8000 børn, sum har í landinum høvdu týskan SS-pápa. Frá 1939 vórðu børn rænd í Póllandi, Fraklandi og øðrum londum við, at vaksa upp í Nasitýsklandi. Onkrar keldur siga, at so mong sum 200.000 børn vórðu rænd á henda hátt. Eftir kríggið eru allar keldur brendar, so ilt er at meta um, hvussu mong børn vóru tvungin í ætlanina Lebensborn.

    At tosa um í flokkinum: Haldið hugsanina um Holocaust upp móti Lebensborn. Hvat framtíðarsamfelag sóu nasistarnir fyri sær?

    Hin góða søgan

    Ein søga, sum er væl umtókt í USA, er, at danski kongurin undir krígnum, Christian X kongur, skuldu bera eina gula stjørnu at stuðla jødunum í Danmark. Amerikanska holocaust savnið avsannar hesa søgu og sigur, at hetta er ein myta. Av savninum, United States Holocaust Memorial Museum, siga tey eisini, at í USA er ein líknandi søga frá somu tíð, ið sigur, at allir danir gingu við gulari stjørnu undir krígnum. So var ikki.

    Tað eru nógv viðurskifti, sum kunnu elva til, at søgur verða íspunnar, ella hava eitt vet av sannleika, sum ætt eftir ætt verður til eina symbolska søgu við góðum og lærandi innihaldi. Tílíkar søgur kunnu vera royndir at skapa fatan av tí illa, sum býr í okkum øllum, men samstundis aldri at gloyma tað góða. Ein tílík bók er Søgan hjá Eriku.

    Her er uppskot um uppgávur til evnið í ein tíma: Fyri hvørjum verður søgan søgd? Hvør er tað, sum sigur søguna? Hvørji ættarbond hevur frásøgufólkið? Hvønn týdning hava familja og ættarbond? Hvønn týdning hava søgur sum henda? Kunnu tær læra okkum nakað?

    Setið tykkum í runding og lesið søguna hjá Eriku upp í flokkinum.

    Undirvísingarupplegg

     

    Tilfar um holocaust - í savninum

     

    Flokssett

    Anna Frank - dagbókin

    Anne Franks dagbog (Birte Carlé)

    Búrið

    Claras krig

    Drengen i den stribede pyamas

    Hvíti fuglur

     

    Krabbabøkur

    Anna Frank

    Jødatýningin

     

     

     

     

     

     

     

    Filmar

    Anna Frank - dagbókin

    Anne Franks rejse : en film

    Anne Frank remembered

    Anti-semitisme i det 21. århundrede

    Drengen i den stribede pyjamas (spælifilmur)

    Himler, Hitler og fall Triðja Ríkisins

    Jeg hedder Arlette og jeg overlevede Auschwitz

    Jøden og arieren

    Jødernes historie 1-5

    Love Story Berlin 1942 (heimildarfilmur við donskum undirteksti)

    Nazismen I-II-III

    Schindlers Liste (spælifilmur)

    The world at war

    Theresienstadt : danske børn i nazistisk fangenskab

    Leita í savninum eftir øðrum tilfari >> 

     

    Propaganda

    Í orðabókini lesa vit, at propaganda er at tala fyri ávísum hugsjónum og at breiða hesar hugsjónir út millum fólk. Undir seinna heimsbardaga vóru týskir nasistar meistarar í at skapa propaganda. Tað kundi vera, tá Hitler talaði til fólkið, ella tá Leni Riefenstahl gjørdi film. Í danska heimildarfilminum Theresienstadt - danske børn i nazistisk fangenskab verður víst nágreiniliga, hvussu nasistar brúktu propaganda. Í einum broti, sum varir 7 minuttir, sæst, hvussu nasistarnir billa almenninginum inn, at Theresienstadt er eina góð lega. Børnini hugna sær, fáa mat, ganga í skúla og spæla í einum sangleiki. Men veruleikin er ein annar. Eftir filmsupptøkurnar verða øll send til týningarleguna Auschwitz. Við danskari talu sæst hetta dømið um propaganda niðanfyri.

    At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvat er endamálið við propaganda?

    Jødatýningin

    Hetta er bók um, hvussu jødar eru týndir ígjøgnum allar tíðir, serliga undir seinna heimsbardaga. Í hesari bókini kanst tú lesa um, hvat tað var, sum hendi, og hví tað hendi. Bókin er grundað á søguligar hendingar og frágreiðingar frá teimum, sum komu undan krígnum á lívi.

    Uppgávur

    Eykauppgávur

    Yngsti á listanum hjá Schindler

    Leon Leyson var 9 ára gamal, tá nasistarnir gjørdu innrás í Póllandi, har hann búði. Hálvt ár seinni varð húskið hjá Leon sent til Krakow at búgva í eini ghetto. Hann misti tvey av fimm systkjum. Í allari neyðin fekk hann arbeiði á verksmiðjuni hjá Oskar Schindler og kom undan ræðuleikunum við lívinum. Í 1949 flutti hann til USA og undirvísti á Huntington Park High School í 39 ár. Leon var 83 ára gamal tá hann doyði í januar í 2013. Dagin fyri hevði hann givið forlagnum í California handritið til bókina The boy on the wooden box. Bókin fæst á donskum sum Drengen på Schindlers liste.

    Ferðafrásøgn úr Auschwitz-Birkenau

    Í juni í 2015 vitjaði Pól Jespersen nasistisku legurnar Auschwitz-Birkenau, sum vóru savningarlega, arbeiðslega og týningarlega fyri jødar og mong onnur fólk. Krakow er millum býirnar í Evropa, sum vórðu spardir undir seinna heimsbardaga, so her eru nógv gomul hús og støð at síggja. - Millum útferðirnar var ein, sum vit høvdu teknað okkum til, men sum kortini ikki var so hugalig, sigur Pól, og fer at siga frá um dagin, tá bussurin kom á hotellið eftir teimum. Tað tók bara halvanannan tíma at koyra úr miðbýnum til inngongdina til nasistisku Auschwitz-leguna við eyðkenda skeltinum Arbeit macht frei.  

    Les meira

    Ketubræv

    Fyri 10 árum síðan var Facebook ikki so vanligt millum fólk. Tá ferðaðist hetta ketubræv á netinum. Innihaldið er ein stutt myndarøð, ið lýsir holocaust, sum tá hevði 60 ár á baki. Endamálið við ketubrævinum var at minna á hendingina, sum vit rópa holocaust. Tey, sum sendu ketubrævið, vildu forða fyri, at hetta hendi aftur. Hvat heldur tú um myndarøðina?

    Les ketubrævið her.

    Ríkisleiðarar minnast holocaust

    Altjóða holcaustdagur er 27. januar. Í 1998 setti svenski forsætisráðharrin Göran Persson á stovnThe International Holocaust Remembrance Alliance. Endamálið var at fáa ríkisleiðarar at síggja til, at skúlatilfar og upplýsandi átøk um holocaust skuldu fáast til vega og verða brúkt í øllum heiminum. Táverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, og bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, vóru báðir við at seta sjøtul á ætlanina. Í dag eru 31 limalond, 10 eygleiðaralond og sjey altjóða felagsskapir í The International Holocaust Remembrance Alliance.

    Skiftið orð í flokkinum um týdningin av, at ríkisleiðarar vilja hava okkum at minnast holocaust. Kundi tað øvuta hugsast, at mælt varð til, at eingin skuldi minnast holocaust?

    Love Story: Berlin 1942

    Hetta er heimildarfilmur úr Berlin um týsku Lilly Wust. Í 1942, tá søgan tekur við, er hon arisk húsfrúgv við Hitler á vegginum, manni í herinum, og hevur fingið heiðursmerki fyri at bera fýra synir. Men so møtir hon Felice Schragenheim, sum er 20 ár yngri. Tær báðar verða forelskaðar. Hon hugsar ikki um, at Felice er av jødiskari ætt. Í hesum vakra heimildarfilmi um eina veruliga kærleikssøgu undir krígnum, vísir Lilly myndir og brøv, sum lýsa teirra samband. Jødiska Felice var í loyniligu mótstøðurørsluni. Í 1944 velur hon at stríðast í Berlin, heldur enn at flýggja til trygga Sveis, sum var uttanveltað. Gestapo finnir Felice, og Lilly sá hana aldri aftur. Erica Fischer úr Eysturríki hevur beinanvegin skrivað um tær báðar kvinnurnar. Bókin er støðið undir spælifilminum Aimée & Jaguar, sum týski Max Färberböck gjørdi í 1999. Heimildarfilmurin, Love Story: Berlin 1942 (Catrine Clay, Bretland, 1997), sum sæst niðanfyri, hevur vunnið altjóða virðislønir. Hann varir 47 minuttir, hevur enskan undirtekst og kann síggjast uttan aldursmark. Filmurin fæst eisini í Námi við donskum undirteksti.

    At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvør skrivar oftast heimssøguna?

    Sonur Saul - ein nýggj holocaustsøga

    Enn koma nýggjar søgur um holocaust fram. Nýggjasta er um Saul Ausländer, ið er høvuðspersónur í ungarska virðislønta filminum Sonur Saul (2015). Vit eru í týningarleguni Auschwitz-Birkenau í oktobermánaði í 1944. Saul er ungarskur limur í Sonderkommando, sum er ein bólkur av jødiskum fangum. Teir eru tiknir úr leguni og noyddir at arbeiða saman við nasistunum, sum hava sett sær fyri at drepa allar jødar. Meðan Saul er til arbeiðis í líkbrenningarhúsinum, sær hann líkið av einum drongi, sum hann heldur verða sín egni sonur. Tá teir í Sonderkommando tingast um at gera uppreistur, roynur Saul at bjarga líkinum, so tað ikki bara verður brent. Hann fer at leita eftir einum rabbinara at lesa Kaddish, eina seinstu bøn, so drongurin kann verða sømuliga jarðaður. 

    At kjakast um í flokkinum eftir sýningina: Hvørja ávirkan hava nærmyndir?

    Er holocaust bara søga?

    Tá vit viðgera holocaust í skúlanum, er umráðandi at minnast til, at tað vóru ikki bara Hitler og nasistar, sum gjørdu seg inn á jødar undir øðrum heimsbardaga. Í søguni hava nógv størri bølmenni tikið lívið av øðrum og nógv fleiri fólkum.

    Sagt verður, at meðan týski Hitler drap 17 milliónir fólk í krígnum, drap sovjettiski Stalin 23 milliónir og kinesiski Mao tilsamans 78 milliónir fólk. Summar keldur siga onnur tøl, men greitt er, at Hitler er ikki tann leiðarin, sum hevur dripið flest fólk í søguni. 

    Annar heimsbardagi hevur kostað flest mannalív í allari krígssøgu. Ymsir mátar eru at seta tølini fram og at bera tey saman. Her er ein amerikansk grafisk framseting, sum í 18 minuttir greinar holocaust og øll deyðstøl undir krígnum.

    Summi eru, ið avnokta holocaust. Tey siga, at ræðuleikarnir aldri hendu, men eru ein jødisk samansvørjing. Kendasti holocaust-noktari er bretski høvundurin David Irving.

    Søgusýnið broytist, og vit kunnu lesa nýggjar upplýsingar í nýggjum bókum. Amerikanski søguprofessarin, Tomothy Snyder, sum í 2013 fekk Hannah Arendt virðislønina, hevur júst givið út bókina Black Earth: The Holocaust as History and Warning (2015). Snyder roynir at skilja Hitler, jødar og holocaust á ein nýggjan hátt.

    Allar tíðir hava sínar avbjóðingar. Í 2015 vóru 70 ár liðin, síðan Hitler doyði. Tí varð bókin Mein Kampf frí at geva út, um myndugleikarnir í Bayern, sum eiga rættindini, ikki forða fyri tí. Í týskum biografum var skemtifilmurin um ein núlívandi Hitler, Er ist wieder da (2015), millum teir best umtóktu. Spurningurin er, um skemt kann gerast úr øllum.

    Umframt í søgubókum og lærubókum, fáa vit í miðlunum at vita um fólk, sum eru forfylgd og flýggja, oftast tí at kríggj og ófriður er í teirra heimlandi. Men vit hoyra ikki alla tíðina um alt, sum fyriferst. Journalistar tosa um hvítar blettir á heimskortinum, tað eru støð, har eingin veit við vissu, hvat hendir. Tað kann vera tí, at landið er stongt fyri umheiminum, ella tí at støðan er so ótrygg, at eingin vágar sær hagar.

    Í Sýria og londunum har umkring hoyra vit um ófrið og forfylging, so fólk flýggja til tryggari lond. Í Afrika hava vit hoyrt um fólkamorð í fleiri londum. Í øðrum londum sum Norðurkorea er so afturlatið, at vit bara kunnu gita, hvussu fólk hava tað.

    Tí er umráðandi at kanna keldur og altíð verða kritiskur, tá ein lesur.

    Eru vit kritisk, er Wikipedia besta kelda til nýggjar upplýsingar, eisini um kríggj og ófrið beint nú.

    Á Wikipedia finna vit eisini dagførdar upplýsingar um altjóða vápnasølu. Svenski stovnurin SIPRI hevur síðan 1989 gjørt upp, hvussu mong vápn verða seld í meginpartinum av heiminum. Hvørt ár verður ein árbók givin út. Her er tíðindaskriv frá SIPRI um komandi árbókina.

    Setið heimskortið hjá Námi á veggin og finnið tey støð, har mesti ófriður er í heiminum. Skiftið orð um, hví ófríður er. Hvat er tað, sum kríggjast verður um? Hvørjar eru avleiðingarnar av kríggi?