Beinleiðis fólkaræði
Um allir borgarar eru við í onkrari avgerð, so nevna vit tað beinleiðis fólkaræði. Í Føroyum brúka vit beinleiðis fólkaræði, tá ið vit hava fólkaatkvøður, har allir borgarar sleppa at siga, hvat teir halda.
Danska grundlógin nevir 5 støður, har beinleiðis fólkaræði skal verða brúkt – t.e., fólkaatkvøða skal vera.
· Tá ið ein triðingur at løgtingslimunum ynskja, at eitt mál skal til fólkaatkvøðu
· Tá ið tað snýr seg um loysing
· Tá ið valaldurin skal broytast
· Tá ið grundlógin skal broytast
· Tá ið avgerð t.d. skal takast, um Føroyar skulu blíva partur av onkrum felagsskapi t.d. ES ella líknandi
Síðan 2. Heimsbardaga hava 9 fólkaatkvøður verið í Føroyum:
1946 – um loysing
1953 – um broyting í grundlógini
1961 – valrættur til fólkatingið 21 ár
1969 – valrættur til fólkatingið 18 ár
1971 – valrættur til fólkatingið 20 ár
1973 – um broyting í rúsdrekkalógini
1978 – valrættur til fólkatingið 18 ár
2009 – um arvarætt í kongshúsinum
2012 – um kommunusamanleggingar
Fyrimunir og vansar við beinleiðis fólkaræði
Tað kundi sæð út til, at beinleiðis fólkaræði er meira fólkaræðisligt, enn at nakrir fáir fólkavaldir politikarar sita og taka avgerðir vegna borgararnar í einum landi ella kommunu. Men tað eru eisini vansar við beinleiðis fólkaræði.
Fyri tað fyrsta er tað ólagaligt og troyttandi, um allir borgarar alla tíðina skulu taka støðu til ymisk lógaruppskot. Tað hevði ført við sær, at øll skuldu brúkt tíð og orku at sett seg inn í tey ymisku lógaruppskotini. Harafturat skuldu øll greitt atkvøðu eisini.
Hetta kundi verið lættari, um tú t.d. kundi sitið heima og atkvøtt gjøgnum internetið, men spurningurin er, um fólk høvdu tímað og dugað at tikið støðu til øll mál.
Í beinleiðis fólkaræði kann eisini vera trupult at verja minnilutabólkar – t.d. átrúnaðarligar minnilutar, fólk, ið hava aðra kynsliga ábending ella fólk við øðrum etniskum uppruna.