Skip to main content

 

 


Norðurkollur (Arktis)


Norðurkollur (Arktis)

Norðasta stjørnumyndin undir norðurhválvi, Arktos ella Stórabjørn, er upprunin at navninum á Arktis, sum á okkara málið eitur Norðurkollur og er havið - Íshavið - kring Norðurpól. Íshavið er suður at norðastu pørtunum í Evropa, Asia, Norðuramerika og Grønlandi. Meginparturin av Norðuríshavi er fryst, hóast heitir havstreymar ganga norður higar úr Atlantshavi og Kyrrahavi og gera, at luftin hitnar, og ísurin tiðnar við strendurnar við Íshavið30 60 90 business plan best buy us term paper best power point presentations. Lítið fólk býr á Norðurkolli, hóast har er nógv tilfeingi og stórt dýrameingi.

Kópur, roysningur og mong hvalasløg tola væl glerkalda sjógvin, tí undir húðini og undir hvøljuni er tjúkt spik, sum lívir væl fyri kulda. Uppi á landi eru reindýr, moskusneyt, hara, pólrevur og úlvur; alsamt á ferð eftir mati. Um veturin leita hesi dýr suður eftir undan ringasta vetrarkuldanum. Stutta summarið blóma nógvar harðførar plantur og veita øllum skordýrameinginum á frostmýrunum føðslu. Her eigur eisini nógvur fuglur um summarið, t.d. helsigás, terna, entur og ymisk másasløg. Ternan eigur i stórum ternubølum i londunum við Íshavið. Móti heysti flýgur hon sína longu ferð heilt suður til leiðirnar við Suðurkoll. Tá líður á summarið har, og nóg mikið er av æti.

Hvítabjørnin hevur lagað seg væl til harðbalna lívið á Norðurkolli og í londunum har um vegir. Hon er ógvuliga klók, er kvik á føti, svimur skjótt, og hvíti feldurin ger, at hon er ring at síggja. Hon veiðir kóp og onnur dýr, og veiðir ógvuliga víða. Hvítabjørn er størsta og tyngsta ránsdýr uppi á landi.
 
Í londunum við íshavið er nógv tilfeingi. Í Alaska og Norðursibiria er nógv olja, og í Svalbarði høgga norsk og russisk feløg kol. Gull, jarn, silvur, tin og onnur steinsløg eru eisini funnin. Men her er dýrt at reka námsvinnu, men av tí at tilfeingið sum hetta minkar nógvastaðni í heiminum, eru olju- og námsvinnufeløg nú farin at vísa hesum leiðum stóran áhuga.
 
Lítið fólk býr í køldu, harðføru londunum við Íshavið. Sámar í Sámalandi, jakutar og nenetsar í Sibiria og inuittar í Kanada, Alaska og Grønlandi livdu fyrr av at veiða. Nógv reindýr halda til á hesum leiðum og av teimum fekk fólkið t.d. mat, klæði, amboð og lutir til býtishandil. Nøkur fólk liva enn soleiðis, men tey flestu hava nú búsett seg í bygdum og hava fast arbeiði.
 
Tað hevur altíð verið trupult at komið fram í londunum við Norðurkoll. Um veturin liggur lendið undir í djúpum kava, og um summarið, tá ið kavin tiðnar, gerast stór lendi bleytar mýrar. Fólk eru í kavaskóm ella á skíðum, at tey skulu ikki søkka niður í kavan. Á gleri og hørðum kava ganga fólk í skóm við tjúkkum, grovum botni, ella tey hava píkar undir skónum, at tey skulu ikki glíða. Fyrr varð hundasleta álitið til allan flutning langvegis; men nú nýta tey flestu kavaskutara. Hann er lættur at handafara, ekur skjótt og orkar væl at draga.
 
Ísurin í Íshavi er vanliga 2 metrar tjúkkur. Skal verða siglt har norðuri, má ísbrótari verða nýttur, ella hann má sigla undan øðrum skipum og bróta teimum eina rennu at sigla ígjøgnum. Ísbrótarar hava ógvuliga sterka maskinu og ísstyrktan skrokk. Bógvur og stevni eru sergjørd. Ísbrótarin setur ferð á, siglir framskipið upp á ísin, ið so brotnar undan skipinum.

Í 16. øld fóru evropeiskir sjófarar at gera rannsóknarferðir til Norðurkoll til tess at finna eina aðra siglingarleið til Asia. Bretar fóru at kortleggja útnyrðingsleiðina ímillum Kanada og pólísin, og niðurlendskir sjófarar granskaðu landnyrðingsleiðina ímillum Sibiria og pólísin. Men ikki fyrr enn í 1906 vórðu báðar leiðirnar sigldar. Trý ár seinni kunngjørdi amerikanski pólfarin Robert Peary, at hann hevði verið á Norðurpólinum. Summi ivast í, um Peary nakrantíð var á Norðurpólinum, tí ferðin vardi so stutt. Roald Amundsen sigldi útnyrðingsleiðina við Gjøu í 1906.
 
Leingi hildu summir pólfarar, at pólísurin lá oman á einum stórum meginlandi. Í 1958 prógvaði amerikanski kjarnorkurikni kavbáturin Nautilus, at tað ikki var so, tá ið hann sigldi undir ísinum úr Alaska til Svaldbarð. Seinni hava havrannsóknir kortlagt havbotnin.
 
Drúgvu vetrarmánaðirnar rísur sólin ikki, og tað kann frysta niður í -70°C. Um summarið setur sólin ikki, og tað kann verða rættiliga lýtt. At tað ikki lýsir fyri degi um veturin og ikki avdagast um summarið, kemst av, at jørðin hellir 23.5° ímóti sólini. Um veturin vendir økið norðan norðurpólkring frá sólini, og myrkt er alt samdøgrið - middagsmyrkur. Um summarið er beint øvugt, tá vendir økið ímóti sólini og ljóst er alt samdøgrið - midnáttarsól. Kaldar vetrarnætur blaktrar norðlýsið á luftini. Norðlýsið er reytt og grønt ljós, sum kemst av ravmagni í ytru jaðrunum í lofthavinum.