Tær eru bæði á føroyskum og donskum, og meginparturin er á fløgum. Í listanum er ein stutt lýsing av hvørjari einstakari bók. Øll kunnu læna ljóðbøkur. Um tú ikki fært komið á bókasavnið, kanst tú senda onkran fyri teg ella melda teg til Bókaberan, sum er eitt ókeypis tilboð til fólk, sum ikki hava møguleika at koma á bókasavnið. Eisini ber til at ringja ella skriva, og vit senda bøkurnar. Serlig avtala er við Posta um, at tey, sum ikki fáa lisið vanligar bøkur, ikki gjalda postgjald. Býarbókasavnið bjóðar eisini atgongd til ljóðbókatænastur á netinum, sí www.bbs.fo . Vinarliga Býarbókasavnið
Í morgun verða yrkingar hjá danska rithøvundinum Jakob Martin Strid lisnar upp á skúlum og í barnabókasøvnum í øllum norðurlondum - eisini í Føroyum. Yrkingarnar hevur Alexandur Kristiansen týtt til føroyskt. Í kvøld klokkan 20 hevur Landsbókasavnið eitt tiltak, har Hans Tórgarð fer at lesa upp úr bókini Popptónleikur úr Vittula eftir finska rithøvundin Mikael Niemi. Eisini fer Dorthe Pedersen, lærari í heimspeki og í donskum, at hava framløgu um humor í heimspekiligum høpi, og kvøldið endar við, at Lív Næs spælir nøkur løg. Kaffi og smákøkur omaná. Bókasavnið hjá Námi koyrir við lágum blussi í løtuni. Alt kunningarsavnið er pakkað niður vegna umbygging, og tí eru tað bert flokssett, filmar, ljóðbøkur og frílestrarkassar, sum verða lænt út. Men arbeiðið við umbyggingini gongur skjótt, og vit vóna, at okkara nýggja, spennandi savn er opið aftur í mars 2012.
Avgreiðslan í Námi hevur afturlatið frá mánadegi 2. apríl og letur uppaftur mikudagin 11. apríl, kl. 10.00. Í hesum tíðarskeiði er eingin felags telefonavgreiðsla. Er tørvur á sambandi, sí so starvsfólkayvirlitið á heimasíðu okkara www.nam.fo . Umbyggingin á Hoyvíksvegi 72, har Nám nú fer at húsast, er at kalla komin undir land. Tað hevur við sær, at alt starvsfólkið í næstum verður savnað her. Alt okkara arbeiði og virksemi verður hiðani og somuleiðis øll okkara avgreiðsla. Hóast vit øll nú flyta inn á Hoyvíksvegi 72, er ikki alt klárt enn. Enn er kunningarsavnið ikki tøkt. Fram til í summar ber bara til at læna flokssett, filmar, frílesikassar og ljóðbøkur. Alt annað tilfar verður í løtuni gjøgnumgingið, dagført og sett upp á pláss. Tí verður øll avgreiðsla í hesum tíðarskeiði framvegis umvegis telefon 755150 ella teldupost nam@nam.fo Eftir páskir verður avgreiðslan hjá Námi aftur frá Hoyvíksvegi 72 - tó avmarkað sum omanfyri nevnt. Opið verður soleiðis: Mánadag – hósdag: kl. 10.00 – 16.00 Fríggjadag: kl. 10.00 – 15.00
Í seinasta Skúlablaði er grein um savnið í Námi. Til hetta skúlaárið hava vit lagt okkum eftir at útbyggja savnið munandi bæði við útgávum, vit ikki hava havt áður, men eisini hava vit lagt aftrat verandi útgávum, so at vit ikki koma í ta støðu, at bøkur eru útlæntar og tí ikki tøkar hjá øðrum at læna. Umframt flokssettini hava vit í savninum kunningartilfar, handbøkur, ljóðbøkur, evniskassar og filmar. Vit venda okkum til skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar og líknandi stovnar innan undirvísing og ansing, og til ber at koma inn á gólvið og síggja alt útboð okkara á einum staði. Ikki minst okkara egnu útgávur, sum alsamt fjølgast. Vælkomin! Fyri at vísa, hvussu stórt úrval okkara av flokssettum er og fyri at gera vart við tað, senda vit í hesum døgum faldara í allar skúlar. Hetta er eitt átak at gera vart við okkara tænastu á hesum økinum og fyri at eggja lærarum at lesa enn meiri við næmingunum. Hesin faldari verður ikki prentaður regluliga, men fer at liggja nettøkur og dagførdur á heimasíðu okkara nam.fo. Beinleiðis leinkja til faldaran er her: http://80.77.131.135/nam_boekur/netbokur/flokssett_130822/ Góðan lesihug!