Skip to main content

 

 

Suðurkollur (Antarktis)

Stórur munur er á Norðurkolli og Suðurkollidissertation writing and depression dickinson college admissions essay essay about catering services. Norðurkollur er stórt randarhav ímillum meginlond; Suðurkollur er stórt meginland, og uttan um eru stór høv. Suðurkollur er fjarskotnasta og ómildasta land í heiminum. Oman á Suðurkolli er ovurstórur ískappi, ið hylur 99,6% av øllum meginlandinum. Ísurin er kavaavfall, sum komið er niður seinastu 100.000 árini. Í ískappanum er meginparturin av øllum feskum vatni í heiminum, og 90% av øllum ísinum í heiminum. Hevði allur ísurin tiðnað, høvdu høvini fløtt 64 m. Tungi ískappin hevur gjørt, at stórur partur av Suðurkolli er sokkin undir sjóvarmálan. Úti við strendurnar brotnar í heilum burtur av ískappanum - ísurin kálvar - og ovurstór ísfjøll - upp í 200 km reka til havs. 

Reyðæti er lítið dýr, sum líkist rækju, og gerst einar 5 cm langt. Tað livir av plantuæti og øðrum dýraæti og er viðhvørt í so stórum meingi, at høvini við Suðurkoll eru reyð á liti.

Ein vetrardag í 1983 máldu teir -89.2°C á russisku Vostokstøðini á Suðurkolli; hetta er mesti kuldi, máldur er á jørðini. Enntá á hásumri fer hitin sjáldan upp um frostmarkið. Bítandi kaldir kavaroksstormar blása javnan oman av Suðurpólsháslætta og út ímóti strondunum. Nógvi vindurin og ræðuligi kuldin gera, at lívshættisligt er at vera úti og ikki vera í heitum klæðum. Harðføra verðurlagið og tað, at landið er so fjarskotið, hevur gjørt, at ikki so mong dýrasløg eru á Suðurkolli. Størsta dýrið, ið livir uppi á landi alt árið, er elalítið skordýr. Men um summarið fer nógvur kópur higar at leggja, og nógvur fuglur og pingvinir eiga eisini her, tí nógv er at eta, og friðarligt og trygt er eisini. Eini tólv hvalasløg - mest stórhvalur - eru í sjónum; har yður í æti um summarið. 

Suðurkollur er einasta meginland, har fólk ongantíð hevur búsett seg - einastu fólk, ið eru har, eru granskarar, ið granska t.d. jarðfrøðina, veðurlagið og lofthavið uppi yvir Suðurkolli. Suðurkollur er undir altjóða sáttmála, sum bannar londum at eiga ella gagnnýta landið. Fyrst í 20. øld kannaðu mong lond sær landøki á Suðurkolli. At sleppa undan stríði um hetta seinni, skrivaðu 12 lond undir í 1959, at einki land kundi kanna sær øki á Suðurkolli. Sáttmálin, sum fekk gildi í 1961, lýsti Suðurkoll sum "meginland til gransking" og ásetti, at granskingin bara kundi verða nýtt til friðarligt endamál. Nú hava fleiri enn 45 lond skrivað undir sáttmálan, sum er eitt hitt best eydnaða dømi um altjóða samstarv. Sambært Suðurkols-sáttmálanum eru krøvini um landaøki á Suðurkolli farin úr gildi. Granskingarstøðir kunnu setast upp, men hernaðarligt virksemi er ikki loyvt.

Bara um 1.200 fólk eru á Suðurkolli um veturin; um summarið eru um tríggjar ferðir so nógv fólk. Øll eru vísindafólk og granska, og 46 granskingarstøðir eru spjaddar um alt meginlandið. Øll hús eru ógvuligavæl bjálvað fyri nógva kuldanum, og nøkur eru grivin niður í ísin, har tað lívir betur, serliga í vindi. Dieselmotorar gera ravmagn til húsini, og allar støðir hava nóg mikið niður fyri av olju, mati og aðrari útgerð til í minsta lagi eitt ár, skuldi ikki verið komandi fram til teirra fyri veður. Amerikanska Amundsen-Scottstøðin er á sjálvum Suðurpólinum.

Granskarar úr øllum heiminum koma til Suðurkoll at granska veðurlagið, jarðfrøðina og sjáldsama dýra- og plantulívið. Av elligomlum grótsløgum fæst vitan um menning jarðarinnar í jarðfrøðiligari fornøld, og mongu torusteinarnir, sum eru dotnir niður á ísin, geva granskarum upplýsingar úr rúmdini. Vísindafólk bora niður ígjøgnum ískappan og taka kjarnan upp, soleiðis kunnu tey granska broytingar, sum hava verið, í veðurlagnum.

Fyrstu ferð rannsóknarfarar vistu um Suðurkoll var um 1820, og í 1840 varð farið at kortleggja meginlandið.
Á sumri 1911-12 settu tvey pólfararlið kós ímóti sjálvum Suðurpólinum. Á odda fyri øðrum var norðmaðurin Roald Amundsen og á odda fyri hinum bretin Robert Scott. Amundsen kom til Suðurpólin 14. desember; Scott ein mánað seinni.

Á hvørjum ári fara nøkur fá túsund ferðafólk til Suðurkols; annaðhvørt við ferðamannaskipi - síðan 1950-árini hava ferðamannaskip siglt til Suðurkols - suður at strondunum, ella tey flúgva til Suðurpólin. Enn hevur ferðavinnan ikki dálkað nakað av sær, men við gomlu granskingarstøðirnar liggur nógv órudd og flýtur. 

Prúða og tignarliga keisarapingvinin verður næstan 1,15 m høg og vigar upp í 30 kg. Tá ið keisarapingvinin hevur verið í sjónum næstan alt ári fer hon upp á land í apríl at verpa og bøla. Steggin bølir egginum tveir ísakaldar vetrarmánaðir. Hann hevur eggið á fótunum, meðan hann bølir. Íjuli kemur bøgan aftur og er um nýklakta ungan.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.